hósdagur 23. oktober 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Víkingur skal oppa seg
Víkingur - B68
Lars Müller
leygardagin kl. 14.00
Sunnudagin var Víkingur
partur av 3-3 oyggjauppgerð
á útivølli ímóti longu niður
flutta Skála. Í morgin er
aftur
oyggjauppgerð
á
skránni. Mótstøðuliðið longu
niðurflutta B68, sum vitjar
í
Sarpugerði.
Toftamenn
vóru øgiliga uppsettir fyrsta
tíman ímóti B36. Jógvan
Martin Olsen hevur boðað
frá, at hann ikki heldur fram
sum venjari á Svangaskarði,
og nú er spurningurin, um
toftamenn í farvæl dystinum
fyri venjaranum og bestu
deildini enn eina ferð megna
at spenna seg út.
Hjá Sigfríði Clementsen
og hansara monnum hevur
tað týdning, at finaluavrikið
verður soleiðis, at tað undir
strikar, at tað er nakað í tí, tá
ið tað verður sagt, at í løtuni
er Víkingur kanska besta
liðið í landinum, og at tað
harvið ikki er við síðuna av,
tá ið tað verður sagt, at teir
ljósabláu eru sera gott boð
upp á FM heitið í 2015.
Víkingur
hevur
tvær
ferðir fyrr í ár vunnið á tofta
monnum. 1-0 í Gøtu og 3-1 á
Toftum.
ÍF argar ofta NSÍ
NSÍ - ÍF
Petur Reinert
leygardagin kl. 14.00
Støðutalvan sigur, at tá ið
bólturin fer á rull tíðliga
seinnapartin í morgin liggja
europeisku atgongumerkini
hjá NSÍ. Avbjóðararnir eru
EB/Streymur og KÍ, sum
hittast við Margáir. Um NSÍ
vinnur fulla úrtøku ímóti
ÍF, so verða europeisku at
gongumerkini verandi við
Løkin. Um tað endar við
javnleiki bæði við Løkin og
við Margáir, so varðveitir
NSÍ europeiska plássið. Um
NSÍ ikki vinnur og annað
liðið vinnur í Streymnesi, so
verður tað vinnarin í Sunda
lagnum, sum strýkur avstað
við europeiska plássinum.
Tølini siga, at tað oftast
er tætt, tá ið talan er um
oyggjauppgerð millum NSÍ
og ÍF. Fyrr í ár endaði tað 2-2
við Løkin, meðan ÍF vann 2-1
á heimavølli.
Í fjør vunnu liðini hvønn
sín heimadyst – NSÍ 3-2 og ÍF
3-1 – og eina ferð endaði tað
javnt – 3-3 í Fuglafirði.
Nógvir siga
farvæl við Margáir
EB/Str. - KÍ
Eiler Rasmussen
leygardagin kl. 14.00
Tá ið EB/Streymur í morgin
tekur ímóti KÍ verður talan
um finalu hjá felagsliðnum,
sum nógvu tey seinastu árini
hevur verið við til at mynda
toppin í landskappingini, og
sum hevur verið fastur fúsur
í steypafinalunum.
Rúni Nolsøe hevur boðað
frá, at hann heldur ikki fram
sum venjari við Margáir.
Arnbjørn Hansen hevur boð
að frá, at nú er skeiðið hjá
honum í barndómsfelagnum
liðugt. Næsta kappingarár
verður hann at síggja í HB
troyggjuni. Tað ljóðar eisini
fyri vist, at bæði Hans Pauli
Samuelsen og Gert Hansen
ikki fara at umboða EB/
Streym næsta kappingarár.
Gert Hansen er langtíðar
skaddur, meðan Hans Pauli
Samuelsen í 2-0 sigrinum
síðsta sunnudag var sera
eyðsýndur og annar av mál
skjúttunum.
Hjá KÍ er tað ikki greitt,
hvør fer at hava ábyrgdina av
liðnum næsta kappingarár.
Tað vil siga, at møguleiki er
fyri, at dysturin í morgin
verður tann síðsti hjá Eyðuni
Klakstein við róðrið.
Tølini siga, at tað oftast er
trupult hjá klaksvíkingum
við Margáir. Síðsti KÍ sigurin
á útivølli ímóti EB/Streymi
var í 2006. Tann dystin minn
ast tey í EB/Streymi serliga
væl. Fyrsta FM heitið var á
stokkinum, og EB/Streymur
var stórfavorittur á Mølini á
Eiði, har Paul Clapson skor
aði einasta málið, tá ið KÍ
vann 1-0, og so endaði FM
heitið hjá HB.
Síðani hevur EB/Streym
ur spælt heimadystirnar í
Streymnesi, og har hevur
tað higartil ikki eydnast
KÍ at vinna. Fyrr í ár vann
EB/Streymur 3-1, og tá var
heimaliðið sera væl upplagt.
Eisini á heimavølli hevur tað
nógvu tey seinastu árini ver
ið sera torført hjá KÍ ímóti
EB/Streymi. Fyrr í ár glapp
tó, tí tá eydnaðist tað Eyðuni
Klakstein og hansara monn
um at vinna 3-1.
Skála av aftastu brík
AB - Skála
Páll Augustinussen
leygardagin kl. 14.00
Eins og hjá B68 er tað greitt,
at steðgurin hjá Skála í bestu
deildini í hesum umfarinum
bara verður eit ár. Skála er á
tíggjunda og aftasta pláss
inum. Fjarstøðan fram til
B68 og níggjunda plássið er
trý stig, og málmunurin hjá
Skála er eitt mál verri, enn
hann er hjá toftamonnum.
Skála hevur 14 stig og mál
munin -36. B68 hevur 17 stig
og málmunin -35.
Støðutalvan
sigur,
at
sannlíkið ikki er nakað ser
ligt fyri, at tað skal eydnast
B68 at vinna úrtøku í Gøtu.
Um B68 einki fær burturúr,
og um tað eydnast Paula
Poulsen og hansara monnum
at vinna á AB, so verður tað
javnt í stigum ímillum tvey
tey niðastu, og so verður
málmunurin hjá Skála betri,
enn hann verður tað hjá B68.
Síðani AB í triði síðsta
umfari við 2-1 sigri á Svanga
skarði tryggjaði sær plássið í
bestu deildini hevur tað ikki
verið so nógv veiggj í argja
monnum. Eftir 3-1 heimatap
ímóti HB endaði tað síðsta
sunnudag við 5-1 tapi í
Klaksvík.
AB avrikini hava verið
merkt av, at fleiri av lykla
spælarunum
hava
verið
burturi frá orsaka av skaðum
ella leikbannum.
Tvær ferðir fyrr í ár er tað
endað við javnleiki millum
Skála og AB. Í fjórða umfari
var Skála á veg ímóti sigri á
Argjum, men í síðstu sekund
unum í tíðini, sum dómarin
legði aftrat, javnaði Sorin
Anghel til 1-1. 22. juni endaði
tað í 14. umfari málleyst, tá ið
Skála hevði vitjan av AB.
VIT TIPPA
Tróndur Arge
tippar...
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
26
19
4
3
52
23
+29
61
2
HB
26
17
6
3
57
19
+38
57
3
Víkingur
26
12
10
4
57
29
+28
46
4
NSÍ
26
11
4
11
49
40
+9
37
5
EB/Streymur
26
10
7
9
39
33
+6
37
6
KÍ
26
10
6
10
41
36
+5
36
7
ÍF
26
7
7
12
34
48
-14
28
8
AB
26
6
7
13
29
59
-30
25
9
B68
26
4
5
17
22
57
-35
17
10 Skála
26
2
8
16
17
53
-36
14
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
fótbóltur
Myndir: Álvur Haraldsen
ÍF
KÍ
NSÍ
Skála
Víkingur
Ikki við: Jógvan Isaksen (Knæskaði,
ógreitt hvussu leingi), Frank Poulsen
(Knæskaði, ógreitt hvussu leingi),
Høgni Zachariassen (Brotið kjálkabeinið,
ógreitt hvussu leingi) og Jan Ellingsgaard
(Fiburspreinging, 1-2 vikur)
Ikki við: Ivan Joensen (Leikbann)
Ivasamt: Henry Heinesen (Skaði)
Ikki við: Einar Tróndargjógv (Leikbann)
Ikki við: Poul N. Poulsen
(Slitið krossbandið, 9-12 mánaðir),
Jákup Jacobsen (Brotið óstbeinið, skaddur
restina av árinum), Teitur R. Joensen
(Fluttur av landinum í lestrarørindum)
og Høgni Midjord (Skaddur)
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Skaddur,
virus í balansuni, ógreitt hvussu leingi)