Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rættarsak kann broyta alla føroyska fiskivinnumsiting Veiðu- loyvini eru ikki til skjals Lógin um vinnuligan fiski skap ásetir, at fyri at ein kann fáa eitt fiski loy- vi, so er neyðugt fyrst at hava eitt veiðuloyvi. Lógin sigur, at hetta loyvi skal vera umborð á fiski skipinum, sum hev ur fiski loyvi, tengt at fiski- loyvi num. Hetta hevur verið ein trupul leiki í til dømis makrel fisk iskapinum, har fiski loyv ir í summ førum eru flutt einar fimm ferðir á ein um túri. Líraberg, sum hevur sak søkt fiskimálaráðið í sam bandi við makrel- býtið, hevur biðið fiski- mála ráð ið í innlit um, hvør hevur veiðuloyvi og um tey eru umborð á skip- un um, sum hava fing ið fiski loyvir. Saksøkjararnir søktu um innlit, men fingu hetta svar frá fiskimálaráðnum: “Víst verður til teldu- post tykkara, sum varð sendur Fiskimálaráðnum 9. oktober 2014, har bið- ið verður avrit av øll um veiðiloyvum, sum vórðu útskrivað m/s Høga berg í 2012, og har eisini verður spurt, um veiði loyv ini vórðu send skipa e igar u- num ella goymd í skjala- goyms lu Fiski mála ráð- sins. Fiskimálaráðið skal í hesum sambandi kunna tykkum um, at veiði loyv- ini ikki hava verið skrivað sum serstakt skjal. Frum- rit ella avrit eru tí hvørki ávika vist send skipa- eigara ella goymd í skjala- goymsluni hjá Fiski mála- ráð num. Sostatt er ikki gjørligt at lata tykkum avrit, sum bið ið verður um.” Saksøkjararnir brúka eisini hetta til at vísa á, at loyv ini eru giv in til vild ar- liga og at fiski mála ráðið ikki kann geva eitt neyvt yvir lit yvir, hvør hevur veiðu loyvi. Ein fortreyt fyri at sleppa at fiska og hava fiski loy vi. Grundarlagið undir um sit- ing ini av føroyskari fiski- vinnu kann verða tikið burt- ur, vinna saksøkjararnir eitt mál, sum kemur fyri í Føroya rætti í næstu viku. Tað er partafelagið Líra- berg á Argjum sum stevnir Fiski málaráðnum við hesum pá standum: 1) At sagsøgte skal aner- kende, at afslaget af 11. juli 2012 i sagen 12/00321-3 til ”Sam takið Sjófeli”, herunder til sagsøger P/F Líraberg (rederi) var ugyldigt. 2) At Fiskimálaráðið skal betale P/F Líraberg kr. 375.000 kr. med rente fra ultimo 2012 i godtgørelse/ er stat n ing for nægtelse af til deling af andel af makrel- kvote for 2012. 3) At Fiskimálaráðið skal betale kr. 375.000 kr. med rente fra ultimo 2012 til fordeling blandt Líra- bergs mandskab i 2012 som godt gørelse/erstatning for uhjemlet nægtelse af til- deling af andel af makrel- kvote for 2012. Við øðrum orðum gongur stevn ingin út uppá at gera greitt, landssstýrismaðurin við fiski vinnumálum er farin útum tær heimildir, lógin áset ur. Útynnandi valdið hevur átikið sær heimildir, sum hoyra lóggávuvaldinum til. Tað var býtið av makrel- kvotunum, sum fekk gond á málið. Líraberg søkti um makrelkvotur, men fekk onga. Hetta heldur felag ið ikki er rætt og vísir í stevn- ingini á, at ongar heimildir eru til at Líraberg og “Sam- takið Sjófelli”, sum er 108 út róðrarbátar, ikki fáa part í makrel veiðuni. Torskilt mál Sjálvt sakarmálið er tor skilt, men í tí liggur, at Líraberg held ur, at lands stýris maður- in á ongan hátt hevur heim- ild at býta kvoturnar. Hetta liggur hjá lóggevandi valdi- num. Saksøkjararnir góðtaka ikki, sum fiskimálaráðið sig- ur, at heimildin til at gera, sum gjørt hevur verið sein- astu árini, liggur í grein 9 í lóg ini um vinnuligan fiski- skap. Í lógini stendur: § 9, stk. 1 Land stýris- manni num verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiski- skapi hjá fiskiførum und ir føroyskum og frem mand- um flaggi á føroysku land- leiðunum og fiskiskapi hjá fiski førum undir føroyskum flaggi uttanfyri landleiðirnar og kann landstýrismaðurin m.a. gera reglur um. “ Býti av felags árskvotum, sum ikki verða skiftar í egnar árs kvotur, eftir fiskitíð, har henda lóg ikki ásetur býtið...” Hesa orðing góðtók Løg- tingið ikki og broytti orð- ingina til: “Býti av felags árskvot- um, sum ikki verða skiftar í egnar árskvotur, eftir fiski- tíð, har henda lóg ikki ásetur být ið” Hetta er tó heldur ikki tað enda liga í lógini, tí hon var broytt í 1998 og hevur síðani tá havt hesa orðing: “Fiskidagaskipan ella kvotu skipan á føroysku land leið unum, har hesi ikki eru býtt út til ávísar bólkar eftir hesi lóg” Saksøkjararnir vísa á, at her er talan um fiski skap eftir fiskidaga ella kvota- skipan ini og tí ikki gevur heimild ir til at býta nýggj til feingir. Kærdu Líraberg fekk onga makrel- kvotu og kærdi tí avgerðina til fiskimálaráðið. Har fekk felag ið at vita, at lands- stýris mannum er heimilað at býta kvoturnar eftir grein 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Líraberg staðfesti, at línuskip fingu kvotu, men ikki smærri línubátar. Línu- skip ini seldu kvoturnar víðari og fiskaðu hana ikki. - Við øðrum orðum vóru kvot urn a r tilvildarliga latnar út. Summi fingu og onnur ikki, men treytirnar vóru ókend ar, skrivar Líraberg. Sakarmálið kann gerast avgerandi fyri alla um siting av føroysku fiski vinnu ni í kom andi tíðum. Spurn ing- urin er grund leggjandi, hvør tað er sum ásetir fiskidagar og kvotur. Er tað lóggevandi vald ið- Løgtingið – ella skal tað flytast til annan myndug leika. Sambært saksøkjarunum, so er tað greitt í galdandi lóg, at bæði fiskidagar og kvot ur eru málsøkir hjá Løg tingi- num og at lands stýris maður- in ikki kann yvirtaka hetta uttan at lógin verður broytt. Eitt annað, sum verður víst á í stevningi, er at býtið er tilvildarligt, tí ongar for- treytir eru kendar. Rættarmálið byrjar mána- morgun in kl. 9.15 í Føroya rætti. Føroya rættur fer mánadagin undir eitt stórt sakarmál, har fiskimálaráðið verður stevnt eftir endurgjaldi, tí býtið av makrelkvotunum er gjørt uttan lógarheimild Hans Trygvi Teirin er sakførari hjá p/f Líraberg Eyðfinn jacobsen er sakførari hjá fiskimálaráðnum Høgaberg