hósdagur 23. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MAKRELLOYVI
Jacob Vestergaard skal
nú standa sína roynd
Áki Bertholdsen
- Nú skal Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fiski
vinnumálum, standa sína
roynd.
Tað staðfestir Poul Mic
helsen, formaður í Framsókn
og tingmaður fyri flokkin.
- Tapir hann, er eingin
annar útvegur enn at bæði
hann, og fólk í umsitingini í
Fiskimálaráðnum, leggja frá
sær, leggur Poul Michelsen
afturat.
Tað, hann sipar til, er at
mánadagin og týsdagin skal
Jacob Vestergaard í rættin,
har Óli Jacobsen, útróðr
armaður á Argjum, hevur
stevnt Fiskimálaráðnum fyri
at umsita lógina um vinnu
ligan fiskiskap ólógliga.
Rættarmálið snýr seg um,
at landsstýrismaðurin hevur
brúkt eina undantaksreglu í
lógini um vinnuligan fiski
skap til at býta kvotuna av
uppsjóvarfiski eftir.
Við undantaksregluni í
hondini, hevur hann nokað
skipum
og
bátum,
sum
annars eru umfatað av lógini
um vinnuligan fiskiskap,
at fáa ein stert burtur av
makrelkvotuni.
Samstundis
verður
undantaksreglan brúkt til
at geva skipum, sum annars
ikki eru umfatað av lógini,
virði fyri millardir.
Undantakið
bleiv reglan
- Tá ið dómurin fellur, fáa vit
at vita, um Fiskimálaráðið
hevur umsitið lógina um
vinnuligan fiskiskap á rætt
an og lógligan hátt, sigur
Poul Michelsen.
- Tapir Fiskimálaráðið, má
roknast við einum drúgvum
og álvarsligum eftirspæli,
har øll fiskivinnuumsiting
hjá landsstýrinum seinnu
árini má endavendast.
Sjálvur
heldur
Poul
Michelsen, at sannlíkindini
eru rættiliga stór fyri, at
Fiskimálaráðið tapir sakina.
- Ein undantaksregla er
nettupp ein regla, sum skal
brúkast í heilt serstøkum
førum. Men í hesum føri
verður
undantaksreglan
gjørd til meginreglu til at
býta virði fyri milliardir til
ein flota av uppsjóvarfiski.
- Samstundis fáa skip og
bátar, sum annars eru um
fatað av lógini, ikki ein stert
í sín part.
- Sjálvur søkti Óli Jacob
sen fyri seg sjálvan, og einar
1100
aðrar
útróðrarmenn
um at fáa burtur av makrel
kvotuni, men teir fingu nokt
andi svar og tí hevur hann
nú stevnt.
Samstundis hevur hann
kravt, at manningin á báti
num hjá honum, Lírabergi,
fær 375.000 krónur í endur
gjaldi.
Poul Michelsen heldur,
at hetta er eitt so grund
leggjandi sakarmál, at hann
heitti á løgtingsformannin
um at geva løtinginum frí
hesar dagarnar, sakarmálið
er til viðgerar.
- Tað vísti seg, at løgtingið
hevði frí kortini, men eg
haldi, at sakarmálið er so
grundleggjandi, at tingfólk
eiga at møta upp í rættinum
at fylgja við.
Eitt bragd
Samstundis kann tingmað
urin fyri Framsókn ikki
annað enn hava virðing fyri
einum útróðrarmanni, sum
brúkar so ómetaliga nógvar
kreftir upp á seta seg upp
ímóti yvirmaktini.
- Hetta er Dávid ímóti
Goliat og eg haldi, at tað er
einki minni enn eitt bragd, at
ein einstakur útróðrarmaður
nú stillar alla okkara skipan
til svars í rættinum, sigur
Poul Michelsen.
Sjálvur skilir hann ikki,
hvussu tað ber til at umsita
eitt so stórt náttúruríkidøm
ið eftir eini undantaksreglu.
Tí skilir hann heldur ikki,
hví Fiskimálaráðið ikki bara
hevur útvegað sær eina
greiða heimild at umsita
uppsjóvarkvotuna eftir.
Hann sigur, at tapir Fiski
málaráðið má øll umsitingin
av okkara fiskivinnu enda
vendast.
- Men sjálvandi eigur tað
at fáa bæði politiskar og um
sitingar avleiðingar í Fiski
málaráðnum, leggur hann
afturat.
-
Hetta
er
ómetaliga
grundleggjandi, tí nú fáa vit
at vita um vit hava umsit
ið virði fyri milliardir rætt,
ella um umsitingin er í heim
ildarloysi, sigur Poul Michel
sen.
Tapir hann, eigur hann at fara frá
og tað eiga fólk í umsitingini eisini
Áki Bertholdsen
Hóast tørvurin er ómetaliga
stórur í Havnini, er einki
gjørt hesi seinastu 30 árini.
Í løgtinginum í gjár vildi
Rigmor Dam, tingkvinna
fyri Javnaðarflokkin, hava
at vita frá Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu
í
al
mannamálum, hvat hon
ætlar at gera fyri at nøkta
tørvin á bústøðum, verk
staðarplássum og virkis
húsum til fólk við serligum
tørvi í Havnini.
Hon sigur, at tørvurin er
bráðneyðugur. Men sam
stundis vísir hon eisini
á, at í Havn eru eingir
bústaðir útvegaðir til fólk
við serligum tørvi, síðani
danski staturin gav okk
um Eirargarð fyrst í áttati
árunum.
- Hann skuldi vera bú
staður burturav, men nú
verður
kortini
helvtin
av honum brúktur til alt
møguligt annað.
Hon veit dømi um, at
fýra ungfólk í Havn máttu
sendast á bústovn í Klaks
vík at vera, tí einki var til
teirra í Havn.
- Hinvegin eru bústovnar
bygdir kring landið, men
Havnin er púra gloymd,
sigur Rigmor Dam.
Útjaðarin fram um
Annika Olsen ásannar, at
samgongan hevur tikið út
jaðaran framum høvuðs
staðin, tá ið tað viðvíkur at
byggja íbúðir til fók við ser
ligum tørvi.
Hon ásannar at tørvurin
er stórur í Havn.
- Men hann hevur eisini
verið ovurstórur kring land
ið og hesa tíðina hava vit
lagt dent á at byggja kring
landið, sigur hon.
Hon vísti eisini á, at
summastaðni kring landið,
hava kommunurnar gingið
á odda fyri at útvega bú
staðir til fólk við serligum
tørvi.
Og Annika Olsen heitti
beinleiðis á Tórshavnar Bý
ráð um at vera meiri virkin
á hesum øki.
Tó legði Annika Olsen
afturat, at 10,6 milliónir
krónur eru settar av til eitt
sambýli í Suðurstreymoy.
- Vit kunnu altíð tosa um,
hvussu langt tað røkkur,
men í hesum sambandi
verður tað ein avbjóðing
at kanna eftir um tað ikki
ber til at byggja øðrvísi enn
vanligt fyri at fáa sum mest
fyri pengarnar.
Hon ætlar, at í hesum
føri skal talan verða um bú
staðir til fólk við autismu,
men annars er sambýli til
sálarsjúk eisini bygt í Havn.
Men hon ásannar, at
Havnin hevur verið við
sviðusoð, tá ið tað kemur til
at byggja bústaðir við serlig
um avbjóðingum og tað er tí
at samgongan hevur raðfest
bygging kring landið.
Havnin dottin niðurímillum
SERLIGUR TØRVUR Tað er
nógv bygt kring landið, men
Havnin er púra gloymd
RÆTT ELLA SKEIVT
Nú fáa vit at vita um Jacob Vestergaard hevur gjørt rætt ella skeivt, tá ið hann
hevur býtt virði fyri milliardir út, sigur Poul Michelsen