hósdagur 23. oktober 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Ætlanin var ikki at skriva fleiri
greinar í røðini um ferðslutrygd,
men tá nakrar misskiljingar eru í
svarinum frá RFF, er neyðugt at
taka pennin einaferð enn.
Ætlanin við fyrru greinini var
at vísa á, at vísindin innan ferðslu
trygd tekur við sannlíkindini fyri
einum óhappi ikki bert vavið á
skaðanum við eina ávísa ferð.
Minkar váðin nógv við at broyta
ferðina, má hettar takast við í met
ingina fyri ferðslutrygdini. Ætlanin
við greinini var soleiðis at hækka
støði á kjakinum um ferðslutrygd.
Tað er ein misskiljing, tá RFF
vísir til at skrivað er líkt og ólíkt,
ósakligt, á sosialu miðlinum. Und
irritaði hevur bert borið fram, hvat
vísindin sigur, umframt hvat prakt
iskar royndir vísa, tá talan er um
at broyta hámarksferðina. Talan
hevur soleiðis ikki verið um ósak
lig, nirðandi lýsingarorð um onnur,
sum koyra seinri enn 80 km/tíman.
Ein fatan tú kanst koma til, um tú
bert lesur greinina hjá RFF, ikki
fyrru greinina hjá undirritaða.
Royndirnar, ið fyrra greinin
vísir til, eru ikki bert royndir frá at
broyta hámarksferðina á motor
vegi, talan er eisini um royndir, tá
ið bilar møta mótgangandi ferðslu.
Tvs. royndir, har hámarksferðin
verður broytt frá 80 km/tíman til
90 km/tíman. Talan er heldur ikki
bert um royndir frá beinum vegum
í California ella Jyllandi. Royndir
eru eisini gjørdar aðrastaðni.
Í fyrru greinini hjá undirritaða
verður víst á, at vandin veksur, jú
longri vit eru frá tí miðalferð, bilar
halda á einum vegastrekki. Hettar
er bæði lýst í teksti og myndum,
so ikki skulu vit endurtaka alt á
hesum stað. Lat okkum tó taka í
niðurstøðuna. Niðurstøðan er, at
vandin gerst størri jú longri ein er
frá miðalferðini – bæði skjótari og
spakuligari! Hví halda tit (eitt nú),
at traktorar ikki sleppa at koyra
á motorvegi? Tvær kanningar av
mongum, Solomon og Cirillo.
Solomon (1964) og Cirillo (1968)
hava víst samanhangin háttaðan
sum eitt U (Solomon Curve).
Reyða strikan vísir vandin fyri
at vera við í einum óhappi. Á vatn
røttu ásini hava vit miðalferðina
(rætta hugtakið er medianferðin)
og frávik frá henni, meðan tann
loddrætti ásin vísir sannlíkindini
fyri at vera við í einum óhappi.
Myndin vísir, at jú longri tú ert frá
miðalferðini, jú størri er sannlíkindi
fyri at verða við í einum óhappi og
øvugt. Tey, ið koyra spakuliga, hava
heldur størri sannlíkindini fyri at
verða við í einum óhappi enn tey,
sum koyra lutfalsliga skjótt. Vert
er at geva gætur, at kanningin
hjá Solomon byggir á meira enn
10.000 óhapp. Tá RFF vísir til, at
ov nógv ferð er ein stórur “drep
ari”, so samsvarar hettar við tað,
sum vísindin sigur. RFF gloymir at
nevna, at vísindin eisini sigur, at
tað er vandamikið at koyra 60 km/
tíman, har tað er loyvt at koyra
80 km/tíman. Vísindin vísir á, at á
einum vegastrekki, har miðalferð
in er 80 km/tíman, er meira vanda
mikið at koyra 60 km/tíman enn
100 km/tíman. Orsøkin er, at javna
gongdin í ferðsluni verður brotin,
tá tú koyrir 60 km/tíman og vanda
støða stendst av, tá bilir yvirhála
hvønn annan.
RFF vísir á, at fyrra greinin hjá
undirritaða viðger royndir og eina
kanning frá California, sum eru
20 ára gamlar. Hartil kemur RFF
inná, at ikki ber til at samanbera
vegakervið í California við tað før
oyska. Í fyrru greinini hjá undir
ritaða, verður ikki víst á einstaka
roynd, men til seks, ja seks kann
ingar, ið allar vísa, at tað er minst
líka vandamikið, at bilar koyra
spakuligt, sum skjótt. Tað, at ein
niðurstøða er 20 ára gomul, er ann
ars í sjálvum sær ikki nakar trup
ulleiki. Vitanin um, at tað er skaði
ligt at roykja, er meira enn 20 ára
gomul og vælsaktans líka viðkom
andi í dag, sum tá hon koma fram.
RFF kemur inná góðskina á
vegakervinum. Vegakervið í ymisk
um londum hevur ymiska góðsku,
tað er rætt. Spurningurin, hvønn
vit kunna samanbera vegakervið í
Føroyum við, stendur tó opin. RFF
vísir ofta til Norra, tá talan er um
tilmæli. Egnar royndir vísa, at vega
kervið í Føroyum ikki stendur aft
anfyri vegakervið í Norra, heldur
tvørtur ímóti. Havi verið á ferð við
bili í Norra oftari enn 10 ferðir og
niðurstøðan hjá undirritaða er hon,
at tey, sum klára at koyra so skjótt,
ið hámarksferðin á 80 km/tíman
loyvir tær, hava betur førleika at
koyra bil enn tey flestu. Harafturat
verða tey, sum sita í bilinum væl
og virðiliga rist. Vegakervið í
Norra er ikki so gott, at til ber at
koyra 80 km/tíman allastaðni, har
hámarksferðin er 80 km/tíman. Vit
kunna hinvegin hyggja at grannan
um fyri vestan, Íslandi. Eftir mínari,
subjektivu, meting er vegakervið í
Íslandi áleið á sama støði, sum tað
føroyska. Munurin er tó, at tað er
loyvt at koyra 90 km/tíman millum
bygdir, og tað hoyra vit ikki nakað
um her at klettinum.
RFF førir í svari sínum fram, at
tað ikki ber til at broyta hámarks
ferðina til 90 km/tíman uttan mið
autoverju. Sum nevnt er loyvt at
koyra 90 km/tíman í Íslandi. Skal
viðmerkjast, at hettar er á vanlig
um landavegi, har ein møtir mót
koyrandi ferðslu. Her heima tilskil
ar RFF, at skulu vit koyra 90 km/
tíman, má vegurin skiljast í tvey
soleiðis, at ein ikki møtir mótkoyr
andi ferðslu, tvs. hava miðauto
verju. Í Íslandi meta tey ikki, at
neyðugt er at skilja vegin í tvey fyri
at loyva ferðsluni at koyra 90 km/
tíman. Soleiðis eru øll ikki komin til
somu niðurstøðu, sum RFF.
RFF vísir á, at lastbilar eru forð
ingin fyri at broyta ferðina og kem
ur við einari tekniskar frágreiðing,
hví so er. RFF kemur inná brems
urnar á lastbilum. Í fyrru grein
ini hjá undirritaða varð tilskilað,
at ætlanin var ikki at koma inná
lastbilar. Tá tað nú verður komið
inná evnið “lastbilar”, kann nevn
ast, at lastbilar aðrastaðni eisini
verða góðkendir at koyra skjótari
enn 70 km/tíman, tvs. tøknin
røkkur til meira enn 70km/tíman.
Í apríl 2013 álegði Fólkatingið
donsku stjórnini at hækka há
marksferðina hjá lastbilum – tað
áhugaverda er próvførslan fyri,
hví. Endurgeving: “Lastbiler, bus
ser og mobilhomes tillades i by
mæssig bebyggelse at måtte køre
med samme hastighed som per
sonbiler, såfremt strækningen er
skiltet med en højere hastighed
end de normalt tilladte 50 km/t.
– dog ej højere end lastbilens nor
malt højeste tilladte hastighed.
Herved undgås overhalinger fra
personbiler, som ønsker at køre den
tilladte opskiltede hastighed....”.
Uppskotið viðgjørdi eisini há
marksferðina á motorvegunum,
og har var próvgrundin, tann sama
“give et mere ensrettet flow og
dermed øge trafiksikkerheden og
fremkommeligheden på motor
vejsnettet”. Í onkrum landi hava
lastbilar loyvi at koyra heilt uppí
100 km/tíma, ikki tí, at hettar til
ráðiligt her hjá okkum, men hettar
vísir greitt, at tað ikki er nøkur nátt
úrulóg, ið forðar lastbilum at koyra
skjótari enn 70km/tíman. Lastbilar
kundu eitt nú fingið loyvi at koyra
80 km/tíman, um teir lúka ávísar
treytir. Treytir sum allir nýggir
lastbilar lúka.
Samanumtikið er langt frá sjón
armiðinum, ið greinarnar hjá undir
ritaða byggja á og tað, sum RFF ber
fram. Somikið langt, at full semja
neyvan er beint fyri framman. Tí
verður neyvan lagt meira aftur
at hesum evni á hesum sinni frá
hesari síðuni. Hevði RFF, um ikki
annað, tikið teir bilarnar, ið koyra
60 km/tíman millum bygdir og
harvið forða ferðsluni, í størri álv
ara, so kanska vit komu nærri null
hugsjónini.
Nevnast kann, at leiðarin í Sosi
alinum hevur viðgjørt evnið nakrar
ferðir og tikið undir við RFF. Loyvi
at viðmerkja, at henda skriving
um hámarksferðina ikki hevur til
endamál at “at spara nøkur sek
und”, sum leiðarin í Sosialinum
vil vera við, men at fáa meiri vís
indaliga vitan, ið higartil ikki hev
ur fingið rásarúm, við í kjakið um
ferðslutrygd. Koyri ikki dagliga
millum bygda, og tí er ikki nakað
at spara. Samanumtikið eru sjón
armiðini hjá leiðaranum í Sosialin
um meinlík teimum hjá RFF, so tað
mesta er longu svarað. Restin kem
ur at liggja, og tíðin røkkur ikki til
meira á hesum sinni.
Niðurstøðan verður sostatt: Bil
ar, ið halda eina ferð á 60 km/tím
an, har loyvt er at koyra 80 km/
tíman, eru ein bági fyri trygdina
í ferðsluni, líkamikið um RFF og
blaðið endurtaka nakað annað.
Skal ein brúka myndatalu, kann
ein siga, at góðskan á bilunum og
vegakervinum hevur yvirhálað
hugburðin hjá fleiri, ið varða av øk
inum.
Fróði Magnussen
2. partur
Hækkið hámarks
ferðina og vit fáa
størri ferðslutrygd