Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 7 VIKUSKIFTI E g eri ikki tann, sum sigi bart út, at tjóðin er sjúk. Eg sigi ikki, at føroyska fólkið, serstøk tjóð, er kron­ iskt illa fyri og ússaligt. Eg eri ikki lækni, heldur ikki trú­boð­ari ella heima­doktari, og so als ikki nakað alvitandi orakkul. Tað eru so nógv onnur, upp í rúgvur av oraklum. Eg eri lítillátin. Men tey, sum tosa minst, siga mest. Eg spyrji bara. Sjúkur. Tað er veruleikin, at sjúkur og sjúk fólk hava stóran áhuga hjá føroyingum, skulu vit taka fjølmiðlarnar fyri fult. Og sjálvandi gera vit altíð tað. Og har­afturat tosið á arbeiðsplássum, í undir­húsum, í bindiklubbum, alla staðni, har sum tvey ella fleiri fólk hittast. Tey, sum tosa við seg sjálvi, tí eingin frægari er at tosa við, tosa eisini um sjúkur. Júst sum veðrið. Øll tosa um sjúkur, og, eisini sambært fjøl­ miðlunum, ger eingin nakað við tær, ið hvussu so er ikki heilsu­ verkið. Hann er tungur og drepandi, allur hesin dagligi ágangurin úr øllum ættum um sjúkur og deyða. Halt tú bara kjaft, tú kanst sjálvur gerast sjúkur, hugsar lesarin ella sigur innantanna. Sjálvandi. Men so haldi eg kjaft um tað. Tað hevur ongan almennan áhuga. Ein sjúka, sum kostar arbeiðs­ marknaðinum og samfelagnum yvirhøvur nógv, er tann at ganga við barni og eiga barn. Sjúkra­ meldaðar í næstan eitt ár hvørja ferð. Hatta við at eiga børn smittar verri enn ebola, tí páparnir verða eisini sjúkrameldaðir. Teir verða við lóg tvingaðir at lata seg smitta og vera heima. Rættir menn duga nú at venda einari blæu rætt og hita banan­ morl uttan at eldur kemur í. Og skumpa barnavogn, sum á ólav­søku er líka hentur sum hasi rullandi fløskuborðini á fínum mat­stovum, barr á hjólum. Sjálvandi fáa fólk sær børn. Fólk ræðast frælsi. Tey gifta seg og fáa sær børn fyri at krøkja seg í frælsið til at renna undan frælsinum eftir guds­hús­ gólvinum. Føðingar kosta samfelagnum okkurt um 700 ársverk um árið. SEV fær einki, tí ljósið, ný­ føðingarnir síggja, er dagsins. Hví tosa kvinnur annars um seg sjálvan í kallkyni? Tá ein hevur átt, er ein móður (ella móðir). Føroyskt er ikki bara kallkyns. Taka vit ði ella ða, eru vit í kall­ kyni, men ðið er hvørkikyn og ðna er kvennkyn. So vit hava kvenn­kyn í føroyskum. Menn eiga at gera eina saman­ svørjing um at tosa um seg sjálva í kvennkyni. Uttan iva hevði onkur farið heilt av kósini, um ein útróðrar­ maður á Norðhavinum segði, at eftir ein baldrutan dag við stokkin í sjóroki er ein bæði svong og troytt. Var eg feys­ bukku­maður, stovnaði eg ein bólk, ella hvussu slíkt demo­ kratiskt sosialt gávugóðs eitur, eg stovnaði bólkin: javnstøða:rættir menn tosa um seg sjálva í kvenn­ kyni. Á gonguferðum í granna­lag­ num hjá mær er nógv spenn­andi at síggja. Ein sunnu­dag, eg var niðri í Hoydølum, fór eg inn í opnahjallin, sum skúlin bjóðar teimum, sum roykja, neyvan lær­arunum, men næmingunum. Har var ófantaligt inni. Ein slík syndarinnar kroysa er eingin fína­stova. Har liggja stubbar, brúnar tjøruverjur, upp í kartong. Og krutl á veggjunum. Tað mesta á donskum sjálvandi, vit eru í Føroyum, men eisini okkurt á enskum. Millum annað hetta: »What is the difference between Jesus and a picture of Jesus? It only takes one nail to hang up the picture.« Forbannaður ungdómur, sum spottar í staðin fyri at virða virðini. Í dag er annars ST dagur, dagur Sameindu tjóða. Heimurin er tó framvegis líka sjúkur og livir illa. ST er ikki heilivágurin, sum virkar. Kanska onkur fjøl­ miðil heldur tað vera vert at skriva ella tosa um. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Sjúkradagbók LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Í árinum 401 f. Kr. gjørdi Kýros yngri (sonur Dareios II) uppreistur móti bróður sínum Artaxerxes II, sum frá 404 f.Kr. hevði verið kongur í Persia. Kýros útvegaði sær um 13.000 leiguhermenn úr Grikkalandi. Tvídrátturin endaði við, at Kýros fall í bar­ daganum við Kunaxa, stutt frá býnum Bábylon. Samstundis vórðu teir flestu griksku her­ ovastarnir tiknir av døgum. Meira enn 10.000 grikskir her­ menn stóðu nú uttan leiðslu langt frá heimastrond. Men einum teirra, Xenophon, varð latið upp í hendur at føra teir heimaftur. Teir gingu norður við ánni Tigris, komu til Svarta­havið, sigldu fram við strondini og komu at enda aftur til Grikkalands. Xenophon, sum var rit­ høvundur, skrivaði seinni bókina Anabasis, har hann greiðir frá hesum tilburðum. Í verkinum fortelur hann um teir einstøku griksku herovastarnar. Teirra millum var Menon, ein ungur aðals­maður úr Thessalia, einum landsparti norða­ laga í Grikkalandi. Henda sama Menon hitta vit eisini í einum øðrum verki frá somu tíð, dialog­ inum eftir Platon, sum er uppkallaður eftir honum. Dialogurin er eitt orðaskifti, sum fer fram í Athen ein góðan várdag í árinum 402 fyri okkara tíðarrokning, t.e. stutt undan ferðini til Persia. Teir sum skifta orð eru – umframt Menon – Sokrates, sum nú er um 68 ár, Anýtos, ein múgvandi politikari í Athen, sum Menon býr hjá, og ein av trælunum hjá Menoni. Til umrøðu er fyribrigdið dygd, sum grikkar róptu areté. Menon vil vita, hvussu ein ognast henda førleika, Sokrates vil heldur tosa um, hvat dygd er. Fyri ein part tala teir tvørtur við hvørjum øðrum, tí Menon fatar dygd sum førleikan at koma sær fram í politikki ella fáa vald og ríkidømi, meðan Sokrates fatar hana sum eitt etiskt virði: tað góða, góðsku. Sum dialogurin buktar seg avstað, koma nýggj og forkunnug evnir undan kavi. Gitin er Sokratesar hugsan um ta ódeyðiligu sálina og um, at øll læring í roynd og veru er endurminning. Hann prógvar sítt ástøði við at lata trælin – á sera elegantan hátt – loysa eina geometriska uppgávu. Undir hesi uppgávu býr vitanin um tey irrationellu tølini, sum ein av næmingum Pýthagorasar skal hava uppdagað. Men lesarin upplivir eisini – sum var hann hjá­staddur – at síggja hurðina verða latna upp inn í tann heim, sum geometri og støddfrøði fata um. Hann hómar nýggj samanhang og guddómliga sýmmetri og sansar rákan av talanna loynd og vakurleika. Eitt annað evni, sum verður tikið upp, er munurin millum sannan kunnleika og ta røttu meiningina, sum Sokrates lýsir við eini gitnari metaforu, myndini av tí leysu og tí leinkjaðu standmyndini. Sokrates førir her fram eina hugsan, sum eisini hevur gildi í dag. Tí, sigur hann, politikarar ýta ikki av eftir sannari vitan, men eftir rættari meining. Og hana brúka so teir menn, sum virka í politikki, til at skapa framstig í býunum, og hvat vísdómi viðvíkir eru teir tí onki øðrvísi enn orakkulprestar og gudaíblástir spámenn. MENON er annar dialogurin eftir Platon, sum forlagið Náttsólin gevur út. Týðing og viðmerkingar eru eftir Hanus Kamban. Bókin, sum er 116 síður, er sett og prentað á Føroyaprenti. Hon kostar 168 kr. Rákin av talanna vakurleika Dialogurin Menon eftir Platon í føroyskari týðing