Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 una í A­lmanna­mál­um, Ann­ iku Olsen. – Niðurstøðan á fundinum var, at mis­skilj­ ing­ar eru hendar í málinum, men greiða er nú fingin á hesum. Arbeitt verður víð­ ari við at skipa ætlaða bú­til­ boð­ið á Íslandsvegi 22, og við at fáa øll tey formligu við­ur­ skiftini í mun til bútilboðið uppá pláss. Tó verður gjørt vart við, at loysnin er ein bráð­feingis og fyribils loysn. Tað tykist vera á sítt pláss, at seta spurnartekin við handfaringina hjá Bú­ støð­um av málinum. Kann tað veruliga vera so, at ein almennur stovnur sum Bústaðir nýta Facebook at kunna seg um, hvørji tey eru, ið leiga frá teimum? Man Bústaðir kanna Face­ book­vangamyndina hjá øll­ um 2000, ið standa á bíðilista til íbúð hjá teimum? Jóhann Mortensen og Andr­ass Róin hava ferð eftir ferð víst til atlit at nýggja býl­ing­inum við Mattalág, sum grundgeving fyri ikki at byggja eitt sambýli har. Teir hava tó ongantíð greitt veruliga frá, hvør trup­ul­leik­ in er, og tí er ringt at skaka tað kensluna av sær, at veru­ligi óttin var, at tað fór at ávirka eftirspurningin eft­ir nýggju íbúðunum við Matta­lág, um eitt sambýli lá tætt upp at. Við øðrum orð­um: Bústaðir mettu, at fólk flest ikki ynsktu at hava sálarsjúk fólk ella fólk “við kriminellari atferð og djúp­tøkn­um psykiatriskum trup­ul­leikum” sum grannar. Eftir øllum at døma, so eru tað somu fólk, sum nú aftur skulu flyta inn á Ís­ lands­vegi 22, sum fyrst í hes­um mánaðinum vóru mett at vera kriminell. Hví er metingin hjá Bústøðum broytt so brádliga? Tað tykist, sum at ein av­ tala er gjørd um, at nýggju bú­fólk­ini á Íslandsvegnum skulu úr húsunum aftur, inn­an nýggi býlingurin hjá Bú­støð­um við Mattalág er klárur. Soleiðis vóna Bú­ stað­ir, at teirra verkætlan við Mattalág onki mein fær. Tað er neyvan nakar ivi um, at fyri komandi bú­fólk­ ini er væl betri at fáa ein nýggj­an bústað, bygdur eftir teirra tørvi, enn eini gomul, um­væld sethús. Hinvegin so vita vit øll, hvussu strævið tað er, at búgva í fyribils loysn­um. Taparin í málinum eru tey, sum fyri trimum vik­um síðani hildu, at tey nú fingu eitt nýtt heim. Og so Bú­stað­ ir, hvørs umdømi man hava fing­ið ein blett hóast alt. ni tíðindaflutningur um málið 24.10 Bústaðir og Almannaverkið hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið kortini sleppur at leiga Íslandsveg 22, sum eina fyribils og bráðfeingis loysn. Bústaðir og Almannaverkið semjast um, at betri er at byggja nýggjar bústaðir til fólk við serligum tørvi, heldur enn at umvæla gomul sethús, og fara at arbeiða víðari eftir hesum leisti. 23.10 Edvard Heen sigur, at Bústaðir sjálvir váttaðu um miðjan septembur, at fyrstu íbúðirnar vóru liðnar og at næstu vóru klárar um 1. Oktobur. Edvard Heen sigur, ábyrgdin at integrera fólk inn í samfelagið er teirra, og ikki tann hjá Bústøðum. Bústaðir skulu tí ikki avgera, hvør skal flyta inn í íbúðirnar hjá Almannaverkinum. Annika Olsen, landsstýriskvinna Annika Olsen sigur, at Almannaverkið og Bústaðir á fundinum fríggjadagin gjørdust samd um, at arbeiða víðari við at fáa formligu viðurskiftini upp á pláss. - Tað, sum vit hava gjørt seinastu árini, at umvæla gomul sethús til íbúðir, hevur víst seg ikki at vera nøktandi. Tí ynska vit heldur at halda á við tí leistinum, sum vit arbeiða eftir í Klaksvík og Runavík, har Bústaðir byggja nýggj hús, samsvarandi tí tørvi, sum Almannaverkið hevur. Annika Olsen vísir á, at samstarvið millum Bústaðir og Almannaverkið er fyrimyndarliga gott, men hon harmast um, at málið um húsini við Íslandsvegin fór av sporinum. - Partarnir eru tó samdir um, at leggja hetta málið aftur um seg og at framhaldandi virka fyri at skapa ein fjølbroyttan og inkluderandi bústaðarmarknað í Føroyum. Byggja nýtt – ikki umvæla gamalt