Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Klokkan 14 í morgin verð­ ur punktum sett fyri fót­ bólts­árið heima á landi. Fyri tíggjundu ferð er 27. um­far í landskappingini á skránni. Síðani 1988 hava tað verið tíggju lið í bestu deild­ini. Fram til 2004 fevndi kapp­ ingin um átjan umfør. Eftit kappingarlok tað árið fekk prátið um at leingja kapp­ ingarárið við níggju um­før­ um bein at ganga á, og eftir stutta viðgerð samtyktu feløg­ini, at kappingin skuldi fevna um 27 umfør. Fyrsta umfar í hesum kapp­ingarárinum var 15. mars. Ivaleyst verður tað um somu tíð næsta ár, at tað aftur verður farið undir lands­kappingina. Tað vil siga, at tað verður friður av kapp­ ingini í meiri enn fýra mán­ aðir. Spælararnir hava ikki so langa frítíð. Landsliðið skal spæla í Grikkalandi 14. november, og í nógvum fel­øg­um er vetrar­venjing á skránni longu eina ferð í november. Nógv mál Tá ið B36 síðsta sunnudag tryggjaði sær FM heitið var talan um eitt av málríkastu umførunum í ár. 21 mál vórðu skorað í teimum fimm dystunum. Tríggjar ferðir áður i ár hevur tað verið eins málríkt. Í 5. umfari og í 9. umfari vórðu eisini skorað 21 mál. Málríkasta umfarið var tað 11., tá ið máltalið var 22. Fýra tey seinastu árini hevur máltalið í seinasta umfari verið 20 ella fleiri. Í 2010 og 2011 22 mál, í 2012 20 mál og í fjør 23 mál. At finaluumfarið er mál­ ríkt kemst ofta av, at niður­ flytarar siga farvæl við bestu deildina við stórtapi. Bæði í fjør og í fyrraárið vann KÍ stórt á heimavølli ímóti niður­flytara – 7-1 á 07Vestur í fjør og 7-1 á FC Suðuroy í fyrra­árið. Í 2010 vann NSÍ 9-1 á heima­vølli ímóti B71. FM fagnaður B36 - HB Dagfinn Forná leygardagin kl. 14.00 Sunnudagin varð tað greitt, at talan verður ikki um finalu um meistaraheitið í Gunda­dali. Í B36 hava tey fegn­ast í hesi vikuni, og í morgin verður møguleiki longu klokkan 10.30 at hittast í B36 húsinum til máltíð. – Glansurin fór sjálvandi av hesum dystinum, tá ið tað sunnudagin varð greitt, at B36 er meistari. Men vit fara at gera alt tað, sum vit eru mentir fyri at vinna, sigur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen. – Vit eru ovurfegnir um at hava vunnið tíggjunda FM heitið. Eisini tí tað undan kapp­ingarbyrjan av so nevndu ser­frøð­ingunum varð spátt, at B36 fór at enda á 6. til 8. plássinum. Einki kann taka gleðina yvir FM heitið frá okkum, men sjálv­ andi fara vit at gera alt tað, sum vit eru mentir fyri at seta verdugt punktum fyri hetta kapp­ingarárið, sigur B36 lið­for­maðurin Jákup á Borg. Hann hevur fimm ferðir áður vunnið FM. Við B36 í 1997, 2001 og 2011 og við HB í 2004 og 2006. Tað er ivasamt, um Jákup á Borg verður før­ ur fyri at spæla í morgin. Tað er greitt, at hann fer at taka ímóti FM steypinum, og tað er greitt, at hann eisini næsta ár verður partur av meistara­ liðnum. Eftir sigurin á Svanga­ skarði segði B36 veteranurin Klæmint Matras, at tað er rættiliga sannlíkt, at hann nú leggur frá sær. Tað vil siga, at tað kann væl vera, at dysturin í morgin verður tann síðsti hjá honum á besta B36 liðnum. HB lið­for­ mað­urin sigur seg ikki hava avgjørt, um hann fer at halda fram. Um hann heldur fram, so verður tað í HB, sigur Fróði Benjaminsen. Báðar grannauppgerðir­ nar í Gundadali higartil í ár end­aðu við javnleiki – 1-1 og 2-2. vera málríkur fótbóltur Fýra tey seinastu árini eru tað í minsta lagi skorað tjúgu mál í síðsta umfarinum, sum hesa ferð er eyðkent av, at spenningur bara er um, hvør skal vinna síðsta europeiska plássið LIÐ TÍÐINDI AB B36 B68 EB/Streymur HB Ikki við: Sorin Anghel (Fóturin, restina av árinum) og Tóki á Lofti (Økilin, restina av árinum) Við aftur: Dmitrije Jankovic og Beinir Ellefsen (Eftir leikbann) Ikki við: Adeshina Lawal (Leikbann, 5 gul) Ivasamt: Jákup á Borg (Skaða í tjúkkanum) og Hanus Thorleifsson Ikki við: Niclas Poulsen (Leikbann), André Olsen (Vøddaskaði) og Jann Ingi Petersen (Liðbandsskaði) Við aftur: Egil a Bø (Eftir leikbann) Ikki við: Símun Samuelsen (Hælsinan, langtíðarskaddur), Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (Fóturin, langtíðarskaddur) og Johan T. Davidsen (Brotið hondina) Endaspurturin plagar at GULLRADIO á rás2 Gullradio fyri FM vinnarunum úr B36 verður sent í dag klokkan 13.00 til 17.00, og endursent leygarmorgunin klokkan 8.00 til 12.00. Leygardagin senda vit eisini beinleiðis frá klokkan 13.00.