Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 ítróttur flogbóltur Ternan tikið time-out – Av tí at vit ongan venjara fingu til besta kvinnuliðið hetta kappingarárið, valdu vit ikki at hava kvinnulið í Eik-liguni. Vit fara heldur ikki uppaftur í bestu deildina, fyrr enn vit eru ordiliga klár og hava bæði venjara og fíggjarligt grundarlag til tað, sigur Katrin Olsen Hilmar Jan Hansen Flogbóltsfelagið á Toftum, Ternan, sum hevur havt lið í Eik-liguni hjá kvinnum seinnu árini, er ikki við í bestu kvinnudeildini í ár. So­ statt eru kvinnuliðini í Eik- liguni sjey í tali, samanborið við, at tey hava verið átta tey seinnu árini. – Vit hava snøgt sagt valt at tikið ein steðg frá bestu deildini, tí tað ikki eydnaðist okkum at fáa nakran venjara til liðið í vetur. Vit royndu at ringja runt og senda teldu­ brøv, men tað lá ikki fyri hjá nøkrum at koma at venja Ternuna, so tí valdu vit at taka kvinnuliðið úr Eik- liguni, sigur Katrin Olsen, sum hevur verið ein av eld­ sál­unum aftan fyri flog­ bóltin á Toftum og har um leið­ir. – Eisini hevur tað verið øgiliga torført hjá okkum at fáa fíggjarligan stuðul, og tá er tað ikki lætt at hava eitt lið í bestu deildini. Tað er stuttligt at spæla, men tað heila verður skjótt strævið, um tú eisini skalt taka tær av so nógvum øðrum aftrat, so sum at fáa pengar til vega. Sjálv var Katrin í fjør venjari hjá kvinnunum, og tá fekk hon góða hjálp frá Jóhan Dávuri Højgaard, men hon er lesandi og hevur ikki so góðar stundir at hava venj­ing­ina um hendi. Serliga ikki, nú hon er í ferð við at skriva spesiali, so hon kundi í øllum førum ikki taka sær av venj­ingini. – Tí máttu vit bara taka eina avgerð um, at vit fyribils tóku liðið úr kappingini í Eik-liguni, tí tað gevur onga mein­ing, um eitt nú TB skal koma allan vegin úr Suður­ oynni fyri at spæla dyst á Toftum ímóti einum liði, sum ikki er nóg gott til at geva nakra mótstøðu, sigur hon. Fýra farnar til ÍF Úrslitið varð so, at Ternan gjørdi eina avtalu við ÍF um, at fýra spælarar frá Tern­ uni skuldu fara at spæla við ÍF í vetur, og tí eru Bára Brynleifs­dóttir, Hilma Beintu­dóttir Mikkelsen, Tórhild Kvilt Olsen og Karin Joensen í vetur partur av lið­ num hjá ÍF í Eik-liguni hjá kvinnum. – Tær eru 17-18 ára gamlar, so tær eru í bestu árum til at menna seg og gera framstig, so tað verður gott hjá okkum at fáa tær aftur um kanska trý ár ella hvat tað verður, tá vit aftur eru til reiðar at hava lið í bestu deildini, sigur Katrin Olsen. – Nú er Ternan so ungt felag, at tær vóru allar við í tí fyrsta árganginum hjá okk­ um, so tær byrjaðu at spæla flog­bólt á Toftum sum 12 ára gamlar. Kundu vit fingið fýra góðar spælarar burtur úr hvørjum árgangi, so hevði staðið væl til við fólki, tá vit aftur fóru upp í Eik-liguna at spæla. Hóast Bára, Hilma, Tórhild og Karin hava styrkt um liðið hjá ÍF, er enn ikki eydnast teimum at vinna nakran dyst, so enn er sjálv­ andi ikki greitt, um heldur ikki hesin styrkurin kann gera mun hjá teimum í Fugla­ firði. Men – Í fjør endaðu vit aftast, men vunnu onkran dyst allíka­væl, og tá var tað so­ leiðis alt kappingarárið, at Ternan og ÍF lógu og kapp­að­ ust um ikki at enda á aftasta plássi, sigur Katrin. – Men Bartal Eliasen tekur sær av at venja hesar ungu spælararnar, so tær fáa óivað meira burturúr at spæla dystir í bestu deildini og at venja munandi meira, enn um tær framvegis vóru í Tern­uni og bara spældu við 1. deildarliðnum, ið spælir mun­andi færri dystir og ikki er við í steypakappingini. Styrkja ungdómin Sjálvt um Ternan ikki er við í bestu kvinnudeildini, er felagið við í bæði 1. og 2. deild hjá kvinnum, umframt 1. deild hjá monnum, og eisini hevur felagið lið í barna- og ung­dóms­deildunum, so alt annars koyrir sína vanligu gongd hjá flogbóltinum á Toftum, sum hevur sín heima­vøll í stóru høllini í Tofta skúla. – Eg geri ikki sjálv so nógv við flogbóltin í vetur, men eri við á 1. deildarliðnum, sum bara venur tvær ferðir um vikuna, so tað er ikki so øgiliga seriøst. Vit eru so á odda í 1. deild, og fyri tað kundu vit kanska flutt upp­aftur í Eik-liguna longu næsta ár, men tað gera vit í øllum førum ikki, uttan vit fáa onkran venjara og eisini neyðuga fíggjarliga stuðulin, sigur Katrin Olsen. – Tað eru enn tey somu, sum byrjaðu felagið, ið fram­ vegis eru fremsta drívmegin, so einki er at siga til, at vit hava hug til at møðast eitt sindur, hóast hetta hava verið seks stuttlig ár. Tað gekk bara kanska í so skjótt hjá okkum at koma upp í Eik- liguna, tí vit vunnu fyrsta árið 2. deild og annað árið 1. deild, so vit longu triðja árið vóru uppi í bestu deildini, har vit tó staðið okkum hampu­liga væl og tað eina árið endaðu sum nummar fýra. Katrin Olsen heldur tí, at tað eisini er neyðugt, at onnur koma at hjálpa til, tí tað verður ov tungt í longd­ ini, tá tað alla tíðina eru tey somu, ið skulu gera alt. Sum dømi nevnir hon, at fíggjar­ ligi parturin krevur nógva tíð og orku, tí tað er ikki bara stuttligt at ringja til kanska hundrað møguligar stuðl­ ar fyri at fáa eitt oyra frá kanska fimm av teimum. – Hetta er eisini ein orsøk til, at vit heldur hava valt at lagt orkuna í børnini og tey ungu, og tað er heldur ikki so kostnaðarmikið sum at hava besta liðið við í Eik-lig­ uni. Kanska hava vit eisini lært eitt sindur av hesum fyrstu árunum, so vit nú ikki skunda okkum ov nógv, men held­ur geva tol og royna at byggja Ternuna upp frá teim­um yngstu, sigur Katrin Olsen. hilmarjan@sosialurin.fo Ternan fekk ongan venjara og hevur tí tikið besta kvinnuliðið úr Eik-liguni. Men felagið hevur lið í øllum hinum deildunum og byggir seg upp til at koma uppaftur um nøkur ár Savnsmynd: Álvur Haraldsen