hósdagur 23. oktober 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Ræðslan fyri
Apolloniu
Tvøroyri var á summum økjum eitt fremmant land fyri
havnarmannin Kristian. Tað fekk hann at sanna, tá ið
hann fekk søguna um grundstykkið, hann hevði keypt
T
að var sjálvsagt ein stórur lætti,
tá ið eg hevði fingið grundstykki
á Tvøroyri og endiliga kundi
búgva saman við konu og børn
um.
Tá ið eg greiddi Niels Paula Mortensen frá,
hvussu nógv ið eg goldið fyri grundina, helt
hann hetta var meira enn ríkiligt.
Hann greiddi eisini frá orsøkini til, at Gud
mund Mortensen hevði viljað selt grundina.
Hon var snøgt sagt, tí hann ikki tordi at búgva
har. Hetta hevur eina heilt serliga søgu.
Upprunaliga var tað ein ógift kvinna Apol
lonia Jespersen, sum hevði átt hetta grund
stykki, sum var á Tippinum, sum tað varð
kallað.
Brøðurnir Petur og Niels Juel Mortensen,
sum tá stjórnaðu upprunaligu Mortensen
fyritøkuni, høvdu ynskt at ogna sær hetta
øki til sítt virksemi, men Apollonia vildi ikki
lata ella selja tað.
Teir báðir funnu so út av, at tað kanska
var ivasamt, um hon yvirhøvur var tann
rætti eigarin, og um ikki Mortensen menninir
sjálvir veruliga áttu økið. Teir løgdu tískil sak.
Sakarpartarnir vóru Mortensen keypmenn
øðrumegin og Cathrine Malene, omma
Gerdu Einarsson, saman við systir hennara,
Apolloniu Jespersen, hinumegin.
Í undirrættinum í Føroyum vunnu tær
báðar, men tapararnir skutu sakina inn fyri
landsrættin.
Nógv vitni vórðu avhoyrd, og hvussu var
og ikki, so vunnu teir í 1911 sakina við lands
rættin og har við rættin til jørðina.
Mortensenmenninir hava eisini verið betri
fyri at verja sína søk enn tvær kvinnur, sum
neyvan hava megnað tað stóra, hóast tær
høvdu verja fyri seg.
Hetta dámdi Apolloniu ikki, og hon vildi
hava sakina fyri hægstarætt. Men tað eydn
aðist ikki av eini ella aðrari orsøk.
Hon var so ill um hetta órættvísi, sum
hon helt seg hava liðið, at hon afturfyri bað
ilt yvir Mortensenmenninar. Tað skuldu
henda allar møguligar ólukkur fyri tey av
Mortensenættini í fyrsta og øðrum ættarliði,
sum búsettist á hesum øki.
Gudmund Mortensen var annað ættarlið,
og nú hann var byrjaður at byggja, gjørd
ist hann álvarsliga sjúkur. Hetta setti hann
sjálvsagt í samband við hesa søgu.
Niels Pauli Mortensen hevði bygt á hesum
øki fleiri ár frammanundan. Hann var ávar
aður um fyri Guds skuld ikki at byggja her
vegna nevndu banning. Niels Pauli trúði ikki
slíkum tvætli og helt áfram at byggja. Hann
hevði bara verið giftur í nøkur fá ár, tá doyði
konan í barsilssong.
Hetta sannførdi fólk um, at her var ikki alt,
sum ruggaði rætt. Hetta var so eisini galdandi
fyri Gudmund Mortensen. Tí vildi hann fyri
alt í verðini sleppa av við grundstykkið. Og
sum tann góði forrætningsmaður hann var,
dugdi hann eisini at fáa eina góðan vinning
burtur úr.
Apollonia “spøkti”
Nú skuldi eg so fara at byggja. Eg fekk eina
tekning, sum Joen Nolsøe hevði gjørt. Tað
vísti seg, at tað vildi verið lættast og bíligast
at fylgja hesi tekning.
Amtmaðurin fekk tekningina til ummælis.
Hann helt, at hetta vóru eini nóg so flott hús,
eg ætlaði at byggja, enntá við trygd frá statin
um. Men hetta gjørdist ikki annarleiðis.
Húsini blivu boðin út, og eg tók frægasta
av teimum, og byrjast skuldi fyrst í 1923.
Fólk kundu ikki lata vera við at hugsa um
“banningina”, hóast Apollonia var deyð fyri
langari tíð síðan. Ein dagin hevði onkur spurt
ein av arbeiðsmonnunum, um hann ongantíð
hevði sæð hana spøkt á grundini. Hann tók
hetta sum skemt og segði, at “jú ein morgun
í hálvmyrkrinum, tá eg sum tann fyrsti kom
niðan á grundina, sat Apollonia í einum króki
í gráum sjalli.” Hetta var skemt men var tikið
í ramasta álvara, og tað frættist skjótt. Tey
vóru nógv, sum ikki tordu at koma nærindis
grundini, eftir at tað var blivið myrkt.
Hvussu kundi Mortensen
fara á húsagang?
Hetta tyktist at halda áfram í víðastu merking.
Tað gingu fá ár, tá fór tann upprunaliga
Mortensenfyritøkan á húsagang, hóast hon
var søgd at vera líka dygg sum Bank of Eng
land. Bara partapeningurin var í 1918 kr.
300.000, ein sera stór upphædd tá á døgum.
Hetta var størsta fyritøka, sum tá hevði verið
í Føroyum. Tað plagdi at verða sagt, at fyrr
rapaði Beinisvørð enn at hetta hendi Mort
ensen fyritøkuni.
Men tað var júst hetta sum hendi í 1936.
Hetta sama summarið, tá ið Mortensen fór
á húsagang, var eg komin til Sumbiar og
skuldi fara inn har eg gisti. Tá hoyrdist eitt
buldur sum av ringari toru, og Beinisvørð
hvarv aftanfyri eitt dustrok. Hetta var størsta
omanlop, fólk høvdu vitað um. Beinisvørð
varð klovnaður frá toppinum av, og stórar
rúgvur av gróti vóru farnar í havið. Tí var
eisini rættiligt brim í Sumba.
Dagin fyri høvdu menn fleygað júst har,
sum tað leyp. Tað hevði verið ein øgilig van
lukka, um menn høvdu verið í bjørgunum
hendan dagin.
Hetta orðatak kom tískil at gerast veruleiki.
Sonur Niels Juel, Gudmund, tordi ikki at byggja
á “gandaðu” grundini. Tí fekk hann selt hana til
Kristian Djurhuus. Her er hann á ungum árum
Losjuhúsini á Tvøroyri, har Kristian Djurhuus hevði skrivstovu fyrstu árini.
Kristian Djurhuus: 30. partur