Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2004 27 27 26 Nr. 111 - 15. juni 2004 VB-B36 1-1 (1-0): John bjargaði B36-vónunum Við einum javnleiki í Vági fekk B36 í øllum førum kensluna av, at teir fingu okkurt burturúr eini truplari uppgávu. VB man hinvegin iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í odd- inum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eitt B36-lið í mest sum kreppulíknandi støðu, sum fór til Vágs um viku- skiftið. Talan var um triðja dystin á rað móti einum av odda- liðunum, og við tapum í teimum báðum undanfarnu dystunum, var árstalsfel- agið skramblað av tindun- um og niður í tað, sum í besta føri kann rópast miðalmát. Tí er einki at ivast í, at tað stóð nógv á leikarunum, tá dysturin í Vági byrjaði, og tað tóktist eisini greitt, at teir hesaferð ætlaðu at gera nakað ítøkiligt fyri at venda gongdini. Og fyrstu góðu løtuna vóru tað eisini gestirnir, sum vóru omaná. Teir vunnu nógvar nærdystir á miðvøllinum, og einstakar ferðir gjørdist talan eisini um heilt vandamiklar støð- ur, sum kundu borið mál við sær. Eitt nú tá Áki Mørk gjørdist leysur og lobbaði upp um Bjarna í VB-málinum, men hesin seinni kundi dragan andan nakað lættari, tá tvørtræið bjargaði hesum. Og so hendi tað, sum so ofta rakar eitt lið í mótráki. VB hevði hóast alt verið væl við allan dystin, og eis- ini teir høvdu havt nakrar møguleikar, sum Tróndur Vatnhamar tók sær av, men tað fekk hann ikki tíggju minuttir undan steðginum. Kanska var vinkulin hjá Kulic nakað spískur, men hann rakti bóltin bæði hart og reint, og stóð 1-0. VB kundi avgjørt Ikki óvæntað, so tók hetta nakað av luftini úr B36- liðnum, og teir høvdu hampuliga leingi ilt við at koma fyri seg. Seinna umfarið hevði VB fyri tað mesta greiða yvir- vág í spæli, og eisini spurd- ust fleiri møguleikar burt- urúr, sum ein væl spælandi Tróndur Vatnhamar tó megnaði at taka sær av. Og spakuliga fekk B36 aftur blást luft í ballónina. Seinasta góða korterið nærkaðust teir alt meira VB-málinum, og fáar min- uttir undan dystarloki eydn- aðist teimum at fáa javn- leikin í hús. Bólturin varð spældur upp í høgru síðu, og tá inn- leggið kom var eingin vág- bingar at ansa John Peter- sen, og hetta lat vandamikli harrin sær ikki siga tvær ferðir. Sálarligan týdning Hjá VB mundi tað kennast tungt, at teir soleiðis á stokkinum skuldu missa tvey stig, sum teir harðliga hava tørv á, um teir skulu fylgja við í oddastríðnum. Ein sigur hesaferð vildi eisini borið við sær, at teir høvdu lagt seg ájavnar við HB á øðrum plássi, en tann møguleikin má so bíða í øllum førum eina viku afturat. Hjá B36 kundi eitt stig heldur ikki lyfta teir tað heilt stóra, men hinvegin er einki at ivast í, at sálarliga kann hetta hava sera stóran týdning. Undan hesum var liðið sum nevnt dumpað tvær ferðir á rað ímóti oddaliðum, og enn eitt tap her vildi næstan merkt eitt farvæl til allar dreymar um heiðursmerki, longu áðrenn kappingin var komin í helvt. Enn er talan um nøkur stig upp til oddin, men við tveimum dystum á rað móti teimum báðum niðastu lið- unum, kann tað skjótt vera, at árstalsfelagið fer at ota seg nakað uppeftir. Zidane heiðraði Barthez Dagsins franskmaður í Portugal sunnukvøldið var Zinedine Zidane, sum skoraði bæði tey fronsku málini innanfyri 133 sekund. Hann var tó sum vanligt lítillátin eftir dystin, og helt, at málverjin átti stóra lutin í sigrinum. – Barthez gjørdi mun- in, tí hann bjargaði brotssparkinum, og hann gav okkum møgu- leikan at vinna dystin, segði Zidane. – Tað eru dystir sum hesir sum skapa rætta liðandan. Tað gekk ikki eftir vild hjá okkum, men vit kláraðu at vinna hóast tað, segði hann. Venjarin errin av sínum monnum Sveisiski venjarin Kobi Kuhn var fegin um, at hansara spælarar klár- aðu at spæla javnleik, hóast teir spældu við 10 monnum í næstan ein hálvan dystin. Hóast yvirvágini í spælarum kláraði Kroatia ikki at fáa mál, og so endaði dystuin við javnleiki. Tað var miðvallarspæl- arin Johann Vogel, sum tíðiliga í seinna hálv- leiki fekk seinna gula kortið, og noyddist av vøllinum. – Tað var ein harður dystur, men tað er ov tíðliga at siga, hvat úr- slitið fer at merkja fyri okkum, segði Kobi Kuhn eftir dystin. Skovdahl hugdi Millum áskoðararnar í Gundadali var venjarin hjá danska Frem, Ebbe Skovdahl. Hóast Frem í fjør flutti niður úr donsku superlig- uni, so er einki at ivast í, at Skovdahl er millum allar fremstu venjararnar í landinum, og lítið er at ivast í, at ørindi hansara í Føroyum hava verið at sýnað onkran føroyskan leikara, sum hann hevur í kikaranum. Hvørki Skovdahl ella Jákup í Stórustovu, sum var síðumaður hansara í Gundadali, vilja tó siga nakað konkret um vitjan- ina, annað enn at hetta var fyri at kunna seg um støð- ið á føroyskum fótbólti. Men tað er lítil ivi um, at Jákup á Borg var leikarin, sum danski venjarin fyrst og fremst vildi síggja. Jákup var í vár í Odense í nakrar mánaðir, og hóast leigusáttmálin har ikki varð konverteraður til eina meira varandi loysn, so sýndu fleiri onnur feløg áhuga fyri føroyska landsliðsleikaranum. Eitt av hesum segðist vera Frem, sum eisini hev- ur tveir aðrar ungar HB- leikarar í hópinum. Og við føroyavitjanini hevur venjarin so eisini sýnt, at teir meina tað í álvara. Og at onnur feløg eis- ini eru eftir Jákupi, er heldur eingin ivi um. So spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt Jákup fer at spæla í HB alt kappingarárið, ella um talan verður um enn eitt skifti longu í summar- steðginum. -jm VB – B36 1-1 (1-0) 1-0 Milan Kulic, 35 1-1 John Petersen, 86 VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Eyðun Jac- obsen, Mikael í Lágabø, Jákup Olsen – Palli August- inussen, Jón Pauli Olsen, Milan Kulic, Símun Sam- uelsen – Birgir Jørgensen, Dan Djurhuus. B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Jóhannus Joensen, Pól Thorsteinsson (Klæmint Matrasn, 72.), Arnbjørn Danielsen (Jens Erik Rasmussen, 66.) – Bárður Mortansson, Kenneth Jacobsen, John Peter- sen, Niels Joensen, Jens Kr. Hansen (Alex dos San- tos, 56.) – Áki Mørk Gult kort: Jákup Olsen, 13., Dan Djurhuus, 32. , Símun Samuelsen, 89., Allan Mørkøre, 33., Bárður Mortansson, 77. Dómari: Eiler Rasmussen FAKTA UM DYSTIN B36 var nakað umskipað hesaferð, og tað merkti millum annað, at Allan Mørkøre nú byrjaði inni á høgra bakki Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 26 Føroyingar til kick-boxing stevnu Spenningurin í aðru deild er í hæddini, eftir at AB basti oddaliðnum av Tvøroyri 2. DEILD sportal.fo terji@sosialurin.fo Spenningurin í 2. deild er stórur. Oddaliðið TB snáv- aði í dag, tá ið teir spældu truplan útidyst á Argjum. AB vann dystin 1-0 við einum máli, sum liðskiparin hjá argjamonnum, Rani Debes Christiansen, skoraði upp á beinleiðis hornaspark. Eitt mál, sum málverjin hjá tvørámonnum partvís noyðist at taka á sínar herðar. Hvalbingar eru eisini væl við í oddastríðnum, eftir at teir vunnu 4-1 á B36 í Hvalba. Tað vóru annars gestirnir úr Havn, sum vóru á odda í hálvleikinum við einum máli, sum Bergur Midjord skoraði. Í seinna hálvleiki kom Royn meiri og meiri inn í dystin, og tá ið Gisli Sveinbjørnsson javnaði við brotssparki, kom vend í. Áleyparin Sasha gjørdi bart seinastu løtuna av dystinum og skoraði hattrick, soleiðis at Royn vann dystin 4-1, sum kanska var í meira lagi. Á Valloyruni í Sandavági hevði FS Vágar á pappír- inum ein lættan heimadyst, tá ið botnliðið KÍ var á vitjan. Klaksvíkingar vóru tó ikki so lættir at syfta, og teir løgdu seg eisini á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Vága- menn komu tó sterkt aftur, og tá ið brasiliumaðurin Silva legði heimaliðið á odda 4-2 í seinna hálvleiki, væntaðu tey flestu, at dyst- urin var avgjørdur, men so var ikki. Fyrst minkaði Al- exandur Djordjevic um munin til 3-4, áðrenn Tórur Lervig við sínum næsta máli í dystinum javnaði til 4-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Í Leirvík hittust LÍF og Sumba, og hesin dysturin endaði við einum málleys- um javnleiki 0-0, og tað var á eini góðari leið, frætta vit úr Leirvík. Dysturin var ógvuliga tamur, og ikki vóru málmøguleikarnir nógvir. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Vági sunnudagin, har B71 var á vitjan. Tann dysturin end- aði 2-2. Úrslit Royn-B36 4-1 (0-1) 0-1 Bergur Midjord 1-1 Gisli Sveinbjørnsson brts. 2-1 Sasha 3-1 Sasha 4-1 Sasha AB-TB 1-0 (1-0) 1-0 Rani Debes Christian- sen FS Vágar-KÍ 4-4 (1-2) 0-1 Tórur Lervig 0-2 Gunnleif Biskopstø 1-2 Birgir Joensen 2-2 Sonny Johansen 3-2 John Johansen 4-2 Silva 4-3 Alexander Djordjevic 4-4 Tórur Lervig LÍF-Sumba 0-0 VB-B71 2-2 ( Hetta vikuskiftið kappaðust Teitur Strøm og Jacob Øster Ejdesgaard í stórari stevnu í Malmö KICK-BOXING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir báðir ungu tvøra- dreingirnir skuldu um viku- skiftið royna seg í sterkari kapping, sum varð hildin í svenska stórbýnum. Bjarni Hammer, sum er venjari hjá teimum báðum, sigur, at teir vistu undan kappingini, at talan fór at gerast um harðar dystir, tí reglurnar vóru sokallaðu full-contact. Men at tað gjørdist enn harðari enn væntað, tí dómararnir eisini loyvdu nýtslu av knøunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at loyvt var bæði at sláa og sparka/nýta knø av fullari megi í royndunum at fáa mótstøðumannin niður. Nógvir áskoðarar vóru á stevnuni, og Teitur var fyrri føroyingurin á pallin, tá hann skuldi dystast við ein svia. Leingi var Teitur væl við, men eftir at hann í øðr- um umfari fekk knæið tvær ferðir í síðuna, megnaði hann ikki at koma fyri seg innan tey 10 sekundini, sum dómarin taldi, og so var hann úti úr kappingini. Eisini Jacob skuldi royna seg móti einum svia, og her skuldi talan gerast um ein sera javnan dyst, har hvørg- in parturin hevði givið seg, áðrenn tíðin var ferðin. Jacob gjørdi nógv um seg, og ikki færri enn fimm ferðir slongdi hann mót- støðumannin í gólvið, men tá stigini vórðu løgd saman, hevði sviin kortini tepran mun. Teir báðir og venjarin, Bjarni Hammer, lata annars væl at kappingini, hóast talan bert gjørdist um ein dyst í part. Sagt verður, at hóast blá eygu, so var talan um læru- ríka uppliving, og eisini eru teir longu nú bodnir til líknandi kappingar í Svø- ríki og Danmark. Bjarni luttók annars í stórari kapping í Danmark í seinasta mánaði, og her eydnaðist honum at vinna seg fram til finaluna. Her var hann tó við undirlutan, tá dómararnir taldu stigini saman, men silvurmerkið vísir, at hann væl og virði- liga kann standa seg í krevjandi kappingargreini- ni. Skála á netinum Tað eru nýggjar tíðir á Skála. Somikið nýggjar, at felagið ikki í fullan mun hevur megnað at fylgt við øllum tí, sum hoyrir einum oddaliði til, men í vikuni varð so enn eitt stig tikið rætta vegin. Sum seinasta føroyska fyrstudeildarfelagið í fótbólti hevur Skála nevnliga eisini fingið sína egnu heimasíðu, og sum støðan er í løtuni, so er einki at ivast í, at hendan fer at verða væl vitjað. Síðan er at finna á slóðini, www.skalaif.fo, og sum vanligt er á slíkum heimasíðum, so ber til at finna fram ymisk evni, sum hava við felagið at gera. Ennn er síð- ani ikki heilt liðug, men á Skála siga tey, at fleiri upplýsingar verða lagdar út í nærmastu framtíð. -jm AB vann á tvørámonnum Bjarni Hammer í aktion í DM semifinaluni, sum hann vann uppá Knock-out. Bjarni hevur her pressað mótøðumannin upp í hornið Jacob og Teitur vóru nakað eymir – men kortini væl nøgdir – eftir hørðu dystirnar í kappingini