Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólk blanda ofta løgreglu, dómsvald og kriminalforsorg saman. Tað er ikki so løgið, tí vit hava ikki verið so opin um virksemið og stovnin. Hetta vilja vit broyta, og vit koma fegin út at greiða frá okkara arbeiði, sigur leiðarin á Kriminalforsorgini, Elkin Klettheyggj Kriminalforsorgin umskipað Vilja fegin upplýsa um Kriminal­forsorgina Eirikur Lindenskov Í sambandi við stóru um­ skipanina hjá Kriminal­for­ sorgini eru nýggir mál­setn­ ingar gjørdir fyri stovnin, sum hevur fingið eina greiða strategi: Missionin er: »Kriminal­ forsorgen fuldbyrder straf og medvirker til at begrænse kriminalitet«. Visionin er: »Vi bringer mennesker sikkert videre til et liv uden kriminalitet«. Strategisk retning: »I Kriminal­forsorgen løser vi vores opgaver i tæt sam­ arbejde med omverdenen på en fleksibel og effektiv måde, der er sikker og ordentlig for den enkelte, med det formål at mindske tilbagefaldet til kriminalitet og skabe tryg­ hed i samfundet«. – Hjá okkum merkir hetta, at vit hugsa um klient­in fyrst og fremst og hvussu hans­ara ella hennara støða kann betrast, meðan við­ kom­andi er í okkara skipan. Vit arbeiða við at geva teim­um, sum eru í okkara skipan, betri førleika fyri at liva eitt lív uttan lógarbrot. Tað er fyrst og fremst relatións­arbeiðið ígjøgnum samskifti, at vit koma tætt upp á hesi fólkini og royna at stuðla teimum í at fáa eitt betri lív. Tá tú situr í Mjørkadali, eru tímarnar langir og samrøðurnar við fangavørðarnar nógvar. Á Deildini er samskiftið heldur styttri, men skipað yvir longri tíð og harvið skapast ein tøtt relatión, sigur Elkin Klettheyggj. Tað eru viðskiftafólk bæði í Mjørkadali og á Húsabrúgv, sum hava góð og skipað viðurskifti, ið ikki hava stóran tørv á okkara hjálp. Í teimum førum er uppgávan at fullgera revsingina og annars at vera tøk við vegleiðing. – Sum nakað nýtt er ein mentorskipan sett í verk, har tey kunnu bjóða stuðul uttan fyri vanliga arbeiðstíð, sigur Elkin Klettheyggj. Rúsevnisviðgerð er komin í fokus í Varðhaldinum, sum eisini kan fáast í fríu deildini aftan á leyslating. Í eftirlitsarbeiðnum er komið eitt nýtt amboð, RNR (Risk, Need and Responsivity), sum er ein háttur at meta um, hvørja hjálp viðkomandi hevur tørv á fyri ikki at falla aftur í nýggjan kriminalitet. RNR skal eisini brúkast í Varðhaldinum í mun til varðhaldsfongslaði, og fólk við dómi longur enn tveir mánaðir. Ætlanin er at byrja komandi summar. – Komandi tíðina fara vit at arbeiða við at betra møðuleikarnar innan útbúgving og arbeiðstilboð í Varðhaldinum, men eisini í mun til leyslatingarstøðuna hjá fólki. – Í Varðhaldinum hava vit tørv á fleiri tilboðum, hetta kundi verið ymiskt skeiðs­ virk­semi, fyrilestrar v.m. Øll eru vælkomin at bjóða seg fram. Eisini vinnan og onnur kundu gjørt ein mun. Tað hevði verið ynskiligt, um man í Føroyum var meira til­ vitaður um CSR, Corporate Social Responsibility. Aðra­ staðni er fokus á hetta, og síggja fyritøkur hetta sum eitt positivt brand, at man fer inn og lyftir ta samfelags­ upp­gávu sum resociali­ ser­ining er, sigur Elkin Klettheyggj. Kriminalforsorgin fer eisini framyvir at leggja størri dent á fyribyrging gene­relt og í breiðari høpi. – Vit royna eisini í nógv størri mun, at koma út og kunna um okkara ar­beiði, sigur leiðarin á Kriminal­for­ sorg­ini. Hon heldur, at tað tykiskt ofta sum um, at fólk blanda løgreglu, dómsvald og kriminal­forsorg saman. – Hetta er ikki so løgið, tí man hevur ikki havt fyri vana at verða opin um virk­ semið og stovnin. Hetta verður øðrvísi, tí nú er tað eitt yvir­ornað mál, at vit loysa okkara uppgávur í tøttum samstarvi við um­ heim­in og skapa størri vitan um stovnin, arbeiðið og við­ skifta­fólkini. – Vit koma tí fegin út at greiða frá okkara arbeiði og eisini eru stovnar, feløg og onnur vælkomin at vitja okk­ um, sigur Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminal­forsorgini. eirikur@sosialurin.fo Elkin Klettheyggj, leiðarin á Kriminalforsorgini Forsorgar Fulltrúi Eliesar E. Jacobsen Fría Deildin • 50 klientar • 2,5 starvsfólk Mynd: Álvur Haraldsen