Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í fjør byrjaði ein stór umskipanartíð í Kriminalforsorgini í Danmark. Frammanundan hava bæði løgregla og dómsvald verið ígjøgnum umskipan, og nú var túrurin komin til Kriminalforsorgina Kriminalforsorgin umskipað Eirikur Lindenskov Varðhaldið í Mjørkjadali og Fría-deildin í Havn er nú undir felags leiðslu. Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminalforsorgini, sigur, at boð komu frá Direktorat­ inum fyri Kriminal­for­sorg­ ina í oktober í fjørum, at Varð­haldið (arrestin) og Fría-deildin í Havn, sum ein roynd, skuldu skipast av nýggj­um við felags leiðslu og fyrisiting. Hesir báðir stovnar høvdu áður havt hvør sín leiðara og bústað, men tó havt eitt samstarv um tey fólkini, som sótu í varð­haldinum. Elkin Klettheyggj greiðir frá, at uppgávan var at skapa eitt enn tættari samstarv og geva brúkaranum eina saman­hangandi gongd, so at tíðin í skipanini óansæð, um tað var sum fongslaður ella royndar­leyslatin, kundi gagnnýtast sum best. Bæði leiðsla og starvsfólk hava arbeitt í bólkum við at finna felags loysnir fyri at menna tvør­fakleikan. Í summar metti Direktorat­ið fyri Kriminal­ for­sorg­ina, at arbeiðið við saman­leggingini gekk so mikið væl, at sjálv um­ skipanin kundi setast enda­ liga í verk eftir hesum nýggja leisti. Kriminalforsorgin út í dag Kriminalforsorgin er felags heiti fyri allar stovnar, sum arbeiða við revsifullgerð tað vil siga fongsul, arrest­hús, pensiónir og fríu deild­ir­nar. Í Føroyum hevur tað verið vani at umtala fríu deildina sum Kriminal­forsorgina og harvið hevur tað verið ógreitt, at varð­hald­ið eisini er stovnur undir donsku Kriminal­for­sorgini. Framyvir eita tey Kriminal­forsorgin í Før­ oy­um og eru tvær eindir, Varð­haldið í Mjørkadali og Deildin á Húsabrúgv. Vit eru fyri­bils skipað við einum leiðslu­toymi við Elkin Klett­ heyggj sum leiðara, Onnu D. Háberg sum leiðandi yvir­ vakt­meistara og dagligur leiðari í Varðhaldinum og Eliesari E. Jacobsen sum fulltrúði og dagligur leiðari á Deildini. – Varðhaldið er ásett til 12 fanga­vørðar, sum arbeiða í døgnvaktum. Vit eru í løtuni við at seta trý nýggj fólk, sum vit fara at útbúgva til fanga­vørðar. Útbúgvingin tekur trý ár, og áhugin er sera stórur, sigur Elkin Klettheyggj. – Í varðhaldinum eru 14 pláss, og í miðal hava vit 12 fólk sitandi inni. Hetta eru bæði fólk sum sita varð­ halds­fongslað, sum bíða eftir dómi og fólk sum avsona, fólk sum hava fingið dóm. Av tí at vit eru eitt arresthús og ikki fongsul, eru okkara tilboð avmarkað, og tí fara fólk, sum skulu sita longur enn 1,5 ár til Danmarkar at sita. Í løtuni sita seks fólk í Danmark, sum eru send úr Føroyum, sigur Elkin Kletthyggj. – Vit húsast sum nú er í Mjørkadali og hava leigu­sátt­ mála til summarið 2018. Eftir hetta er óvist, hvar vit skulu vera. Tað vildi verið ynskiligt at fingið eina varandi loysn, og helst eina loysn, sum tekur hædd fyri okkara tørv­ um og avbjóðingum. Sum nú er skulu vit við fáum starvs­ fólkum hava somu tilboð sum tey stóru fongsl­ini og varð­haldini í Danmark. Hetta er ein avbjóðing, tí vit skulu verða bæði specialistar og gene­ralistar samstundis, sigur Elkin Kletthyggj. Á Deildini á Húsabrúgv hevur Kriminalforsorgin eftir­lit við fólki, sum antin hava viðgerðardómar, eru royndar­leyslatin, hava treyt­ aðar dómar ella eru dømd til samfelagstænastu. Har eru umleið 50 í eftirliti, og har­ afturat gera tey persóns­ kann­ingar, sum eru áleið 70 í tali um árið. – At vera undir eftirliti inni­ber, at man møtir á deild­ ini til samrøður hjá einum málsviðgera, sum hevur til uppgávu bæði at kontrollera og stuðla viðkomandi til at liva eitt lív uttan lógarbrot. Ikki øll eru før fyri at koma á Deildina og tí hava vit eisini heimavitjanir um alt landið, sigur Elkin Klettheyggj. í Havn undir somu leiðslu og fría deildin Varðhaldið Leiðandi Yvirvaktsmeistari Anna D. Háberg Kriminalforsorgarleiðari Elkin Klettheyggj Varðhaldið/Arrestin • 14 innsett • 12,5 starvsfólk leiðsla eindir