Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Eirikur Lindenskov – Eftir mínum tykki er neyðugt, at hetta álvarsmál fær avleiðingar fyri Johan Dahl. Annars mugu vit bara av­taka stýrisskipanarlógina, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin vísir til óhep­na signalvirði, sum polit­iska skipanin sendir út til land­sins borgarar: – Meðan vit onnur verða revs­að, um vit bróta lógina, so er tað ikki soleiðis, tá ið umræður okkara lands­ stýris­fólk.  Sleppur Johan Dahl at halda fram ótarn­ aður eftir at hann hev­ur brotið stýris­skipan­ar­lóg­ina, so sendir tað enn eina­ferð eitt signal út um, at okkara hægstu fólk gott kunnu bróta lógina, sigur Bjørn á Heygum.  Kortini roknar advo­ kat­urin, sum sjálvur hevur eina fortíð í politikki, við at politiska skipanin fer at ver­ ja seg sjálva: – Okkara politiska skipan hevur ikki tað neyðugu disiplinina til at taka avleiðingarnar av sínum skeivu gerðum og sínum lógarbrotum. Tað sær út til, at Johan Dahl og Vinnumálaráðið eisini hesaferð royna at dekka útyvir seg sjálvan, sigur Bjørn á Heygum, og vísir til aktiva leiklutin hjá Vinnumálaráðnum um vikuskiftið. – Eg eri bilsin av, at Vinnumálaráðið kann finna uppá at siga slíkt. Tá landsstýrismálanevndin vísir á, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til lógina, so er tað sjálvandi Johan Dahl, sum hevur ábyrgdina av tí. Tað, sum Vinnumálaráðið sigur, svarar til at ein lækni á sjúkrahúsinum fær skyldina fyri, at játtanin á Landssjúkrahúsinum ikki heldur, ella at ein skúlastjóri fær skyldina fyri, at játtanin hjá skúlaverkinum ikki heldur, sigur Bjørn á Heygum.  Hann vísir á, at tað fram­ gong­ur av niður­støðu­ni hjá lands­stýris­mála­nevndini, at landsstýrismaðurin loyp­ andi hevur fingið kunning frá Strandferðsluni um, at játtan­in ikki fór at halda. Og sjálv­andi er tað tí hansara ábyrgd.  – Landsstýrismaðurin kann ikki vaska sær hend- ur­nar soleiðis, og siga, at tað er Strandferðslan, sum hev­ ur brotið lógina, sigur Bjørn á Heygum og heldur fram:  – Hetta eru reinar undan­ førslur frá lands­stýris­ manni­num, og eg vildi ikki trúð, at Vinnumálaráðið kun­di finna uppá at koma við slíkum tvætli. Má fáa avleiðingar fyri Johan Dahl Talan er um eitt álvarsmál, sum má fáa avleiðingar fyri landsstýris­mannin, metir Bjørn á Heygum, sum leggur Vinnumálaráðið undir at villeiða VINNUMÁLA­ RÁÐIÐ SKRIVAR… “Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur hvørki brotið stýrisskipanarlógin ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Strandfaraskip Landsins. Tað staðfestir meirilutin í Landsstýrismálanevndini. Landsstýrismálanevndin er kortini av teirri fatan, at Vinnumálaráðið átti at gjørt meira fyri at fáa viðurskiftini á Strandafaraskipum Landsins í rættlag, tá ið ráðið á heysti 2013 segði seg ikki hava álit á tølunum frá stovnum, og kortini góðkendi greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar. – Eg havi fingið eina átalu ella eitt neps fyri handfaringina av málinum, men eg havi hvørki brotið stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Eg taki niðurstøðurnar til eftirtektar, sigur Johan Dahl.  Minnilutin í Landsstýrismálanevndini heldur at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur handlað í ósamsvari við § 4, stk. 3 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna. FYRRA SKRIVIÐ FRÁ VINNUMÁLARÁÐNUM, sent fjølmiðlunum seinnapartin leygardagin Í fjølmiðlunum í dag verður sagt, at Vinnumálaráðið endurgevur ikki niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini rætt, tá ið upplýst verður, at brot hvørki er framt á stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Vinnumálaráðið endurgevur rætt, tí ongastaðni í niðurstøðunum hjá nevndini verður sagt, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna Vinnumálaráðið hevur ikki upplýst, at brot hvørki er framt á stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað, sum upplýst var, var, at landsstýrismaðurin hvørki hevur framt brot á stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað er rætt, at nevndin metir, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til givnu játtanina í 2013, og at tað er brot á stýrisskipanarlógina, men heldur ikki har sigur nevndin, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina.   Landsstýrismaðurin hevur eftir stýrisskipanarlógini rættarligu ábyrgdina av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til hansara. Til tess, at landsstýrismaðurin kann ábyrgdast, krevst eftir eftir § 5 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna, at landsstýrismaðurin ”tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. At tað verður staðfest, at Strandferðslan er farin út um sína játtan, og at tað tí er framt brot á stýrisskipanarlóg og játtanarlóg, er sostatt ikki tað sama sum at landsstýrismaðurin hevur framt brot, sum hann kann ábyrgdast fyri. Tá Landsstýrismálanevndin viðger spurningin, hvørt landsstýrismaðurin kann ábyrgdast fyri brotið hjá Strandferðsluni, so hevur landsstýrismaðurin lagt til grund, at nevndin metir, at hetta ikki eru brot, sum landsstýrismaðurin kann ábyrgdast fyri. BROT ÚR SEINNA SKRIVINUM FRÁ VINNUMÁLARÁÐNUM, sent fjølmiðlunum leygarkvøldið