hósdagur 23. oktober 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eftir fyrireikingar í tvey ár kennist tað sera gott at vera komin til eina
avgerð og fara ígongd, sigur Regin Jacobsen, sum skrivar undir fyrstu
sáttmálarnar fyri virði á 250 milliónir krónur. Nýggja virkið hjá Bakkafrost
kostar tilsamans 450 milliónir og skal takast í nýtslu í januar 2016
Jón Brian Hvidtfeldt
– Endamálið við íløguni er,
at Bakkafrost eisini um 10
ár er fremst. Tað er okkara
mál.
Regin Jacobsen skrivar
í dag, hósdag, undir fyrstu
sáttmálarnar, ið sambært
fyritøkuni sjálvari er ein
íløga í framtíðina.
Í
fjørsummar
legði
Bakkafrost fram eina stóra
íløguætlan, sum í summar
varð bæði víðkað og fram
skundað. Alirisin við heim
staði á Glyvrum skal í ár og
næstu trý árini gera íløgur
fyri 1370 milliónir krónur.
Ein triðingur av pengunum,
450 milliónir krónur, verða
lagdir í spildurnýggja virkið
á Glyvrum.
– Vit kunnu ikki fram
haldandi
gera,
sum
vit
gjørdu fyrr. Tí byggja vit eitt
virki við nýggjastu tøknini á
marknaðinum, ið gevur betri
góðsku og effektivari fram
leiðslu, umframt at fram
leiðsluorkan økist munandi,
sigur Regin Jacobsen.
Virkið
verður
somikið
stórt og effektivt, at 450
tons av laksi kunnu fara
ígjøgnum maskinurnar og
koma út aftur sum lidnar
portiónir, hvørt samdøgur.
So stórar vera nøgdirnar
ikki hvønn dag, av tí einføldu
orsøk at so nógva rávøru
hevur Bakkafrost ikki at
arbeiða við.
– Men økti kapasiteturin
minkar munandi um váðan,
tí tá kunnu vit taka fisk nógv
skjótari enn í dag, vísir tað
seg at vera neyðugt, sigur
Regin Jacobsen og sipar til
sjúkutilbúgvingina í aliøkj
unum kring landið.
Íløgan
Við nýggja virkinum verður
øll framleiðslan hjá Bakka
frost, frá kryvjing til lidnu vør
una, savnað undir einum og
sama taki. Tilsamans verður
talan um 16.000 fermetrar,
fullir av maskinum og tøkni.
– Tekniska partin bjóðaðu
vit út í vár. Okkurt um 100
fólk frá eini 60 feløgum
møttu, tá vil løgdu okkara
ætlan fram í Brússel í vár, og
síðani hava vit samráðst við
nakrar av teimum fyritøkum,
ið vóru mest áhugaverdar.
Vit skuldu finna rætta tilboð
ið, bæði viðvíkjandi góðsku,
effektiviteti og prísi, greiðir
Regin Jacobsen frá og vísir
til einar 500 síður, ið lýsa
tøkniliga partin av íløguni.
Í juni varð sjálvur bygn
ingurin bjóðaður út.
– Eisini her hevur áhugin
verið rímuliga stórur, sigur
Regin Jacobsen og vísir á,
at millum tríggjar og sjey
fyritøkur hava bjóðað uppá
ymsu arbeiðstøkurnar.
Størsti
ordrin
fór
til
Articon, sum fær uppgávuna
at byggja sjálvan bygningin.
Ein ordri á umleið 60 milli
ónir krónur.
– Av teimum 250 millión
unum, sum vit í dag gera
sáttmálar um, fer umleið
helvtin til føroyskar veitarar,
upplýsir Regin Jacobsen.
Útlendska
helvtin
fer
serliga til tøkniliga partin og
maskinurnar.
– Sum keypari vil man
sjálvandi altíð hava tað so
bíligt sum møguligt. Men
stórtsæð eri eg nøgdur við til
boðini, sigur Regin Jacobsen,
sum somuleiðis fegnast um
føroysku luttøkuna:
– Okkara fyritøka vil
fegin hava føroyskar veit
arar, sjálvandi treytað av at
fyritøkurnar eru kappingar
førar í dygd og prísi, og tað
vísa tær seg at vera. Men
sjálvandi eru nakað av tøkni
liga partinum, ið vit noyðast
at keypa uttanlands av tí
einføldu orsøk, at tað fæst
ikki í Føroyum, sigur Regin
Jacobsen.
Sambært stjóranum hev
ur fyritøkan lagt seg eftir
at virkið skal vera so fram
komið sum yvirhøvur tilber.
Tilgongdin krevur nógv av
Bakkafrost, sum hevur sett
fólk innanhýsis í fyritøkuni
til at hava ábyrgd av bygg
ingini, umframt at uttan
hýsis ráðgevar eru keyptir
til uppgávuna.
Byggingin
Sáttmálar eru longu undir
skrivaðir fyri 250 milliónir
krónur, og næstu vikurnar
skal stjórin í Bakkafrost
undirskriva sáttmálar fyri
í verki
Nú skal
arbeiðið
fremjast
nýggja virkið hjá bakkafrost
Jón Sigurdsson skrivar undir sáttmálan, ið tryggjar Articon
arbeiðið at byggja nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Articon fær 60 milliónir burtur av sáttmálum fyri tilsamans
250 milliónir, ið Regin Jacobsen undirskrivar í dag, hósdag
Mynd: Hilmar Jan Hansen