hósdagur 23. oktober 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
8
VIKUSKIFTI
Sniðgeving
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað er eitt serstakt huglag í sam
felagnum í dag. Tað tykist sum, at
tað brádliga er vorðið kul at vera
kreativur. Allir tannáringar ynskja
at vera listafólk og at skapa tá tey
vera stór. Uttan at tey veruliga vita
hvat tað merkir. Tað er heldur ikki
løgið, tí føroyingar eru óvanliga
kreativir.
– Tað er nakað serstakt við føroy
ingum á tí kreativa partinum. Teir
næmingar vit hava duga allir onkran
part av fakinum ótrúliga væl uttan
stórvegis undirvísing, sigur Laila av
Reyni, leiðari, sum tó er í farloyvi í
hesum døgum.
Sniðgeving í Føroyum vindur
meira og meira uppá seg, og vit
síggja javnan, at nýggjar sniðgevar
bjóða seg fram við vørum av alskyns
slag. Men eingin ivi er um, at tað er
ein beinhørð vinna at arbeiða í.
– Tey flestu merkini í dag hava
tað ikki gott. Tey stríðast fyri at sláa
í gjøgnum, og sum oftast tekur tað
langa tíð. Tað er væl eisini tí, at vit
bert hava nakrar fáar sniðgevar, sum
av álvara eru komnir útum land
oddarnar, vísur Laila av Reyni á.
Hinvegin er greitt, at teir smærru
sniðgevarnir hava stórt potentiali, og
mong eru tey, sum Laila metir hava
evnini til at røkka langt.
– Tá ið vit tosa um klæði, so skalt
tú í veruleikanum bara kunna avrika
nakað serstakt og óvanligt, og so
stendur heimurin opin. Og at finna
uppá nakað serstakt duga vit væl í
Føroyum, sigur Laila.
Hon er eisini sannførd um, at vit
enn bert hava sæð toppin av ísfjall
inum, tí gongdin á Tekniska Skúla
seinastu árini gevur Lailu eina fatan
av, at fleiri sera dugnaligir sniðgevar
eru í landinum, sum enn ikki hava
latið frætt frá sær alment.
Tað er kanska ein avleiðing av,
at tíðarandin í dag leggur upp til,
at vit skulu vera egin og trúgv móti
okkum sjálvum. – Og soleiðis gerast
tey fleiri og fleiri, sum fara kreativu
leiðina ístaðin fyri tær siðbundnu
leiðirnar, sigur Laila.
Tað almenna
kann birta uppundir
Í 80'unum vóru fleiri framleiðslu
fyritøkur innan klæði at finna í
landinum. Kreppan í 90'unum fór
avstað við hesum fyritøkum, og í
dag er eingin slíkt framleiðslustova
at finna. Tað er spell, heldur Laila av
Reyni.
– Næmingarnir, sum koma til okk
ara, duga so at siga einki innan fakið
áðrenn. Men eftir stutta tíð liggur væl
fyri, og tí hevði tað verið ynskiligt
at sæð, at næmingarnir kundu fara
víðari í læru í eini framleiðslustovu,
sigur Laila av Reyni.
Hon er vís í, at tað hevði gagnað
sniðgeving í Føroyum, um øll føroysk
merki vóru framleidd í landinum, og
ikki í Kina ella aðrastaðni.
– Tað er stórt spell, at vit í stóran
mun ikki framleiða okkara egnu
klæði her í landinum, tí tað hevði
ivaleyst eisini økt um virði á vøruni,
vísur Laila á.
Men tað er dýrari at framleiða í
Føroyum, og tískil velja nógvir snið
gevar, at senda pløggini uttanlands
til viðgerar.
Um tað almenna hevði givið snið
gevum og framleiðslustovum onkran
fyrimun, so hevði ivaleyst verið
lættari hjá okkara dugnaligu snið
gevum at gjørt um seg á altjóða palli.
– Mítt ynski er, at vit í framtíðini
framleiða okkara klæði í Føroyum.
Tað er so eingin ivi um, at vit hava
fólkini, sum duga handverki til
fulnar, sigur Laila av Reyni.
tema
Føroysk sniðgeving
Hava stórt
potentiali
í Føroyum
– Enn hava vit einki risastórt klædnamerki í Føroyum, men tað er eingin ivi
um, at evnini eru har. Og ráki í samfelagnum í dag viðførir, at alsamt fleiri
leita til sína kreativu síðu, og fara undir at skapa, sigur Laila av Reyni,
sum er leiðari á klædna og tilvirkisdeildini hjá Tekniska Skúla í Havn
Laila av Reyni, leiðari á klædna og tilvirkisdeildini hjá Tekniska Skúla í Havn