hósdagur 23. oktober 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í starvinum fært tú møguleika, at:
• leiða virksemið saman við einum stýri, ið
brennur fyri at styrkja um arbeiðsførleikar við
mennandi arbeiðsvirksemi og útbúgving.
• samstarva við dugnalig og framskygd
starvsfólk og saman við teimum røkka
settum málum.
• seta tíni fingramerki á eitt dynamiskt,
spenn andi og mennandi arbeiðspláss, har
starvsfólk spíra og mennast.
Vit ynskja ein stjóra, ið:
• er savnandi og hevur evni at stuðla undir at
menna virksemið og starvsfólkini.
• megnar at samansjóða deildir og at
samstarva við starvsfólk og aðrar
samstarvsfelagar.
• hevur umsitingarligar førleikar og er væl
skipað/-ur. Hevur skil fyri fíggjarstýring
og kunnleika til roknskap. Hevur góðan
munnligan og skrivligan málførleika umframt
telduførleika á brúkarastøði.
• Hevur viðkomandi útbúgving og
leiðsluroyndir.
Stjórin hevur tilvísing til stýrið fyri Dugna.
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá
Tænastu mannafelag Landsins, tó uttan at vera
tænastu manna starv. Miðjað verður eftir, at
nýggi stjórin byrjar 1. januar 2015, men vit bíða
fegin longri eftir rætta stjóranum.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Ásu Olsen, stýrisforkvinnu millum klokkan
16.00 – 20.00 á tlf. 519382.
Umsókn við prógvum, C.V. og øðrum
viðkomandi skjølum verður at stíla til:
Dugni, á Hjalla 7A, Boks 301, 110 Tórshavn.
Ella til t- post: dugni@dugni.fo
Umsóknir skulu verða Dugna í hendi áðrenn
fríggjadagin tann 7. november kl. 14.00.
Samrøður verða í viku 47.
Dugni hevur hesi trý hjartamál: 1. Vit taka støði í tí einstaka. 2. Vit viðurkenna ymiskleika 3. Vit styrkja arbeiðsførleikar.
Meir um Dugna á heimasíðuni www.dugni.fo
Stjóri til Dugna
Vit sóknast eftir eini eldsál at standa á odda fyri virkseminum hjá Dugna
sansir.fo