hósdagur 23. oktober 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bergur A. Dalsgarð
sjúkrarøktarlesandi
Vit tosa altíð um, at vit skulu
hava virðing fyri okkara
medmenniskjum, og at vit
ikki skulu seta okkum sum
dómarar fyri fólki, ið eru
øðrvísi enn vit sjálvi. Hetta
er sjálv kjarnin í kristin
dóminum – næstrakærleik
in, ið bindur okkum saman
í staðin fyri at skilja okkum
sundir. Men í kristna oyggja
landinum
Føroyum
hava
nakrir grannar savnað inn
undirskriftir fyri at mót
mæla, at sálarsjúk flyta inn
í eini hús, ið Bústaðir hevur
leigað.
Tað er nakað svínarí, tá
fordómar verða tiknir fram
um menniskjaligar eygleið
ingar. Teir søguliga kend
astu forfylgjararnir av fólki
við sálarsjúku vóru Stalin
og Hitler; ógvuslig saman
bering, men so er støðið lagt
fyri, hvussu keddur og óður
eg verði av slíkari púra ósak
ligari diskriminatión.
Líka nøkur hardcore facts
at fyrihalda seg til:
• Depressión er ein sera
vanlig sjúka. Umleið
500.000 danskarar verða
raktir av svárari de
pressión eina ella fleiri
ferðir í lívinum, og enn
fleiri uppliva mildari sløg
av depressión.
• Fimti hvør danskari verð
ur onkuntíð í lívinum
raktur av angist. Tað er
ymiskt, hvussu hart hvør
verður raktur, men talið
er tó so høgt, at ein av
teimum serfrøðingum,
ið vita mest um angist,
psykiatarin Marianne
Breds Geoffroy, ikki
heldur sær frá at rópa
angist fyri eina fólka
sjúku.
• WHO setur sálarsjúku
og likamliga sjúku púra
javnt, tá ið tað kemur til
at meta um heilsuna hjá
fólki. Høvdu tit eisini
savnað hesar undir
skriftir, um talan var um
persónar í koyristóli?
Tað eru tvær síður í hesum
málinum. Fyri tað fyrsta er
tað úti av lagi vánaligt av
Bústaðum sum alment fe
lag at lata fordómarnar hjá
nøkrum grannum elva til
órættvísa
diskriminatión.
Fyri tað næsta er tað óhoyrt
vánaligt av menniskjum at
savna undirskriftir fyri at
halda øðrum menniskjum
niðri – allarhelst er hetta
gjørt í ótta, men tað tekur
ikki meira enn 5-10 minuttir
at finna útav, at fólk við sál
arsjúku eru akkurát sum tú
og eg, tey hava bara nakrar
aðrar trupulleikar at dragast
við.
Eru vit betri?
Jógvan Philbrow
Var fyri nøkrum árum síð
Í eini grein úr “American
journal of play”, á vári 2011,
skrivar Peter Gray, sálar
frøðingur og granskari innan
spæl hjá børnum um ein
møguligan samanhang mill
um minkandi sjálvstýrdum
spæli (frítt spæl) hjá børnum
og hækkandi sálarsjúku.
Minkandi spæl
Í greinini vísir Peter Gray á
eina gongd, har børn í minni
og minni mun sleppa at av
gera sjálvi hvar og hvussu tey
spæla. Frá tí at tað var van
ligt í 50’unum og 60’unum
í USA at síggja børn spæla
úti á vegunum, eru vegirnir
vorðnir manntómir – og sær
man ein hóp av børnum í dag,
eru tey í onkrum búna og
ígongd við onkrum vaksna–
mannastýrdum
tiltakið
– sum oftast innan onkra
ítróttargrein.
Kanningar
siga at skúlagongdin økist,
nøgdin av skúlatingum økist
– samstundis broytist spæli
mynstri frá at vera úti til at
vera frammanfyri skermar.
Hesa gongd kenna vit væl
aftur í Føroyum, har vit í dag
síggja færri og færri børn
spæla úti ella í vaksnastýrd
um spølum.
Dagstovnar, longri skúla
dagar og meira skipað frí
tíðarvirksemi hevur avloyst
rúmi fyri tí frælsa ella fría
spælinum.
Sjálvandi er ein partur av
hesum grunda á øktar vand
ar, s.s. økt ferðsla. Men tað
setur so krøv til dagstovar,
skúlar og frítíðarvirksemi, at
hesi taka hædd fyri broyttu
viðurskiftunum/umstøðun
um og hjálpa børnunum at
finna rúm fyri tí fría spæl
inum.
Sálarstøðan
Kanningar sum Peter Gray
vísir á, um øktar sálarsjúkur
kunnu nevnast t.d. Minne
sota Multiphasic Personality
Inventory (MMPI), ein leyp
andi kanning frá 1948, har
tey hava kanna børn mill
um 9-11 ár, vísir at børn í
størri og størri mun kenna
seg strongd og líða av tung
lyndi – hetta talið bleiv um
leið áttafalda frá 1948 fram
til 1989. Hendan kanningin
passaði eisini væl við hækk
andi talið av sjálvmorðum í
sama øki.
Ávirkan á tilveruna
Aðrar ábendingar um at
børn er verri fyri sálarliga,
í dag, í mun til fyrr, er at
børn hava minni kenslu av,
at hava ávirkan á egi lívið.
Tað eru færri og færri støður
har barnið hevur møguleika,
at fylgja síni egnu dagskrá
og fleiri og fleiri støður har
barnið er noytt, at fylgja regl
um og skipanum, ið vaskin
hava sett í verk. Hetta í sær
sjálvum fyllur børn við einari
kenslu av, at okkurt ringt fer
at henda – sum tey ikki fáa
stýrt – og førir hetta eisini til
strongd og tunglyndi.
Ein kanning við heitið
“the
Children’s
Nowicki-
Stricklund
Internal-Exter
nal Control Scale (CNSIE)”,
sum hevur koyrt frá 70’ini
fram til nú, mátar hvussu
børn/ung kenna seg stýrd av
sær sjálvum (innarastýring)
og ella øðrum uttanfyri
standandi
viðurskiftum
(uttari
stýring),
vísir
at
børn í minni og minni mun
kenna seg hava ávirkan ella
at kunna stýra sínum egna
lívi. Børnini trúgva meira
og meira, at tey eru fanga og
hjálparsleys.
Narcissisma
Ein gongd har børn gerast
meira
sjálvupptikin
og
ávirka av tí sum kemur utt
anifrá – tað at vera ríkur,
síggja gott út og eiga flott og
dýr ting, er eisini nakað sum
vindur uppá seg. Hetta hevur
ein kanning, ið byrjaði síðst
í 70’unum víst. Kanningin
kallast “The Narcissistic Per
sonality Inventory” (NPI).
Hetta vísir at børnini eru
vorðin meira sjálvupptikin
og hava meira anti-sosiala
atferð. Narcissisma hevur
tað við sær at fólk gerast
meira upptikin av “tingum”,
og halda at onnur fólk og
ting gera tey lukkulig, með
an innara sálarlívið er held
ur veikt. Tá tú heldur at
onnur enn tú sjálvur hava
ábyrgdina fyri tínari eydnu,
er skjótt, at verða skuffaður.
Hetta er samstundis tað
sum marknaðarkreftirnar/
marknaðarføring tykist at
ala fram.
Hví hevur hetta
samband við
minkandi frítt spæl?
Peter Gray vísir á at børn, ið
fáa góðar umstøður at spæla
frítt við onnur børn, fáa
eitt betur sálarlív og menna
sunnari sosial evni.
Í spælið mennir barnið
náttúrligu evnini at fylgja
sínum áhuga og evnum. At
liva í nú’inum - uttan at skula
á skeið í mindfullness, joga
ella okkurt líknandi.
Í spælið mennir barnið
evnini at taka avgerðir, loysa
vandamál, stýra sær sjálvum
og at fylgja reglum.
Í spælið mennir barnið
evnini at stýra kenslum, lær
ir hvussu man fær vinir og
hvussu man virkar á jøvnum
føti við onnur.
Stutt sagt, spæl ger børn
glað, og harvið minkar tað
um “ólukkulig” børn.
Hetta við minkandi úti
spælið er í sjálvum sær
møguligar orsøkir til at onn
ur ting stinga seg upp, sum
t.d. ADHD og annað. Børn
skulu í dag allatíðina tillaga
seg einum stýrdum heimi,
tey hava ikki sum fyrr møgu
leika at menna síni evni í frið
og náðum.
Greinin sum hetta er tikið
úr kann lesast á heimasíðuni:
psychologytoday.com/ex
perts/peter-gray.
So mín áheitan á mynd
ugleikarnar er - hugsið meira
um at skapa betri og frælsari
umstøður soleiðis, at vit
økja um møguleikarnar fyri
frælsum/fríum spæli.
Bogi Gaard
Joensen
Sørvági
Tú Virgar hevur nú í ein
heilan mansaldur sitið við
delerium tremens (mølu
dillu og mølagron) niðri í
Danmark og hunddálkað
føroysku tjóðskaparrørsl
una, bæði tey núlivandi og
tey undanfarnu.
At tú sum strandaður 68-
ari í Danmark hevur átikið
tær uppgávuna at siga,
hvussu vit skulu búleikast
í Føroyum, er ein dekan
og stórur gloypibiti. Men
tað sær út til, at tú hevur
fullan stuðul frá teimum
svartastu afturhaldskreft
unum í Føroyum, tað vil
siga Sambandsflokkinum
og Fólkaflokkinum.
Hetta
skal
vera
ein
áheitan til tín um at gevast
við
hesum
hatursfulla
goraganginum. ”Krage sø
ger mage”, sigur eitt danskt
orðatak, so verð tú bara í
frið niðri í Danmark við øll
um tínum negativu tank
um um alt, sum bara lukt
ar av føroyskum dirvi og
mansmóti til at standa á
egnum beinum.
Við tjóðskaparheilsan
At spæla fyribyrgir sálarsjúku
Oprop til
danan Virgar
T. Dalsgaard
kjak