hósdagur 23. oktober 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
15
VIKUSKIFTI
Kristian helt við arbeiðsfólkinum
Tað var heldur ikki alt, sum var so gott á
Tvøroyri. Tey fólkini, sum arbeiddu í fiski,
vóru ikki øll eins fegin. Tað var eingin, sum
fekk nakra løn í hondina. Alt skuldi skrivast
og fara á eina konto. Tá ið ein arbeiðari hevði
brúk fyri kontantum peningi, mátti hann
standa við húgvuni í hondini og biðja um
nakrar krónur, sum hann sjálvur átti.
Tað var ikki so løgið, um mong misti
hugin, tí uttan mun til, hvussu nógv tey
stríddust og spardu, so var undirskot á
kontoini. Hetta var ein skipan, sum var eitt
forbannilsi fyri Tvøroyri og fyri aðrar stórar
handlar og bygdir í Føroyum.
Hetta gjørdi, at eingin fekk áhuga fyri sín
um “egna” virki. Øll fingu eina kensla av at
verða snýtt, og tað kendist, sum at øll vóru
noydd at snýta hvønn annan fyri at fáa nak
að burtur úr. Hetta mátti skapa eina illvild
móti teimum, sum høvdu ábyrgdina av hesi
skipan. Arbeiðsfólkini kundu eisini á ávísum
arbeiðsplássum kenna, at tey vóru illa vird,
so sum orðalagið hjá arbeiðsformonnum var
undir arbeiðinum.
Hetta við at fáa kontanta avrokning kom
seinni í lag eftir harðlig verkføll, har arbeið
ararnir tóku lógina í egnar hendur. M.a. kapr
aðu arbeiðararnir DFDS skipið Sleipner, sum
undir verkfallinum varð lossað av starvsfólki
hjá handlunum.
Skiparin Dam, sum var ein harður hálsur
og nakað illa sintur, sendi SOS við dampfloyt
uni. Skipið lá á fjørðinum, og eg kundi ikki
beinanvegin koma til hjálpar. Tað var nóg
mikið at gera við østar arbeiðarar á landi. Í
hesum sambandi segði eg við arbeiðsgevar
arnar, sum bóðu um politihjálp, at eg skuldi
gera, hvat eg kundi, fyri at halda lóg og
landaskil, men eg legði eisini dent á, at mín
samhugi var við arbeiðarunum. Eg helt, at
tað líktist ongum, at tað skuldi vera neyðugt
hjá teimum at fara í verkfall fyri einum so
sólaklárum rætti sum at fáa sína egnu løn
útgoldna í hondina.
Hetta var eitt óbehagiligt verkfall, har
ikki øll dugdu at vísa hógv. Sum alla aðra
staðni vóru tað altíð tey somu, sum lupu
fram av.
Frásøgn hjá Jóannes Dalsgaard
Jóannes Dalsgaard greiðir gjølla frá hesum
máli í bókini um Fylking. Stríðið fyri kontanta
lønarrindan byrjaði í 1926. Í fyrsta umfari var
roknað við at fáa málið loyst av løgtinginum,
og tí nýggja arbeiðaraflokkium, Javnaðar
flokkurin, sum fyri kortum var komin á ting.
Men hetta vísti seg skjótt ikki at bera á mál.
Tá var tað, at arbeiðarafeløgini vildu hava
málið loyst í samráðingum við arbeiðsgev
ararnar.
Hetta var eitt hart og drúgt stríð. Jóannes
nevnir eina hending, sum hevur beinleiðis
samband við Kristian Djurhuus, og sum vátt
ar tað, sum hann sigur um sína støðu. Keldan
hjá Jóannes greiðir soleiðis frá:
Tað var so alvorligt, at blóðið rann. So var
tað, at hesin vælsignaði fiskurin skuldi av
skipast. Sleipner kom her ...hann skuldi hava
nakað av turrum fiski. Tað begynti úti hjá
Mortensen... Teir høvdu lagt eina jakt at har,
og har skuldu teir so bera pakkar umborð.
Ein av teimum fastløntu hjá Mortensen...kom
har við einum pakka, og ein maður tók og
skumpaði pakkan av honum, hann kom ikki
í jaktina. Tá kom politisturin Stóri Martin
í politiklæðum. Hann gjørdi seg stóran og
segði, at okur hava ikki lov til hetta. Men
Kristian Djurhuus kom eisini til staðar.
Hann var eisini í uniformi, og hann segði:
“Jú, jú hatta var lógligt, hetta var ein lóglig
streyka”. Hann hevði einki við at blanda seg
upp í hetta til.
Júst henda hending í 1933 endaði við, at
arbeiðsgevararnir góvu seg, og løngjaldsstova
varð sett á stovn. Seinni komu fleiri løngjalds
stovur í øðrum bygdum, og enn seinni blivu
viðurskiftini so skipaði, at tær ikki longur
blivu neyðugar.
Jóannes reisir spurningin, um tað kann
hava verið nakað samband millum løngjalds
stovuna á Tvøroyri og so tað, at gamla Mort
ensenfyritøkan fór á húsagang fá ár seinni.
Men hetta heldur Jóannes als ikki.
Ein annar partur av hesi søgu er, at arbeið
arafyritøkan Arbejdernes Trawlerdrift varð
grundað á toftirnar hjá Mortensen. Men hetta
er ein heilt onnur søga, sum annars var um
rødd í greinarøðini við Gerdu Einarsson fyri
nøkrum árum síðani. Hon er eisini við í bókini
hjá Jóannes.
Abbi vildi virðast
Meðan eg eri við Mortensen fyritøkuni, kann
eg fortelja frá nøkrum av tí, sum abbi mín,
Kristian í Ólastovu, greiddi frá. Hann sigldi
við bátinum Nr.10, helst hjá Restorff, sum
skipari. Hann kom nakrar ferðir til Tvøroyr
ar við vøru. Her føldi hann rættiliga stættar
munin á Tvøroyri, og at ein maður sum hann
ikki var nakað virdur. Hetta dámdi honum
ikki. Sjálvur var hann uttan snobb og metti
seg at hava sama virði sum øll onnur.
Hetta var í tíðini hjá Johan Mortensen,
hann sum byrjaði fyritøkuna. Ein dagin lat
hann Johan Mortensen vita, at hann stóð
yvirfyri einum manni, sum metti seg at vera
nóg fríbornan til ikki at lata seg kúga til nakað
sum helst.
Eg minnist, at abbi segði við okkum yngri,
at “tá tit verða vaksin, skulu tit vísa øðrum
virðing. Hugsi tykkum væl um áðrenn tit
handla, og lata ongan traðka á tykkum. Verið
stolt og erlig í sinninum, men hjálpi teimum
veiku.”
Um handilin hjá Mortensen spáddi abbi:
“Eg skal siga tykkum, handa forrætningin
kemur ikki at halda longur enn til triðja lið.”
Eg kom at hugsa um henda spádóm, tá ið
henda stóra fyritøkan fór á húsagang. Hon
var júst tá komin í hendurnar á triðja ætt
arliðinum.
Niels J. Mortensen hevði verið so fram
skygdur, at hann hevði býtt sín part frá í 1911
og stovnaði sína egnu fyritøku, sum enn er til.
Hann kundi lata eina peningasterka fyritøku
víðari til seinni ættarlið.
Posar við pengum
Eg kann greiða frá eini mynd frá
vælmaktstíðini hjá Mortensen. Hetta var
undan fyrra heimsbardaga, eg arbeiddi tá á
posthúsinum í Havn.
Út móti jólum fingu vit í hundraðvís av
smáum pengaposum á posthúsið, siglaðir
við seglinum hjá A/S J. Mortensens Eft. Teir
vóru sendir til allar skiparar, bestamenn og
fiskimenn norðanfjørðs, sum høvdu siglt við
teirra skipum hetta árið.
Hetta var avrokningin í “klingende mønt”,
og krónutalið stóð á hvørjum posa.
Hetta var til teirra, sum ikki høvdu keypt
uppá borg, og sum ikki høvdu viljað havt sín
ágóða standandi í forrætningini við rentu. Tað
vóru nógvir, sum gjørdu tað.
Her skuldi ein stór rúgva av gulli og
silvur til slíkar avrokningar. Hetta var áðrenn
pengaseðlar ella kekkar vóru nýttir. Eingin
banki var á Tvøroyri tá. Føroya Banki var
byrjaður í 1906, men hann var ikki rættiliga
komin fyri seg. Fyritøkan hjá Mortensen var
so stór, at ein lítil banki sum Føroya Banki als
ikki kundi greiða so stórar avrokningar, sum
tað her var talan um.
Skuldu ikki fáa grind í 50 ár
Òlavsøkudag 1923 var grind í Trongisvági.
Tá hevði ikki verið grind síðan 1874. Sagt
hevur verið, at tann fyrra grindin var ring at
fáast við. Men so var eitt fiskiskip úr Hetlandi
komið til hjálpar. Skiparin hevði gjørt sær
stóran ómak at fáa grindina hildna til. Honum
var eisini lovað at fáa ein ávísan part. Men tá
ið avtornaði fekk hann ikki tað, sum hann helt
seg eiga. Hann gjørdist í øðini og spáddi, at
tað skuldi ikki koma grind aftur á Trongisvági
í 50 ár. Hetta kom eisini at passa. T.v.s. tað
gingu 49 ár.
Komandi partur:
Í komandi parti verður m.a. greitt frá, tá ið hjallurin hjá
Kristiani fór til gongu
Mortensens handil seinnapartin í 19. øld. Hann var eins sterkur og Bank of England
Niels Juel Mortensen, e, sum býtti sín
part av fyritøkuni frá á 1911
Abbi Kristian, Kristian í Ólastovu, lærdi
abbabørnini at hava virðing fyri øðrum