hósdagur 23. oktober 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
11
VIKUSKIFTI
tema
RADdesign
v/Ragnhild Dam
Byrjaði í 2014
Vørurnar: RADdesign framleiðir í høvuðsheitinum
smúkkur og listarligar myndir við illustratiónsfuglum.
Og til tíðir eru klæðir eisini at fáa.
Útbúgving: Ragnhild Dam hevur eina útbúgving
sum klædnaástøðingur frá Tekniska Skúla í Havn,
og er í løtuni undir útbúgvin í tekniskum skúla í
Danmark innan »Jewellery, business & technology«.
Arbeiðsroyndir: Ragnhild hevur seinastu árini
fingist við ymiskar uppgávur so sum at prýða til
veitslur og til professionellar myndatøkur.
Fyritøkan: Í dag arbeiðir Ragnhild einsamøll
við sínum vørum, og tær kunnu síggjast á
Facebooksíðuni við heitinum RADdesign.
Framtíðin: Ragnhild er undir útbúgving
komandi árini, og eftir tað er dreymurin, at
hava ein handil og verksmiðju í Føroyum.
FíL
v/Fríðgerð í Líð
Byrjaði í 2007
Vørurnar: FíL framleiðir litføgur pløgg, tó stílrein við íblástri
frá føroysku bindingarmynstrunum. FíL byrjaði við bert at
gera húgvur í 2007, men seinastu árini hevur Fríðgerð ment
merkið til at fáa eitt veruligt skap og eyðkenni. FíL ger í dag
troyggjur, húgvur, turrikløð og líknandi bundnar vørur.
Útbúgving: Fríðgerð er útbúgving lærari, har hon
hevur sett fokus á hondarbeiðslinjuna.
Arbeiðsroyndir: Frígerð hevur altíð bundið og seymað
nógv frá 5-6 ára aldri. Eisini hevur Fríðgerð arbeitt hjá
Sonju Design, har hon lærdi nógv um seyming.
Fyritøkan: Fríðgerð rekur fyritøkuna einsamøll, men
hevur javnan ein fyrrverandi næming frá Tekniska
Skúla aftrat sær, sum seymar ymiskt pløgg.
Í dag kunnu vørurnar frá FíL keypast í Storm Boutique, í
Kaffihúsinum, Fornminnissavninum, Norðurlandahúsinum og Magn
í Vági. Harumframt eru FíL vørur til sølu á Norðuratlantsbryggjuni
í Keypmannahavn og í Norðuratlantiskahúsinum í Odense.
Framtíðin: Summar vørur hjá FíL vera í dag framleiddar uttanlands,
hetta tí, at ætlanin er at víðka virksemi til enn fleiri handlar, og
sostatt er neyðugt við skjótari framleiðslu. Umframt at røkka víðari
út í heim, ynskir Fríðgerð í Líð sær eisini sín egna handil í Føroyum.