týsdagur 15. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2004
29
29
28
Nr. 111 - 15. juni 2004
C
M
Y
K
28
Ongland tveitti alt burtur
Portugal gjørdist
fyrstu vertirnir, sum
taptu setunardystin í
EM, tá Grikkaland
púrasta óvæntað tók
fult
BÓLKUR A
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað liggur eitt risa trýst á
Portugal, eftir at teir taptu
setunardystin í EM-kapp-
ingini fyri Grikkalandi. So-
mikið stórt er trýstið, at skal
landið vinna seg víðari úr
bólkaspælinum, fer tað eftir
øllum at døma at krevja ein
sigur á grannunum úr Spa-
nia í seinasta dystinum, og
hetta hevur Portugal bert
megnað fýra ferðir í teim-
um higartil 41 uppgerðun-
um, sum londini ígjøgnum
tíðirnar hava leikt móti
hvørjum øðrum.
Uppiborin sigur
Og tað kann alt fyri eitt
staðfestast, at talan var um
uppibornan sigur til Grikka-
land. Frá fyrsta bríksli sýndi
teir sera direkta spæl, har
teir alt fyri eitt royndu at
flyta bóltin, har vandastøð-
urnar kundu skapast, meðan
Portugal í vanligum stíli
royndi at koyra bóltin kring
vøllni, í vón um at finna hol
í væl skipaða verjupartinum
hjá mótstøðuni.
Og longu eftir góðum
seks minuttum gav hetta at
bíta hjá grikkum. Sløsut
spanskt spæl á miðvøllin-
um gav Karagounis møgu-
leikan, og tá eingin vildi
koma ímóti honum, dróg
hann nakrar ferðir, áðrenn
hann langaði eitt flatt skot
inn um nærmasta stólpan.
Restina av hálvleikinum
líktist Portugal als ikki
einum liði, sum ætlar sær at
vinna EM, og um nakað, so
kundu gestirnir kanska økt
um munin, men hetta mátti
so bíða.
Og í seinna hálvleiki
fingu teir so eisini somu
dreymabyrjan, sum í fyrra.
Felipe Scolari hevði í steðg-
inum sent Ronaldo og Deco
á vøllin fyri Simao og Rui
Costa, men eftir bara sjey
minuttum gjørdist Ronaldo
syndari, tá hann feldi mót-
støðumann í brotsteiginum.
Brotssparkið sendi Basinas
trygt í kassan, og so var alt
mótbrekka hjá Portugal.
Tað var tó sjáldan líkt til,
at teir av álvara skuldu
hótta. Nakrar ferðir vóru teir
nær við, men tað var ikki
fyrr enn í yvirtíðini, at Ron-
aldo fekk minkað um munin
við stútara, og tá var ov
seint.
Valeron varð hetjan
Gekst illa hjá Portugal, so
mundu
grannarnir
úr
Spania vera betri nøgdir um
sítt avrik, hóast tað leingi
stóð nógv á í dystinum
móti Russlandi.
Spania átti tað mesta av
spælinum, men leingi var
líkt til, at russar skuldu
megna at byrgja fyri trýst-
inum. Í royndunum at økja
um trýstið, sendi spanski
venjarin við hálvum tíma
eftir Valeron á vøllin, og
hann skuldi so ikki nýta
nógv tíð, áðrenn hann
hevði staðfest sítt virði.
Við fyrsta sparki sínum í
dystinum, sendi hann sig-
ursmálið í kassan, soleiðis
at Spania nú stendur við
góðum kortum á hondun-
um, undan teimum báðum
seinastu dystunum í bólka-
spælinum.
Mest áhugaverdur av hes-
um tykist nú vera tann hjá
Spania móti Grikkalandi.
Grikkar megnaðu at vinna
sín
undankappingarbólk
framman fyri júst Spania,
og við einum sigri her
kunnu
teir
mest
sum
tryggja sær sína víðari lut-
tøku í bólkinum.Boðini úr
sponsku leguni eru tó, at
tey vilja hava hevnd fyri
tapið á heimavølli seinast.
Og so er tað altso eisini
seinasti dysturin millum
Spania og Portugal. Vertir-
nir kunnu í øllum førum
rokna við, at hesin dysturin
skal vinnast, um teir skulu
gera sær vónir um at koma
víðari, og støðan kann eisini
væl verða tann, at tað bara
verður vinnarin av iberisku
uppgerðini, sum fær rætt til
at halda fram í kappingini.
Úrslit
Portugal-Grikkaland
1-2
(0-1)
0-1: Georgios Karagounis
0-2: Angelis Basinas, br.
1-2: Christiano Ronaldo
Spania-Russland 1-0 (0-0)
1-0: Juan Carlos Valeron
Beckham hevði møgu-
leikan at binda fyri,
men ístaðin gjørdust
tað Frakland og Zi-
dane, sum við tveim-
um málum í yvirtíðini
koppaðu øllum á
høvdið. Ongland
hevði annars alla tíð-
ina líkst einum vinn-
ara, men teir stóðu so
eftir við ongum
BÓLKUR B
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, at tær
báðar størstu stjørnurnar á
enska miðvøllinum mugu
taka sín part av ábyrgdini á
seg fyri enska tapið fyri
Fraklandi.
David Beckham hevði í
seinna hálvleiki av dystin-
um risa møguleika, tá hann
við
brotssparki
skuldi
senda framvið fyrrverandi
liðfelaganum,
Barthez,
men
franski
málverjin
bjargaði og helt við hesum
Fraklandi inni í dystinum.
Og við eini illa umhugs-
aðari
afturlegging
var
Steven Gerrard beinleiðis
orsøk til franska sigurs-
málið, sum altso kom í 93.
minutti.
Ótrúlig vend
Undan hesum hevði talan
annars verið um ein dyst,
sum gjørdist heilt so javnur,
sum flestu serfrøðingarnir
høvdu ímyndað sær. Helst
høvdu bæði liðini í kvittan-
ini, at í fyrsta dystinum
mást tú í øllum førum ikki
tapa, tí tað var langt millum
veruligu møguleikarnar í
dystinum, har báðir partar
løgdu nógv fyri í verju-
partinum.
Tað eydnaðist tó Ong-
landi at koma á odda seint í
fyrra hálvleiki, tá Frank
Lampard stútaði frísparks-
innlegg frá David Beckham
í kassan.
Og hetta tóktist leingi at
skula halda sær. Í seinna
hálvleiki fekk Ongland so
møguleikan, tá Silvestre
feldi Wayne Rooyne í
brotsteiginum, men tá hetta
ikki gav úrslit, so livdi
Frakland framvegis.
Seiastu minuttirnar fekk
Frakland eisini av álvara
lagt trýst á ensku verjuna,
men tað tóktist nyttuleyst,
fram til Heskey framdi eitt
heldur óneyðugt fríspark á
brotsteigarmarkinum. Zi-
dane varð settur at skjóta,
og so prógvaði hann, hvat
tað er, sum ger stóru leikar-
arnar so serligar. Nevnliga
eginleikin at sláa til, júst tá
tørvurin er størstur.
Javnleikur vildi framveg-
is verið eitt fínt úrslit hjá
Onglandi,
og
ivaleyst
høvdu bæði liðini sligið seg
til tols við hesum, tá Ger-
rard so framdi sín brølara.
Uttan at vera trýstur, skuldi
hann senda aftur til David
James í málinum, men
hann hevði ikki varnast
tann lúrandi Henry, og tá
hesin kom ímillum, hevði
David James neyvan annað
væl enn at taka beinini und-
an kvika framherjanum.
Ein brotsgerð, sum væl
kundi givið reytt kort.
Og so kundi Zidane eiga
seinasta sparkið í dystinum.
Hetta sendi hann trygt í
kassan, og so verður talan
um mótbrekku hjá Ong-
landi, sum í øllum førum
má rokna við at skula hava
fýra stig – og helst seks –
burtur úr dystunum móti
Sveis og Kroatia.
Málleyst
Hesi bæði leiktu eisini
sunnudagin, og tá gjørdist
talan um málleysan javn-
leik. Dysturin var kanska av
teimum heldur keðiligaru,
har Kroatia royndi at skapa
nakrar møguleikar, men har
Sveis alla tíðina vardi væl.
Og samanumtikið, so kunnu
báðir partar eisini brúka
úrslitið til nakað.
Tað týdnignarmesta er í
øllum førum ikki at tapa
fyrsta dystin, tá bara tríggir
dystir gera av, hvørji lið
skulu víðari. Nakað sum
onglendingar helst eisini
hugsa um í dag, meðan teir
sleikja nívandi sárini eftir
dystin móti Fraklandi.
Úrslit
Sveis-Kroatia 0-0
Frakland-Ongland 2-1 (0-
1)
0-1: Frank Lampard
1-1: Zinedine Zidane
2-1: Zinedine Zidane
EM-endaspælið í fótbólti
Bólkur A
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Grikkaland 1
1
- 0
- 0
2
1
1
3
2 Spania
1
1
- 0
- 0
1
0
1
3
3 Portugal
1
0
- 0
- 1
1
2
-1
0
4 Russland
1
0
- 0
- 1
0
1
-1
0
Bólkur B
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Frakland
1
1
- 0
- 0
2
1
1
3
2 Sveis
1
0
- 1
- 0
0
0
0
1
3 Kroatia
1
0
- 1
- 0
0
0
0
1
4 Ongland
1
0
- 0
- 1
1
2
-1
0
Bólkur C
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Danmark
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
2 Italia
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
3 Svøríki
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
4 Bulgaria
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
Bólkur D
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Týskland
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
2 Holland
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
3 Kekkia
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
4 Letland
0
0
- 0
- 0
0
0
0
0
Dystirnir týsdagin
Kl.
Dystur
17.00
Kekkia-Letland
19.45
Týskland-Holland
Liðfelagarnir báðir, Beckham
og Zidane, mundu ivaleyst
fáa hvør sítt slag av umrøðu í
mánadagsbløðunum í Ong-
landi og Fraklandi
Mynd: Reuters
Kroystir vertir
Føroyingarnir áttu øll
trý málini, tá ið
Fremad Amager á
heimavølli legði sjógv
millum seg og niður-
flytingina
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað er gott lag í føroysku
leguni í Fremad Amager.
Undan síðsta umfarinum í
hesum kappingarárinum,
sum verður spælt næsta
vikuskifti, hevur felagið hjá
Jann Inga Petersen, Hjal-
grími Elttør og Andrew av
Fløtum væl og virðiliga
tryggjað sær enn eitt kapp-
ingarár í næstbestu deildini,
sum teir fluttu upp í fyri
einum ári síðani.
Og við føroysku eygum
er tað hugaligt at staðfesta,
at tá ið Fremad Amager
sunnudagin á heimavølli
vann 3-1 á Nykøbing
Falster Alliancen, vóru allir
tríggir
føroyingarnir
á
vøllinum allar 90 minuttir-
nar, og teir skoraðu øll trý
Fremad málini. Andrew av
Fløtum, sum var annar av
álopsmonnunum, javnaði
til 1-1, tá ið 2. hálvleikur
var eitt korter gamalur.
Málið fekk hann eftir inn-
legg úr vinstru og tríggjar
ferðir aftur og fram. Síðsta
korterið skoraði Hjalgrím
Elttør tvær ferðir. Hetta var
fyrsta ferðin, at hann skor-
aði á besta liðnum hjá
Fremad Amager.
- Tað hevur gingið eitt
sindur upp og niður, og tað
hevur ikki altíð verið so
hugaligt. Viðhvørt havi eg
verið á liðnum, viðhvørt
havi eg verið á beinkinum,
og eitt skifti var eg als ikki
í 1. liðs hópinum. Men nú
hevur tað gingið rætta veg-
in. Venjarin hevur víst mær
álit, eg havi verið millum
teir fyrstu ellivu tær sein-
astu 5-6 ferðirnar, og so var
tað sjálvandi hugaligt at
skjóta mál aftur, sigur Hjal-
grím Elttør úr Keypmanna-
havn.
Føroysku
spælararnir
hava spælt nógv á U 21 lið-
num hjá Fremad Amager.
Tað skulu teir eisini í dag,
tá ið teir skulu spæla finalu
ímóti Greve. Tann dysturin
verður spældur í Greve.
Sunnudagin var Jann Ingi
Petersen sentralur á mið-
vøllinum, meðan Hjalgrím
Elttør var uttastur í høgra
borði á miðvøllinum.
– Ein hjá mótstøðulið-
num fekk seinna gula kort-
ið, tá ið tað restaðu tjúgu
minuttir. Eftir tað høvdu vit
tak á tí. Í 77. minutti fekk
eg fyrra málið. Tað kom
eftir uppspæl í vinstru.
Spælarin kom í brotsteigin
og legði flatt innfyri. Eg
kom inn frá høgru og setti
innaru síðuna á, og sjálv-
andi var tað hugaligt at
síggja bóltin fara upp í
nettakið. Í 87. minutti
gjørdist tað 3-1. Aftur ta
ferðina varð lagt innfyri úr
vinstr. Sendingin var í luft-
ini. Eg rann skrátt inneftir
og tamdi bóltinum framvið
mótstøðumanninum, áðr-
enn eg sendi hann í málið,
greiðir Hjalgrím Elttør frá,
tá ið vit fregnast um sigurin
og fyrstu málini, sum hann
hevur skorað á besta lið-
num hjá Fremad Amager.
– Málið hjá felagnum var
at varðveita plássið í deild-
ini. Tað hevur eydnast, og
nú tað er eitt umfar eftir eru
góðir møguleikar fyri, at vit
fara at enda á tíggjunda
plássinum, sigur Hjalgrím
Elttør. Fremad Amager fer í
summarfrí, tá ið dystirnir
næsta vikuskifti eru spæld-
ir. Farið verður undir fyri-
reikingarnar
til
nýggja
kappingarárið 6. juli, og tað
er greitt, at eingir av før-
oysku spælarunum fara at
spæla við føroyskum liðum
undan summarsteðginum.
Tað hevur felagið hjá teim-
um sagt neit til.
Horsens dumpaði
Sunnudagin varð tað greitt,
at Silkeborg og Randers
næsta kappingarár skulu
spæla í superliguni, har
jysku feløgini skulu loysa
høvuðsstaðarfeløgini AB
og Frem av. Silkeborg vann
3-0 í Haderslev ímóti Sønd-
erjyske, og Randers vann 4-
2 í Brønshøj.
At tað longu sunnudagin
varð greitt, at Randers
verður seinni uppflytarin,
komst av, at Johan Byrial
Hansen og Horsens ruddu-
liga dumpaðu seg sjálvar.
Teir høvdu vitjan av langt
síðani niðurflutta B1913,
sum vann 4-2!
Vejle tapti 1-0 í Keyp-
mannahavn ímóti B93, sum
harvið bjargaði sær. Tað eru
góðir møguleikar fyri, at
Vejle eisini fær eitt ár aft-
urat í 1. deild. Umframt
B1913 er FC Aarhus flutt
niður, og Brønshøj tapið
ímóti Randers ber við sær,
at Brønshøj eftir øllum at
døma eisini fer at flyta
niður.
K’ge vann 5-1 á heima-
vølli ímóti Fredericia, og
Skjold vann 2-1 á útivølli
ímóti Ølstykke.
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Silkeborg
29
21 - 4 - 4
68
22
46
67
2 Randers FC
29
20 - 3 - 6
82
41
41
63
3 AC Horsens
29
18 - 5 - 6
49
26
23
59
4 Køge
29
17 - 7 - 5
59
37
22
58
5 Sønderjyske E
29
15 - 6 - 8
69
47
22
51
6 Skjold
29
15 - 4 -10
58
47
11
49
7 Ølstykke
29
13 - 3 -13
58
52
6
42
8 Nykøbing
29
12 - 4 -13
43
49
-6
40
9 FC Nordjylland 29
10 - 9 -10
34
41
-7
39
10Fremad Amager 29
9 - 7 -13
14
50
-36
34
11Fredericia
29
8 - 9 -12
39
46
-7
33
12B 93
29
7 - 7 -15
42
47
-5
28
13Vejle
29
7 - 6 -16
41
58
-17
27
14Brønshøj
29
6 - 6 -17
41
74
-33
24
15FC Aarhus
29
5 - 5 -19
28
69
-41
20
16B 1913
29
3 - 7 -19
26
72
-46
16
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle),
Jann Ingi Petersen, Andrew
av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan
Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 HIK
29
17 - 7 - 5
65
41
24
58
2 Dalum
29
16 - 5 - 8
66
42
24
53
3 Næstved
29
14 - 8 - 7
58
33
25
50
4 Holbæk
29
14 - 8 - 7
61
41
20
50
5 Kolding FC
29
14 - 7 - 8
52
41
11
49
6 B1909
29
13 - 5 -11
55
46
9
44
7 Slagelse
29
11 - 7 -11
52
44
8
40
8 Hjørring
29
12 - 3 -14
46
72
-26
39
9 Brabrand
29
10 - 8 -11
49
45
4
38
10Glostrup
29
11 - 4 -14
52
56
-4
37
11Lyngby
29
9 - 9 -11
49
60
-11
36
12Kalundborg
29
8 - 9 -12
55
62
-7
33
13Jetsmark
29
8 - 9 -12
37
59
-22
33
14Holstebro
29
8 - 6 -15
46
60
-14
30
15Skive
29
8 - 4 -17
48
59
-11
28
16Hvidovre
29
5 - 9 -15
30
60
-30
24
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby)
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Fylkir
5
3 - 2 - 0
7
2
5
11
2 Keflavík
5
3 - 1 - 1
7
5
2
10
3 ÍA
5
2 - 2 - 1
5
3
2
8
4 FH
5
2 - 2 - 1
5
4
1
8
5 KR
5
2 - 1 - 2
6
7
-1
7
6 ÍBV
5
1 - 3 - 1
6
6
0
6
7 Grindavík
5
1 - 3 - 1
5
6
-1
6
8 Fram
5
1 - 2 - 2
7
7
0
5
9 KA
5
1 - 1 - 3
4
6
-2
4
10Víkingur R
5
0 - 1 - 4
2
8
-6
1
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benja-
minsen og Hans Fróði Hansen (Fram)
Hjalgrím Elttør byrjaði
millum teir fyrstu ellivu
hesaferð, og hann
takkaði fyri álitið við at
skjóta tvey av málunum
í 3-1 sigrinum. Triðja
Fremad-málið skeyt
Andrew av Fløtum
Hjalgrím takkaði
fyri álitið