hósdagur 23. oktober 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
13
VIKUSKIFTI
Læknin
hevur
sagt
Bjørg
Jóhannu,
at um
hon
helt
áfram
við at
liva,
sum hon
gjørdi,
skuldi
hon ikki
vænta
at blíva
25 ár
0 til 70 kilo
mynd: Álvur Haraldsen
uni
og hvussu nógv vit røra okkum.
– Besta gongda leið er smáar broyt
ingar yvir longri tíð, leggur hon aftrat.
Anna Debes Hentze greiðir frá, at
kroppurin er ein týdningarmikil part
ur av samleika okkara og tí er ikki
torført at ímynda sær, at ein stór og
umfatandi kropslig broyting, so sum
Gastric Sleeve skurðviðgerðin, hevur
umfatandi ávirkan á okkum. Dømi
finnast um bæði fólk sum eru fegin um
broytingina og finna seg væl til rættis
í nýggja kroppinum, og eisini um fólk
sum ynskja seg aftur í støðuna tey vóru í
áðrenn skurðviðgerðina, av tí at tey ikki
megna at fóta sær í nýggja kroppinum.
– Men í hvussu so er er talan
um ógvusligar broytingar, sum eiga
at verða viðgjørdar av lækna og
sálarfrøðingi bæði áðrenn og aftaná,
sigur Anna Debes Hentze.
Gastric Bypass
– Magasekkurin verður minkaður við at skera eitt petti
av. Eisini verður flutt uppá garnarnar, so at kroppurin
ikki tekur alla orkuna av matinum, ið etin verður, til
sín. Hetta er skurðviðgerðin, flest føroyingar hava hava
fingið framt. Hetta verður gjørt soleiðis, at tað økið av
tarminum, sum tekur mest ella munadyggari føðslu upp,
verður bypassað, sigur Maria Meinhardsdóttir, lækni í
Onglandi.
- Vandi er fyri at taka uppá aftur 3-5 ár eftir skurðin.
Eisini fer sjúklingurin at hava vitamintrot restina av
lívinum og má taka nógv vitamintilskot. Eisini er vandi
fyri beinbroyskni, blóðtrot, innvortis tarmalop, magasár,
møði, kvalmu og annað, sigur Maria Meinhardsdóttir,
lækni.
Gastric Sleeve
– Tá ein fær Gastrið Sleeve
skurðviðgerðina, verður ein stórur
partur av magasekkinum skorin
burtur. Við Gastric Sleeve verða
gørnini ikki flutt, og tí er vitamintrot,
føðslutrot og magasár ikki eins
vanligt.
– Enn verður Gastric Bypass
skurðviðgerðin nýtt meir enn Gastric
Sleeve, tí meir royndir eru við hesari
skurðviðgerðini. Tú missir ikki líka
nógva vekt við Sleeve sum við Bypass,
men Sleeve er samstundis eisini
tryggari, sigur Maria Meinhardsdóttir,
lækni.
Lækni um munin millum
Gastric Bypass og Gastric Sleeve
SELFIE