Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur Eingin skarar framúr Hilmar Jan Hansn Tað heila vendi upp og niður beinanvegin í lands­kapp­ ingini hjá bestu kvinnu­lið­ unum, tá KÍF vann á trí­ faldu greipuvinnarunum úr Mjølni, men longu í næsta um­far­inum fekk KÍF ein líka stóran avsmurning frá TB. Við øðrum orðum er ikki líkt til, at tað er so lætt at peika á ein ávísan favoritt í kvinnu­ kappingini í vetur. Leygardagin tók Mjølnir so ímóti SÍ, sum í sínum fyrsta dysti hevði vunnið á Fleyr. Hetta eru tey trý lið­ini, sum hava verið tey fremstu seinnu árini, og tað bleiv eisini til ein spenn­andi fimm­settara í Bad­minton­ høllini í Klaksvík, áðrenn Mjølnir stóð sum vinnari. Fleyr var sunnudagin á Kambsdali og spældi ímóti ÍF, og har eydnaðist kvinnunum úr Havn at vinna 3-0, so tær eru nú eisini komnar upp á stigatalvuna, har tað er SÍ, ið er fremsta liðið. Kvinnurnar úr Sørvági eru einsamallar á odda við fýra stigum, og tær eru framm­an fyri fýra lið við trim­um stigum – TB, Dráttur, Fleyr og KÍF. Mjølnir fekk bara tvey stig fyri 3-2 sigurin leygar­dagin og er beint aftan fyri hini. Og frá fyrsta til sætta pláss er munurin bara tvey stig, so kappingin sær opnari út, enn hon ofta hevur gjørt tað. Øðrvísi skipan Sum vit hava nevnt áður, er endaspurturin í kapp­ing­ ini í Eik-ligunum hjá bæði kvinnum og monnum broytt­ ur, so nú skulu hálvfinalur spæl­ast. Tí eru tað ikki longur bara tvey bæði fremstu liðini á endaligu stiga­talvuni, sum sleppa upp í part, tí fýra lið eru um boðið. Tá vanliga landkappingin er spæld, skulu fýra tey fremstu liðini spæla hálv­ finalur ímóti hvørjumøðrum, so nummar eitt spælir ímóti numm­ar fýra og nummar tvey ímóti nummar trý. Vinn­ararnir í teimum báð­ um dystunum spæla so FM-finalur­nar, ið framvegis verða spældar eftir »best av trimum«-leistinum. Í landskappingini hjá kvinn­um er hartil galgandi, at hetta »endaspælið« verður talt upp í sjálva kappingina, so kvinnuliðini ikki longur spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum­øðrum, men bara tvær ferðir, og stigini verða koyrd í helvt, tá sjálv lands­ kapp­ingin er komin hálva leið. hilmarjan@sosialurin.fo Nú flestu liðini í Eik-liguni hjá kvinnum hava spælt tveir dystir og tvey av teimum enn bara hava spælt ein, er einki lið, ið skarar sannførandi framúr Mjølnir vann um vikuskiftið í einum spennandi fimmsettara á SÍ, sum tó framvegis er á odda í Eik-liguni, ið sær javnari út enn hon plagar Savnsmynd: Álvur Haraldsen Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 2 1 1 5 4 1 4 2 TB 1 1 0 3 0 3 3 3 Dráttur 1 1 0 3 1 2 3 4 Fleyr 2 1 1 4 3 1 3 5 KÍF 2 1 1 3 3 0 3 6 Mjølnir 2 1 1 3 5 -2 2 7 ÍF 2 0 2 1 6 -4 0 Mjølnir - SÍ 3-2 (25-13, 24-26, 25-16, 25-27, 15-6) ÍF - Fleyr 0-3 (settúrslit ókend) U19-liðini aftast Hilmar Jan Hansen Hvørki hjá kvinnunum ella monnunum hjá Føroyum, eydnaðist at vinna nakran dyst í NEVZA-kappingini fyri U19-landslið, sum hevur ver­ið í Ikast í Danmark, og tí end­aðu bæði liðini aftast. Kvinnurnar komu í bólk saman við Danmark og Íslandi, meðan Norra, Ong­land og Svøríki vóru í hin­um bólkinum. Føroyar taptu fyrst 3-0 fyri Íslandi, sum vann við settunum 25- 18, 25-16 og 25-14, og síðani aftur 3-0 fyri Danmark, har sett­ini vóru 25-15, 25-16 og 25-12. Danmark vann bólkin við fullum stigatali, sum var seks stig, og Ísland fekk trý, meðan Føroyar einki stig fingu. Í fjórðingsfinaluni spældu Føroyar ímóti Norra, sum bleiv nummar tvey í hinum bólkinum, men Føroyar taptu 3-0 við sett­úrslitunum 25-10, 25-15 og 25-13. Eftir var so bara at spæla um fimta plássið, og har var mótstøðuliðið Ísland, sum eisini hevði tapt sína fjórðingsfinalu. Enn eina­ ferð taptu Føroyar fyri Íslandi, men vunnu tó eitt sett, tí dysturin 3-1 við sett­ unum 25-10, 25-22, 24-26 og 25-20. Svøríki vann gull, Norra silvur og Danmark bronsu, og síðani var Ongland numm­ar fýra, Ísland numm­ar fimm og Føroyar nummar seks. Vunnu eisini sett Eisini í kappingini hjá U19- monnunum vóru tveir bólk­ar, har Føroyar komu í bólk saman við Danmark og Svøríki, meðan Ísland, Ong­land og Norra vóru í hin­um bólkinum. Her taptu Føroyar fyrst 3-0 fyri Dan­ mark, sum vann settini 25- 15, 25-12 og 25-11, og síðani taptu Føroyar 3-0 fyri Svøríki við settunum 25-22, 25-10 og 25-16. Svøríki fekk seks stig, Danmark trý og Føroyar einki, so tí skuldu Føroyar spæla fjórðingsfinalu ímóti Norra, sum bleiv næst­ fremst í hinum bólkinum. Men her var heldur einki at gera, tí Norra vann 3-0 við sett­unum 25-14, 25-12 og 25-10. Tí skuldu menninir eisini spæla um fimta plássið, og tað gjørdu teir ímóti Íslandi, sum endaði aftast í hinum bólkinum. Men íslendingar høvdu munin, hóast Føroyar vunnu fyrsta settið, og dysturin endaði 3-1 við settúrslitunum 21-25, 25- 19, 25-22 og 25-18. Her bleiv endaliga úrs­ litið, at Norra vann gull, Danmark silvur og Svøríki bronsu, og so var Ongland nummar fýra, Ísland nummar fimm og Føroyar nummar seks. hilmarjan@sosialurin.fo