hósdagur 23. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
10
VIKUSKIFTI
tema
Føroysk sniðgeving
Silvursnið
v/Erlu-Mariu Skovlund
Handilin í Vágsbotni
byrjaði í 2010
Vørurnar: Silvursnið hevur eina verksmiðju og
handil í Vágsbotni. Smúkkurnar eru fyri tað mesta úr
hamarslignum silvuri, og sera stílreinar og einfaldar.
Silvursnið ger ringar, armbond, hálsketur.
Forlovilsisringar og brúðarringar eftir ynski
frá kundanum og silvur til føroysk klæði
Útbúgving: Erla-Maria er í stóran mun sjálvlærd.
Hon gekk á kvøldskúla í Havn og lærdi nógv frá
silvursmiðinum, sum undirvísti. Í 2006 tók Erla Maria
grundútbúgving sum gullsmiðjur í Tekniska Skúlanum í
Keypmannahavn. Samstundis hevur hon tikið útbúgving
sum klædnaástøðingur í Tekniska Skúla í Havn .
Arbeiðsroyndir: Hevur arbeitt hjá gullsmiðið í Vejle
í Danmark. Og á verksmiðjuni hjá Niels L. Arge.
Fyritøkan: Í dag eru tað Erla Maria Skovlund og
tvær aðrar kvinnur, sum reka fyritøkuna Silvursnið.
Framtíðin: Erla Maria ynskir sær størri verksmiðju
og fleiri arbeiðsfólk, og at selja til umheimin.
Men í dag hevur Erla Maria so mikið nógv at
gera í Føroyum, at hon hevur ikki ætlanir um at
fara víðari út um landoddarnar í næstum.
Sniálvsdóttir
v/Beintu Festirstein
Byrjaði í 2010
Vørurnar: Merki fevnir um bundin klæði á ein
ótraditionellan hátt. Talan er um troyggjur,
turriklæði, húgvur og annað, sum er hondbundið
úr tógvi, sum Beinta sjálv blandar.
Útbúgving: Beinta hevur útbúgving
sum hondarbeiðslærari, har ein lærir
grundfakini innan tekstil.
Arbeiðsroyndir: Beinta hevur búð í útlondum
í mong ár, men í 82’ og 83’ búði hon í Føroyum,
og livdi tá av at binda til kvinnur. Hevur
síðani bundið nógv til sín sjálvs og onnur.
Fyritøkan: Í dag eru tað Beinta Festirstein
og maður hennara, sum reka Sniálvsdóttir.
Umframt tey bæði, eru tað fleiri bindikvinnur,
sum eru knýttar at fyritøkuni. Í dag kunnu
vørurnar keypast í handli hennara á Vaglinum
og á heimasíðuni snialvsdottir.com
Framtíðin: Beinta hevur stórar ætlanir fyri
framman. Síðani hon byrjaði hevur sølan verið
stór, og í næstum fer hon undir ein skipaða ætlan
fyri at sleppa út um landoddarnar við sínari vøru.
lagt til rættis: Barbara Holm