hósdagur 23. oktober 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
Hey !
Eg eri ein vaksin maður, sum aftaná at hava
arbeitt í 5 ár eftir 10. flokk, havi fingið hug
at fara í skúla aftur. Mín spurningur til
tykkum er: eri eg ov gamal at fara í holt við
eina studentsútbúgving? Eg spyrji, tí eg havi
funnið út av, at tað, sum eg kundi hugsað
mær at lisið víðari, krevur nøkur fak á a-stigi,
og eg veit, at tað ikki ber til at fáa tey á HF.
Vinarliga xxx
Svar til XXX
Tað er onki aldursmark hvørki upp ella
niður fyri at taka eina studentsútbúgving.
Men á HF (nú Fyrireikingarbreytin) er tað
aldursmarkið gjaldandi, at man skal fylla 18
ár áðrenn 1. desembur, tað árið man byrjar á
HF.
Tað er sera avmarkað, hvørji fak tú kanst
fáa á a-stigi á HF. Fakini eru føroyskt, søga og
danskt, um mann velur danskt.
Skalt tú hava onnur fak á a-stigi, fyri at
sleppa inn á eina víðari útbúgving, mást tú
brúka eitt ár meira enn tey tvey árini, sum
HF tekur. Tá kanst tú antin vera stak greina-
lesandi ella sjálvlesandi. Fyri at fáa veg leið-
ing um hetta: set teg í samband við ein lestr-
arv egleiðara á einum av mið náms skúlu num.
Tú skalt hugsa um, at ynskir tú at sleppa
í ein studentaskúlaflokk, vera nærum allir
floksfelagir tínir millum 16 og 18 ár. Á HF er
aldurin 17½+.
Vinarliga Holger og Bjørg
Spurningur 2
Hvørjar eru upptøkutreytirnar til og inni-
haldið á masterútbúgvingini í løgfrøði og
hvat kann masterútbúgvingin á 120 ECTS
brúkast til?
Heilsan Stud.jur
Svar til stud.jur.:
Masterútbúgving í løgfrøði
Upptøkutreytirnar eru sum fylgjandi:
Lesandi skulu frammanundan hava bachelor
ella samsvarandi (180 ECTS), umframt nóg
mikið av løgfrøði sum part av útbúgving
ella royndum. Sera viðkomandi eru tikin
stakskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum.
Grundgivin umsókn á knappa síðu, har
umsøkjari greiðir frá viðkomandi royndum
og hví hugurin stendur til at fara undir hesa
útbúgving.
Endamálið við útbúgvingini er at geva
tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði.
Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg
og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum
evnum, umframt lógkønari útgávu og lóg hjá
smáum løgdømum í samveldisstøðu.
Skipan og innihald
Dentur verður lagdur á løgfrøði á høgum
stigi,
fyrisitingarlóg,
lógkøna
útgávu
og lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í
samveldisstøðu, herundir lóggávu, venju
og aðrar lógkeldur, umframt altjóða lóg,
felagsmál og samanberandi greinan.
- Býtið er dogmatiskur lógkunnleiki 50 til 80
ECTS. Boðin verða út skeið sum fyri sit ing-
ar lóg, kollektivur arbeiðsrættur, al tjóða fiski-
veiði rættindi, grundlógarroynd, man na rætt-
indi og revsirættur, stjórnarlóg, skipan ar lóg,
sjólóg, havrættur, búnaðarlóg.
- Løgfrøðilig fatan og háttalag 10 ECTS kravd.
- Ritgerð 30 ECTS. Skal sýna løg-
frøði liga
fatan
á
høgum
støði.
- Valfak 0 til 30 ECTS, upp til 10 ECTS frítt
val, upp til 20 ECTS viðkomandi fyri samlaðu
læru úr tøkuna.
Mann verður cand.jur við teimum rætt-
indum tað gevur, um mann hevur eina
bachelorútbúgving í jura frammanundan.
Ser liga størv í rættarskipan og aðrastaðni
krevja bæði bachelor og master í løgfrøði.
Út búgvin við masterútbúgving í løgfrøði –
uttan bachelor í løgfrøði - skulu kunna taka
við størvum í almennari og privatari fyri sit-
ing, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi
hægri útbúgving.
Freistin at søkja um upptøku til MA í
Løgfrøði er 1. juli 2015
Nærri kunning: www.setur.fo - Kári á Rógvi á
løgdeplinum kariar@setur.fo
Vinarliga Bjørg og Holger
SØKJA INN Á VÍÐARI ÚTBÚGVING GJØGNUM KVOTU 1 ELLA KVOTU 2
Enska málroyndin,
IELTS, verður
leygardagin
8. november 2014
í Tórshavn.
Kunning:
www.edu-
danmark.dk/ielts#
Fyri
at
søkja
inn
á
víðari
útbúgvingar
aftaná
miðnáms-
prógv ella samsvarandi kann mann
í Føroyum og í Danmark velja at
søkja inn antin gjøgnum kvotu 1
ella gjøgnum kvotu 2.
Kvota 1
At søkja inn gjøgnum kvotu 1
merkir, at tað bert er miðaltalið
á tínum prógvi, sum avger, um tú
verður upptikin ella ikki.
Kvota 2
Søkir tú gjøgnum kvotu 2, er tað
miðaltalið og onnur viðurskifti,
hugt verður eftir. Upptøka gjøgn-
um kvotu 2 er ein eyka møgu leiki
fyri tey, sum kanska ikki kunnu
sleppa inn gjøgnum kvotu 1.
GG! Hevur mann sent eina umsókn
gjøg num kvotu 2, er hon samstundis
eisini ein umsókn til kvotu 1. Hev-
ur mann ikki eina siðbundna
gymnasiala
miðnámsútbúgving,
men t.d. útlendska skúlagongd
ella onkra aðra útbúgving aftaná
9./10. flokk, sum kann javn metast
við eina gymnasiala mið náms út-
búgving, skal mann eisini søkja
um upptøku gjøgnum kvotu 2.
Undantaksumsóknir, har serlig
viðurskifti gera seg galdandi, skulu
sum somuleiðis gjøgnum kvotu 2.
Sera ymisk kvotu 2
upptøkutreytir
Tað
er
sera
ymiskt,
hvat
útbúgvingarstøðini leggja dent
á, tá tey meta um umsøkjarar
eftir kvotu 2. Kanna tí gjølla á
heimasíðunum hjá ymisku útbúgv-
ing ar stovnunum, hvørjar kvotu
2-treytir
ávísu
útbúgvingarnar
hava.
Í Danmark: http://ufm.dk/ud -
danne lse-og-institutioner/
videregaende-uddannelse/
sogning-optag-og-vejledning/
afslag/afslagspjece-2014-endelig-
version.pdf
Í Føroyum: www.setur.fo
Avmarkað upptøka gjøgnum
kvotu 2
Tað er eisini sera ymiskt, hvussu
nógv ella fá prosent verða tik in upp
gjøgnum kvotu 2. Tað svingar frá 10%
á flestu uni versitets út búgv ing um til
yvir 20% (í FO) upp til 50% og 100% á
einstøkum útbúgvingum í Danmark.
GG! Tú skalt kunna skjalprógva alt.
Og tað verður sum oftast kravt, at
tú hevur skrivað eina motiveraða
umsókn. Tað merkir, at tú greiðir
frá, hví tú ynskir at sleppa inn á
valdu útbúgvingina.
Umsóknarfreistirnar eru:
Kvota 2 (bæði í Føroyum og í
Danmark): 15. mars 2015
Kvota 1 (FO): 1. juli 2015 kl. 24.00
Kvota 1 (DK): 5. juli 2015 kl. 12.00
Hvat vil tað siga at søkja inn
á víðari útbúgving gjøgnum
kvotu 1 ella kvotu 2?