hósdagur 23. oktober 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
Í ranga
strúpan
Einki orð fyri
eina sum meg
Leikbólkurin InTime Theatre sýnir einmansleik við Sóley
Danielsen í høvuðsleiklutinum og Jenný Lára Arnórsdóttir
sum leikstjóra á Tjóðpalli Føroya. “Einki orð fyri eina sum
meg” eftur Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley
seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre.
Leikurin snýr seg um um lívið hjá einari muslimskari gentu,
sum stríðist við sín átrúnaðarliga og homoseksuella
samleika, og teimum fordómum, fólk hava um islam og
homoseksualitet. Leikurin verður frumsýndur leygardagin.
Gisp!
Nýggja framsýningin Gisp! við norður
lendskum listarfólki setur fokus á norður
lendskar myndir sum frásøgn. 18 listafólk úr
Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finlandi og Dan
mark eru við á framsýningini , sum verður í
Norðurlandahúsinum. Úr Føroyum luttaka
eitt nú Edward Fuglø, Tóroddur Poulsen og
Silja Strøm. Jákup Veyhe letur framsýningina
upp fríggjadagin kl. 17.00, og tá spælur
bólurin Konfekt nøkur løg. Framsýningin er
opin komandi mánaðin.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Tað verður brúkt nógv
orka uppá at fundast og
staðfesta trupulleikar.
Men alt ov lítil orka verður
brúkt til at seta røttu
hjálpina inn til børnini.
Løgtingskvinnan Sirið Stenberg
um lesitrupulleikar hjá børnum
– Lívið hevur
størri týdning
enn arbeiði
Diane Kruger,
týskur sjónleikari
Útrykningur í geglinum!
Maður settur í spjellið – við útrykningi
In.fo
Sigur seg sjálvt!
Ov dýrt at sigla upp á Grønland
In.fo
Makrelur í London
Fara í holt við makrelin í London í dag
Kvf.fo
Javel!
Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum
In.fo
Øðrvísi bland!
Fólkamorð og rentustuðul á skrá.
Portal.fo
Loysigjald?
Selja seyð fyri útgerð at bjarga fólki
In.fo
Lena í
Løkshøll
Ein tann fremsta føroyska
songkvinnan, Lena Anderssen, kann
fríggjakvøldið upplivast í Løkshøll í
Runavík. Lena spælir konsert, ið byrar
kl. 21.30. Lena hevur væl spælandi
bólk við sær á konsertina, og sangirnir
hjá henni verða tí spældir fyri fullum
útblástri.
Dansinátt
á Hálsi
Leygarkvøldið verður tiltakið Musical Dance
Night í ítróttarhøllini á Hálsi. Bólkurin
Flamma og solistarnir Jens Marni Hansen
og Jógvan Hansen syngja og spæla stór
disco og rockhitt úr tónleikasøguni. Ferðast
verður kring Grease, Fame, Dirty Dancing,
Rainbow og ELO. Dansináttin byrjar
leygarkvøldið kl. 23.00.
Klassiskar
heystkonsertir
Um vikuskiftið hevur Føroya Symfoniorkestur
árligu heystkonsertirnar. Fyrsta konsertin verður
í Christianskirkjuni í Klaksvík fríggjakvøldið kl.
21.00. Leygardagin verður spælt í Fríðrikskirkjuni
á Toftum kl. 14.30, og leygarkvøldið kl. 19.30 í
Vesturkirkjuni í Havn. Konsertirnar eru ókeypis.
Tó ber til at lata eina peningagávu til
fram fyri Ebola fyribyrging í Afrika!