hósdagur 23. oktober 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Karin Breiðaskarð 95 ár
Í dag 24. oktober verður
omma mín Karin Breiðaskarð
95 ár.
Góða allarbesta omma,
hjartaliga tillukku við tínum
stóra degi i dag.
Tað er ein stór gáva at
eiga eina ommu, sum er 95
ár, frísk og klár, sum eg kann
spæla kort, tosa og hugna
mær saman við.
Nú býrt tú á heiminum i
Fuglafirði, sum eitur Vestur
stova, har dámar tær sera
væl, altíð líka hugnaligt at
koma at vitja teg. Á vegginum
á kamarinum hevur tú nógv
ar myndir av allari familjuni.
Tær
hevur
altíð
dámað
myndir sera væl.
Tú hevur verið ein sera
góð omma fyri meg. Havi so
nógv góð minnir frá Gjógvará
heima hjá tær og abba. Allar
teir góðu døgurðatímarnar,
tá eg gekk í 8. - 9. - 10. flokki
í Fuglafirði.
Tá kom man oman til
tykkum at fáa sær ein góðan
bita, og altíð hevði tú gjørt
okkurt lekkurt svans omaná,
sum abbi plagdi at siga.
Nú havi eg búð so nógv
ár uttanlands, omma, so
eg havi ikki fingið verið so
nógv saman við tær, sum eg
skuldi ynskt, men nú aftan á
at eg flutti heim aftur í fjør
summar hava vit báðar havt
mangar góðar løtur saman,
og tað eri eg takksom fyri.
Og so eri eg eisini errin av
at tú, omma, ert elsta fólk í
Fuglafirði.
Eg ynski tær, omma, ein
sera góðan føðingardag og
gleði meg at hátíðarhalda
dagin saman við tær.
Alt tað besta, eg elski teg.
Heilsan
Ommudóttirin Eileen
Leygardagin 25. oktober fyll
ir Henrik Thomsen á Tvør
oyri 60 ár. Henrik er kendur
sum fótbóltsspælari, shipp
ingmaður og timburhandlari.
Henrik er føddur á Tvøroyri,
sonur Henning Thomsen og
Kaju, fødd Nielsen av Haslev-
leiðini á Sælandi. Henrik
hevur trý systkin, tveir eldri
brøður Richard, Claus og eina
yngri systur Thurid.
Henrik vaks upp í um
hvørvinum mitt á Tvøroyri.
Barndómsheimið liggur við
síðani av húsinum hjá abb
anum og ommuni. Millum
pakkhúsini hjá Thomsen, og
timburhandilin, eitt hana
gleiv frá kajini. Eitt um
hvørvið, ið osar av handli,
fiskivinnu og søgu.
Henrik er uttan iva ein
tann evnaríkasti fótbólts
leikarin,
ið
føroyingar
nakrantíð hava átt. Hann
var ein driblari av guðs náði.
Henrik var partur av gull-
liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag,
ið fyrstu ferð vann føroya
meistaraskapin við piltun
um í 1968. Stamman í hes
um liði vóru teir, ið vunnu
FM í bestu deildini í 1976, 77,
80 og 87. Seinasti dysturin
í bestu deildini hjá Henrik,
var tann dagin, ið TB fylti
100 ár í 1992. Henrik man
vera fyrsti føroyski leikarin,
ið hevur verið sáttmálaleik
ari uttanlands. Hann hevði
sáttmála við B93 í Keyp
mannahavn, har hann spældi
í bestu deildini frá 1978 til 80.
Millum annað var Henrik
heiðraður við BT's gyldne
bold i 1979 fyri sítt avrik. Enn
er Henrikur aktivur í fótbólti,
gamlir og nýggir vinmenn
hittast tværeis um vikuna í
høllini í Trongisvági. Kanska
er skjótleikin ikki tann sami,
men kampviljin er har enn.
Henrik tók HF á Grenå
Gymnasium í 1975. Hann
lærdi til shippingman hjá
Traderline í Keypmannahavn
1978-80. Henrik rekur og eigur
Timburhandilin
Richard
B. Thomsen & Søn, saman
við
beiggjanum
Richard.
Umframt
timburhandilin
hava teir eisini havt umboð
og lossingaravgreiðslu av
Traderline, Star og Skipafe
lagnum. Í nítiárunum royndi
hann seg sum reiðara saman
við Ludvig-brøðrunum, tá
teir høvdu djúpvatnstrolar
an, „Beinta“. Teir eiga eisini í
Coma-Pack og Føroyaprent.
Tað er stuttligt at síggja,
hvussu fyrimyndarliga Hen
rik og bróðurin reka familju
fyritøkuni, ið abbin, Richard
B. Thomsen, stovnaði í 1932.
Henrik er giftur Jónnu,
fødd Vang Jensen, úr Sumba,
og hava tey tríggjar døtur,
tvíburarnir Rannvu og Bjørg
og Katrin.
Familjan bygdi inni á
Bakkabrúgv í Trongisvági
í 1982 og hava búð har síð
ani. Dagurin verður hátíðar
hildin á Segloftinum, fyri
innbodnum.
J
Henrik Thomsen
Seksti ár 25. oktober 2014
Føðingar
5. oktober fingu Maria Klein Petersen og Gunnleivur
Biskopstø, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3050 gr.
Tann 6. september fingu Neil Joensen og Vivi Myllhamar
tvíburðar á Horsens hospital. Teir vigaðu 3145 gr og 2670
gr og vóru 47 cm og 48 cm langir. Eisini eiga teir ein stóra
beiggja sum eitur Josva.
6. oktober fingu Hellen og Leivur Simonsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon vigaði 4100 gr og var 55 cm long.