hósdagur 23. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
12
VIKUSKIFTI
skal frá 13
Matur er tengdur at sálarstøð
samrøða
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
"Feiti grísur!"
"Tað er líka við, at tú ert størri enn
øll jørðkúlan!"
"Um tú hoppar fer Hong Kong at
koppa!"
Hetta vóru orð, sum nú 20 ára gamla
Bjørg Jóhanna Bjarnadóttir Poulsen
hoyrdi næstan dagliga í skúlanum øll
skúlaár síni. Í byrjanini legði Bjørg Jó
hanna ikki so nógv í rópini frá floksfe
løgunum, og viðhvørt flenti hon enntá
við, men sum tíðin leið varð hon meir
og meir innanhokin, still, og hon søkti
ikki samband við javnaldrarnar. Tá hon
kom heim eftir skúlatíð segði hon for
eldrunum, at hon hevði havt tað gott
í skúlanum, men ofta goymdi hon seg
eisini, tá hon kom heim og helt seg fyri
seg sjálva og fór ikki uppá til familjuna.
Hon tosaði ikki við lærarar ella onnur
um, hvussu hon hevði tað.
– Eg havi verið ov tjúkk, síðani eg
var smágenta, og av tí sama havi eg
ikki havt tað lætt í skúlanum. Summar
dagar slapp eg undan happingini, men
aðrar dagar bleiv eg happað. Soleiðis
vóru øll skúlaárini, sigur hon álvarsom.
Vigað og máld
Bjørg Jóhanna hevði ikki sjálv hugsað
so nógv um vektina, áðrenn børnini
byrjaðu at happa hana. Seinni, tá hon
gekk í 6. flokki, var hon útvald, saman
við nýggju øðrum børnum at sleppa
til Skarvanes í ein mánað, saman við
mammunum. Har vórðu børnini vigað
og kunnað um týdningin av kosti og at
røra seg. Tá skeiðið var liðugt, hildu tey
áfram við at arbeiða saman við kost
ráðgevanum, og Bjørg Jóhanna misti
10 kilo aftrat. Men so gekk spakuliga
aftur niður á bakka.
Tá hon gekk í 9. flokki segði ein lær
arinna við Bjørg Jóhonnu, at hon ikki
sá út til at vera glað í skúlanum, og hon
ráddi hennu til at tosa við heilsusystr
ina. Hóast Bjørg Jóhanna ikki minnist
heilt hvat heilsusysturin segði við hana,
minnist hon at samrøðan hjálpti eitt
sindur. Bjørg Jóhanna, sum fyrr ofta
kundi sita ein heilan dag í skúlanum
uttan at siga eitt orð, byrjaði so smátt
at halda seg framat og var ikki líka frið
arlig sum fyrr.
Foreldrini vistu ikki av at Bjørg Jó
hanna varð happað, og tí var onki gjørt
við tað. – Pápi mín fann út av, hvussu
eg hevði tað í skúlanum ímóti endanum
av 9. flokki, sigur Bjørg Jóhanna.
Foreldrini hugdu tá at møguleikum
fyri at senda dóttrina á eftirskúla, og
valið fall á Kongensgaard Eftirskole,
sum er ein skúli fyri tannáringar við et
ingarólagi. Har lærdi Bjørg Jóhanna at
eta rætt við at arbeiða í skiftandi toymi
í køkinum og at venja. Hvønn morgun
skuldu allir næmingarnir á skúlanum
út at ganga ella súkkla ávikavist 5 og 10
km, áðrenn tey fingu morgunmat. Hon
fór 17 kilo aftur hetta árið.
Komin aftur til Føroya vandi hon
nógv og royndi at halda áfram við
sunna lívsstílinum. Tá hon byrjaði á
Føroya Handilsskúla var vektin komin
niður á 78 kilo, og tá hevði hon ongan
trupulleika at tosa við teir næmingar
nar, sum hon var saman við.
– Árið í Danmark hevði hjálpt mær
við hesum: Eg var ímillum hini og varð
ikki hildin uttanfyri.
Men móti endanum av árinum á
Handilsskúlanum kennur Bjørg Jó
hanna, at áhugin at vera saman við
henni minkaði í tráð við, at hon hevði
tikið nógv uppá aftur.
– Tá jólini nærkaðust kom alt, eg
hevði tapt meg í Danmark og meir enn
so aftrat, uppá aftur. Tá eg hyggi aftur
uppá tað, so eru tað bara matvanarnir,
sum hava gjørt, at eg tók alt uppá aftur,
sigur Bjørg Jóhanna.
Ein tikkandi Bumba
Bjørg Jóhanna stríðist við vektini øll
tannáringaárini, og einaferð tá hon er
hjá lækna, fær hon at vita, at hon er ein
tikkandi bumba, sum kann bresta nær
tað skal verða. Læknin sigur henni, at
heldur hon áfram við at liva, sum hon
ger, skal hon ikki vænta at blíva 25 ár.
Hetta rein ikki við hjá henni, og
hon tók enn meiri uppá. Tað var ikki,
fyrr enn hon varð við barn og sum
20 ára gomul hevði átt dóttur sína, at
hon byrjaði at taka orðini, sum læknin
hevði sagt í álvara. Tá vigaði hon 138
kilo og hevði eitt BMI uppá 51.
– Eg legði ikki so nógv í tað tá, men
nú eigi eg eina dóttur, sum eg vil skal
vaksa upp saman við mammu sínu, sig
ur Bjørg Jóhanna.
Av tí at stríðið við kiloini hevur ver
ið so drúgt, hevur Bjørg Jóhanna nú av
gjørt at fara undir skurðviðgerðina Gas
tric Sleeve, sum minkar magasekkin.
Hon er undir 25 ár og skal tí gjalda
skurðviðgerðina sum kostar kr. 80,000
sjálv.
Facebook bólkur
Sum stuðul ímóti stríðnum við vektini
hevur Bjørg Jóhanna gjørt eina Face
book síðu har til ber at fylgja við
í hvussu gongur hjá henni at tapa
seg. Bólkurin kallast "Bjørg Johann
a's Kamp Fra 130 Kg Til 70 Kg".
– Eg valdi at standa fram alment
á Facebook og deila hetta stríðið við
onnur, tí eg vil verða á rættari vekt,
áðrenn dótturin er tvey ára gomul,
sigur hon.
Tað var eisini spennandi hjá Bjørg
Jóhonnu at vita, hvør áhugin var
millum fólk, og nú eru 460 limir í
bólkinum, so áhugin at fylgja við er
stórur.
– Tá áhugin er stórur, var ikki lætt at
bakka aftur, sigur Bjørg Jóhanna.
Hon verður ikki nervøs av, at fólk
fylgja við, men hon møtir nógvum fólki
á gøtuni, sum halda seg kenna hana,
men sum hon ikki kennur. Summi
spyrja um ráð um tað at tapa seg.
Eisini hevur hon fingið onkra nega
tiva afturmelding um ætlaðu skurð
viðgerðina, og fólk hava eina meining
um, hvørt tað er rætt ella ikki.
Hetta við at geva ráð er eisini møgu
liga nakað Bjørg Jóhanna hugsar um at
arbeiða við í framtíðini.
– Eg havi altíð havt áhuga í og
havi lisið nógv um mat og um at
hava trupulleikar við vektini.
Eg dugi eisini at seta meg inní
støðuna hjá øðrum, tí eg havi
vigað ov nógv, sigur hon.
Skurðviðgerðin
28. oktober verður Gastric
Sleeve skurðviðgerðin framd.
Hon hevur hugsað seg um
væl og leingi og leitað sær
ráð hjá familju og læknum.
Tá ein slík viðgerð verð
ur framd, hendir ein stór
kropslig broyting, og ofta er
torført at fylgja við sálarliga.
Týdningarmikið er at halda
á fram við at eta heilsugott
og at røra seg.
Eftir skurðin kann Bjørg
Jóhanna vænta at missa tveir
triðingar av yvirvektini.
Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur,
greiðir frá, at børn, sum mistrívast,
verða happað og ganga við kenslum so
sum sorg, øði og ótta kunnu fáa sjúku
eyðkenni, sum vísa seg sum etingar
ólag. Tá er vanligt at finna troyst í ov
nógvum søtum mati, serliga um tey
ikki hava vaksnan at tosa við. Matur
er nær tengdur okkara sálarligu støðu,
sigur hon.
Stutt sagt er tað upp til hvønn ein
stakan at taka ábyrgd av síni egnu
heilsu við at eta rætt og røra seg nóg
mikið.
– Tað krevur sjálvsdisiplin at eta
rætta kostin og fáa dagliga motión.
Tað skal ein hugburðsbroytin til, sum
vit øll mugu taka í álvara, sigur Anna
Debes Hentze.
Sálarliga ber til hjá hvørjum ein
stakum at broyta vánaligar kostvanar
við at gerast tilvitaður um matin vit eta
Sálarfrøðingur
greiðir frá,
hvussu samband
kann verða millum
sálarstøðuna
og matvanar
– Eg legði ikki so nógv í mína vekt, men nú eigi eg eina dóttur, sum eg vil
skal vaksa upp saman við mammu sínu, sigur Bjørg Jóhanna Bjarnadóttir
Poulsen, sum letur fólk fylgja við í sínum stríði ímóti yvirvektini