hósdagur 23. oktober 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nýggja virkið hjá bakkafrost
aðrar 200 millónir krónur.
Havnalagið á Glyvrum er
longu bygt út til endamálið,
bæði við longdum bryggju
kanti og við at dýpa framm
anfyri, kassavirkið er bygt,
og um fáar vikur síggjast
fyrstu linjurnar til nýggja
virkið.
– Articon fer at rigga til
innan fýra-fimm vikur, og so
verður annars farið ígongd.
Gongst sum ætlað og veturin
ikki verður ov harður, so
stendur bygningurin uppi í
apríl-maj og verður innilok
aður um eitt ár, greiðir Regin
Jacobsen frá.
Sambært stjóranum verð
ur farið undir at seta maskin
urnar upp á heysti næsta ár.
– Gongur alt sum ætlað, so
fara fyrstu nøgdirnar gjøgn
um nýggja virkið í januar
2016, sigur Regin Jacobsen.
Eingin ivi er um, at virk
semið verður nógv á bryggj
uni á Glyvrum hetta tíðar
skeiðið.
– Satt at siga veit eg ikki,
júst hvussu nógv fólk vera til
arbeiðis. Men tey vera óivað
nógv, ikki minst tá maskin
urnar skulu setast upp, sigur
Regin Jacobsen.
Afturat stóra framleiðslu
bygninginum er á tekningini
eisini ein bygningur, peik
andi niðan móti lendinum,
partvís standandi á stabbum
út yvir sjógvin. Tann ætlanin
verður tó ikki framd í verki
beinanvegin:
– Vit hava ætlanir um at
byggja ein nýggjan skriv
stovubygning, men tað má
bíða eitt sindur. Í fyrstu at
løgu byggja vit sjálvt virkið,
sigur Regin Jacobsen og legg
ur speiskliga afturat:
– Nú mugu vit fyrst fáa
nýggja virkið ígongd og
tjena eitt sindur av pengum.
So mugu vit síggja, um tað
verða pengar til at byggja
nýtt høvuðssæti um nøkur
ár.
Sambært samlaðu íløgu
ætlanini
hjá
Bakkafrost
roknar fyritøkan við at
spara 70-90 milliónir krónur
um árið við at effektivisera
sítt virksemi og miðsavna
framleiðsluna á Glyvrum.
Sparingin skal síggjast í mun
til samlaðu íløguna, ið sum
nevnt verður 1370 milliónir
krónur frá í ár til og við 2017.
Í hesum liggja stórar út
byggingar á landi, soleiðis
at smoltini kunnu veksa seg
upp til 200-300 gram, áðrenn
tey verða sett á sjógv. Í íløg
uni er brunnbáturin, sum
er á stødd við stóru upp
sjóvarskipini og kostar 220
milliónir krónur at byggja.
Og her er nýggja virkið á
Glyvrum, ið sum nevnt kost
ar 450 milliónir krónur at
byggja.
Tá
nýggja
virkið
á
Glyvrum fer ígongd, ætlandi
í januar 2016, verður talan
um nógv tað størsta arbeiðs
plássið í Eysturoynni.
– Vit rokna við, at okkurt
um 300 fólk koma at arbeiða
á virkinum, sigur Regin
Jacobsen.
– Gongst sum ætlað og veturin ikki verður ov harður,
so stendur bygningurin uppi í apríl-maj og verður
innilokaður um eitt ár, sigur Regin Jacobsen
Eitt avgerandi lið í stóru
íløguætlanini hjá Bakka
frost er nýggi brunnbát
urin, sum bæði kann flyta
stórar nøgdir og kann
brúkast í stríðnum móti
laksalúsini.
–
Báturin
gevur okkum heilt nýggjar
møguleikar, sigur Regin
Jacobsen.
Tað er ikki av tilvild,
at Bakkafrost í hesum
døgum letur skip byggja á
turkiskari skipasmiðju fyri
220 milliónir krónur. Nýggi
brunnbáturin er 76 metrar
langur og 16 metrar breiður
og harvið á stødd við upp
sjóvarskipið Finnur Fríða.
Brunnbáturin
tekur
3000 rúmmetrar av vatni,
og hann lastar 450 tons av
livandi laksi.
– Á henda hátt kunnu
vit taka allan laksin í einum
heilum aliringi upp í skipið
og flyta hann beinleiðis
til virkingar á Glyvrum,
greiðir Regin Jacobsen frá.
Brunnbáturin, ið longu
hevur fingið navnið Hans
á Bakka, verður latin av
Tersan
skipasmiðjuni
í
Turkalandi flaggdagin og
er væntandi í Føroyum
hálvan mai.
Stjórin
sær
stórar
møguleikar í bátinum.
– Ætlanin er at avlúsa
laks í feskum vatni umborð
á skipinum. Vit taka laksin
úr einum aliringi, flyta
hann umborð á skipið og
lata hann svimja har í ein
tíma ella til lúsin doyr,
sigur Regin Jacobsen.
Tað verður í praksis
gjørt við at súgva laksin
upp í skipið við stórum
slangum eftir serligum
leisti, soleiðis at salti sjógv
urin ikki kemur við um
borð.
Stjórin vísir til royndir
og kanningar, ið staðfesta
at laksalús doyr í feskum
vatni.
– Vísir tað seg at virka,
so eru stórir fyrimunir og
nógvir pengar at spara
við at avlúsa á henda hátt,
sigur Regin Jacobsen.
Í dag verða kemisk evni
brúkt til at avlúsa, og alt
verður gjørt úti á firð
unum. Tað krevur nógv ar
beiði og tekur tíð.
Sum liður í hesum leisti
hevur
Bakkafrost
eis
ini gjørt íløgu í ein 5000
rúmmetrar stóran tanga
á landi, soleiðis at brunn
báturin altíð kann fyllast
við feskum vatni, skjótt
og lætt. Afturat tí hevur
skipið tøkni umborð, ið
kann reinsa vatnið í tang
unum.
– Hans á Bakka kemur
til Føroya í mai, og virkið
verður ikki klárt fyrr enn í
januar 2016. Tað gevur okk
um tíð til at gera neyðugu
royndirnar við at brúka
hann til avlúsing, sigur
Regin Jacobsen.
jonbrian@sosialurin.fo
Stórar
vónir til
Hans á Bakka
FAKTA
Partabrævið hjá Bakkafrost er síðsta árið farið úr kurs-89 upp í kurs-157 á keypsskálanum
í Oslo, og harvið er dagsvirðið á fyritøkuni góðar 6,8 milliardir danskar krónur. Síðstu fimm
árini hevur Bakkafrost útgoldið partaeigarunum 576 milliónir í vinningsbýti. 2013 var metár
hjá Bakkafrost, sum hevði 727 milliónir í yvirskoti, og sambært hálvársroknskapinum fyri 2014
heldur góða gongdin fram. Týsdagin leggur Bakkafrost fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing.