Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 9 VIKUSKIFTI tema Fosaa v/Malan Fosaa Byrjaði í 2012 Vørurnar: Vørurnar frá Fosaa eru út kópaskinni, fiskaskræðu og seyðaskinni. Fosaa framleiðir millum annað handskar, turrikløð, taskur, belt, oyralokkar, hálsketur, butterfly til kvinnur og menn, lummafløskur við fiskaskræðu og mangt annað. Útbúgving: Malan Fosaa lærdi at seyma við skinni í 1977, tá ið hon fór til Danmarkar á skúla. Síðani hevur Malan arbeitt í timburhandlinum í Havn í 32 ár, fram til 2012. Arbeiðsroynd: 35 ár í timburhandlinum. Hon er útlærd innan byggitilfar. Men samstundis hevur hon seymað úr skinni síðani 1977. Fyritøkan: Í dag arbeiða Malan Fosaa og dóttir hennara í fyritøkuni. Merkið Fosaa kann fáast til keypst í Østrøm í Havn, í Storm í Runavík, í L’Unica á Islandsbrygge í Keypmannahavn og í Torino í Italia. Framtíðina: Fosaa hevur úr at gera, og síðani 2012 hevur hvør mánaður verið betri enn tann undanfarni. Fosaa ynskir ikki at útvíðka virksemi stórvegis, tí kravið hjá Maluni er, at vørurnar framyvir eisini vera hondgjørdar, og tískil er longu í dag stórur bíðilisti til at fáa vørur frá Fosaa.