Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Tað var í síðstu viku, at Kringvarp Føroya bar tíðindini um, at sál­ar­sjúk fólk, ið høvdu fing­ið lovað bústað av Al­manna­verk­in­ um, nú stóðu uttan býli. O­r­ søk­in var, at Bústaðir brád­ liga høvdu trekt seg frá eini avtalu við Al­manna­verkið, um leigu av Ís­lands­vegi 22. Í fundarfrágreiðingini frá einum fundi millum Al­ manna­verkið og Bústaðir 1. okt­obur, sæst, at onkur í grannalagnum hevur klaga til Bústaðir um sam­ an­set­ing­ina av ætlaðu búfólkunum á sambýlinum og at Bústaðir óttast, at um­ dømi teirra verður skatt av hes­um. Sambært fund­ar­frá­greið­ ingini hevði Almannaverkið lov­að at boða Bústøðum frá, hvønn tørv leigararnir fóru at hava, soleiðis at Bústaðir fingu høvi at taka hædd fyri hes­um í mun til samlaða granna­lag­ið. Bústaðir klaga tó um, at Almannaverkið ikki hev­ur hildið hetta lyfti. Í samskiftinum millum Al­manna­verkið og Bústaðir er eina tíð nakað av óvissu um, hvussu praktisku við­ur­ skift­ini við útleiguni skulu loysast. Spurningurin er, hvørt búfólkini skulu leiga íbúð­irnar frá Bú­støð­um eft­ir tilvísing frá Al­manna­ verk­in­um ella um Al­manna­ verkið skal standa sum leig­ari. Loysnin verður, at Almannaverkið leigar alt hús­ið frá Bústøðum. - Tá avger AV hvør kemur inn í íbúðirnar, uttan at Bú­ stað­ir verður kunnað, skriva Bú­stað­ir í telduposti til Al­ manna­verkið. Okkurt bendir tó á, at Bústaðir hava tikið mál­ið í egnar hendur. Í fund­ar­frá­ greiðingini sæst, at á fundin­ um hevur verið tos­að nak­að um, hvør skal flyta inn. Í øll­ um førum hev­ur Almanna­ verkið við­merkt fylgj­andi í fund­ar­frá­greið­ing­ini. – [Almannaverkið] øtast yv­ir vavi av upplýsingum Bú­staðir hevur fingið, ið verða mettir at sum trúnaða upp­lýs­ingar. Í einum teldu­post­sam­ skifti millum Al­manna­verk­ ið og Bústaðir um rættingar til hesa fundarfrásøgnina bend­ir okkurt á, at Bústaðir eft­ir øllum at døma hevði um­fat­andi vitan um, hvørji bú­fólk Almannaverkið ætl­ aði skuldu búgva í sam­býl­ in­um. Í tí kjakinum verður sagt, at Bústaðir eru av tí fat­an, at talan møguliga er um kriminell fólk. Tó siga tey, at hetta eru ikki trún­að­ arupplýsingar, men al­menn­ ir upplýsingar, tí Bústaðir hava sæð fólk skriva hetta á ein­i Facebook-vangamynd. Víðari í fund­ar­frá­greið­ ing­ini er greitt, at Bústaðir hava varhugan av, hvørji bú­ fólk­ini skulu vera og óttast, at tey eru kriminell. – Bústaðir vísir á, at borg­ ar­ar altíð vilja hava eitt re­ nom­mé, og sjálvandi skulu fólk fáa ein møguleika, men Bústaðir seta spurn­ ar­tek­in við, hvørt fólk við kriminellari atferð og djúp­ tøkn­um psykiatriskum trup­ul­leik­um skulu inn í eitt van­ligt grannalag, ella skulu serlig atlit takast til hetta, stendur at lesa í fund­ar­frá­ greið­ingini. – Bústaðir vísir á, at skal Bú­staðir taka teir tyngstu og truplastu borgararnar inn fyrst, so er renoméið hjá Bústøðum longu skatt, áðr­enn Bústaðir hava fingið bygt nakað í Tórshavn, og so hetta í sama grannalagi, har Bústaðir hevur projekt í gongd. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sig­ur seg skilja lítið av und­an­førsl­ un­um hjá Bústøðum. – Tað undrar okkum, at tað skal koma óvart á Bú­ stað­ir, at búfólkini eru fólk, við serligum tørvi. Almanna­ verkið varðar einans av borgarum við serligum tørvi, segði Edvard Heen við in.fo 23. oktobur. Edvard Heen segði eisini, at hóast Almannaverkið og Bústaðir hava eitt gott sam­ starv, so verður eitt víðari sam­starv við Bústaðir sera trup­ult, um Bústaðir nú skuldi átaka sær leiklutin, at døma um, hvørjir borgarar hjá Almannaverkinum kundi flyta inn í teirra íbúð­ ir og ikki. Edvard Heen vísir á, at Almannaverkið hevur sam­býli nógva staðni í land­ in­um. – Í allar flestu førum stand­ast eingir trupulleikar av búfólkunum, sum í stór­ an mun megna at gerast ein væl virkin partur av sam­fe­ lagnum, segði Edvard Heen, sum heldur ikki hevði vænt­ að nakrar trupulleikar í hes­ um føri. Jóhann Mortensen, stýr­ is­for­mað­ur í Bústøðum dylir ikki fyri, at tað er stýrið í Bú­støð­um, som legði fót fyri avtaluni. Við Kringvarp Før­oya segði hann, at stýrið metti tað verða óhóskandi, at byrja ein nýggjan býling við einum sambýli til fólk við serligum tørvi. Tað tykist, sum stýrið í Bústøðum end­ ur­tek­ur niðurstøðuna hjá Bú­støðum frá fundinum við Al­mannaverkið 1. oktobur. Men nú er vent í holuni Fríggjadagin høvdu Al­ manna­verk­ið og Bú­stað­ir fund við lands­stýr­is­kvinn­ Søgan um Íslandsveg 22 hevur nú fingið eina fyribils og bráðfeingis loysn, men fleiri spurningar standa ósvaraðir. Lósu á Facebook at ætlaðu búfólki vóru kriminell tíðindaflutningur um málið 21.10 Kringvarpið ber tíðindini um, at ein avtala millum Almannaverkið og Bústaðir um sambýli til sálarsjúk verður av ongum. Grannarnir hava klagað og samlað undirskriftir. Jóhann Mortensen váttar, at tað var stýrið í Bústøðum, ið tók avgerðina. Mett var, at tað var óhóskandi at byrja ein nýggjan býling við at býggja ein stovn. Jóhann Mortensen sigur, at at Almannaverkið var ov tíðliga úti, við at lova íbúðirnar út. Bústaðir eru ónøgd við, at Almannaverkið ikki hevur givið fullgóðar upplýsingar um, hvør skal búgva í sambýlinum. 22.10 Fólk, ið búgva við Íslandsvegin, kenna einki til nakrar undir­skrift­ir. Edvard Heen avsannar, at undirskriftir eru samlaðar. Andrass Ròin sigur, at eingin formlig avtala var millum Almannaverkið og Bú­staðir. Bústaðir vilja hava greiðari avtalu við Almannaverkið hvat sambýlum viðvíkur. Jóhann Mortensen sigur, at eitt sambýli hóskar ikki við ætlaninar hjá Bústøðum fyri býlingin á Mattalág. Eingin avtala var við Al­manna­verkið og í íbúðirnar vóru ikki klárar at flyta inn í. Edvard Heen skilir ikki, hvussu Bústaðir ikki kundu vitað, at talan var um fólk við serligum tørvi.