Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rætturin at fiska »ogn fólksins« skal leigast út Loyvini kunnu ikki seljast Rættindini at fiska av før- oysk um tilfeingi skal ikki vera nakað, sum einstøk reið arí eiga. Talan er um ogn fólksins. Tað er ein grund leggj- andi partur av tí ný- skip an av fiskivinnuni, sum Tjóðveldi mælir til. Flokkurin heldur, at fiski- rætt indi skulu leigast fyri longri ella styttri tíðar- skeið – ikki gevast burtur. -Tað er ikki rætt, at fiski rættindi, sum onkur hevur fingið, verða seld til onnur, sigur Høgni Hoy- dal, formaður í Tjóðveldi. Hann vísir á, at tær sølur sum hava verið sein nu árini, als ikki hava gagnað føroyskari fiski- vinnu, men hava gjørt hana ógvuliga kapital tun- ga. Tey, sum høvdu rætt- indi og hava selt tey, hava tik ið peningin úr vinnuni og gjørt hana munandi tyngri at reka. -Tað kann heldur ikki vera rætt, at onkur sum hevur fingið nøkur rætt- indi fyri onkil at brúka, so skal sleppa at selja hesi rættindi víðari fyri nógv ar pengar. Tí er okk- ara uppskot, at fiski rætt- indini ikki longur skulu gevast vinnuni, men leigast út í longri ella styttri tíðarskeið og tá ið tey so ikki verða brúkt, so fella tey aftur til landið, sig ur Høgni Hoydal. Hann heldur eisini, at hetta fer at gera tað lættari hjá øðrum at sleppa framat í vinnuni. Á hendan hátt verður ikki neyðgt at kapitalisera rætt indini nógv ár fram í tíð ina og á hedan hátt fer eisini at bera til at fáa hend ur á skipum, tí fiski- rættindini ikki eru partur av sjálvum skipi num. -Tað fer at gera, at vit fáa ein reellan prís fyri skipini. Ikki ein uppskrúðaðan prís, tí fiski rættindini eru knýtt at skipunum, sigur Høgni Hoy dal. Høgni Hoydal vísir á, at sam gongan hevur boðað frá, at ein semja skal finnast um nýskipan av fiski vinnu ni frá 1.januar 2018 áðrenn 1.februar. Hann leggur afturat, at sjálvt um andstøðan ikki er heilt samd, so eru and- støðu flokkarnir í høvuðs- heit um samdir um, hvør skipan in skal vera eftir 1.januar 2018. 1. januar 2018 skulu tey, sum ætla sær at fiska “ogn fólk- sins” leiga sær hendan rætt í longri ella styttri tíðarskeið. Tað er tað, sum Tjóðveldi ætl ar, fær flokkurin makt, so teirra hugsjón um eina nýskipan av føroysku fiski- vinnuni kann gerast veru- leiki. Tó hevur flokkurin sagt, at talan verður eina líðandi skipan, har viðurskiftini frá núvernadi skipan verða broytt yvir til dømis eitt 10- ára skeið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóð veldi, sigur, at flokkurin síðani 2006 hevur arbeitt fyri at koma burtur frá nú- ver andi skipan, har burtur- lut ing av rættindum, er góð- tik ið sum ein máti at stýra før oysku fiskivinnuni. -Vit mugu burtur frá hesi skipan, har fiskiloyvini verða politisk útlutað. Skipanin skal gerast meira rættvís og gjøgnum skygni skal vera í vinnu ni, sigur Høgni Hoydal. Uppboðssøla Síðan Tjóðveldi í 2006 kom fram við sínum ætlan um um at gera ein nýgg jan fiski- vinnu politikk, hev ur upp- boðs søla av fiski rætt indu m, veiðu- og fiskiloyvum fylt nógv. Hvørja ferð skipanin hevur verið partur av orða- skifti, hevur talan um upp- boðs sølu fylt ómetaliga nógv. -Ja, tað hevur fylt nógv og sjálv uppboðssølan hevur fing ið nógv fokus. Sjálvandi skal tað ikki vera soleiðis, at hvørja ferð ein skal til skips, so noyðist ein at fara inn í eina loyvibúð og bjóða uppá tey rættindi, sum eru til leigu. Eisini hetta skal vera ein skipan, sum vinnan kann liva við, sigur Høgni Hoydal. Flokkurin hevur ikki lagt seg fast á, hvussu upp boðs s - ølan skal skipast, men flokk- urin heldur fast um, at tey rættindi, sum eru, tey skal øll vinnan sleppa at bjóða uppá. Hvussu langa tíð ein skal kunna bjóða uppá rætt- indini, er alt eftir hvat slag av fiski skapi, talan er um. -Sjálvandi skal skipanin gerast, so vinnan kann ar- beiða við skipanini og tí skal hon gerast í samstarvi við vinnu na, sigur formaðurin í Tjóð veldi. “Ogn fólksins” Tjóðveldi heldur fast um , at tilfeingið sum Føroyar eiga ella samráða seg til, er “ogn fólk sins”. -Eg haldi tað er breið semja um, at vinnan ikki eig- ur fiskin, sum svimur und ir Føroyum ella fiskin, sum vit samráða okkum til. Fiska- til feingið eins og alt annað tilfeingi í havinum er “ogn fólk sins” og tí halda vit, at í veru leikanum skal tað vera so lei ðis, at vinnan leigar rætt in til at fiska í eitt styttri ella longri tíðarskeið, alt eftir hvat slag av fiskiskapi, talan er um, sigur Høgni Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldi sig ur seg ikki heilt kunna siga, hvussu long ella hvussu stutt tíðarskeiðini fyri leigu skulu vera. Hann vísir tó á, at er talan til dømis um ein túr í Barentshavinum, so skal leigu tí ð in í minsta lagi vera, so tey vara ein heilan túr, sig- ur hann. Líðandi yvirgongd Tjóðveldi hevur ásannað, at tey neyvan praktiskt kann lata seg gera at øll rættindi frá degi eitt skulu um eina upp boðs sølu. Tí mælir flokk- urin til, at talan verður eina eina líðandi yvirgongd, ahr alt ikki fer um eina upp- boðs sølu beinanvegin, at tað kanska verður gjørt við at 10 prosent í fyrstuni fara yvir uppboðssøluna og so 10 prosent afturat hvørt av kom andi 10 árini. -Men hinvegin halda vit, at skipanin kann setast í gongd beinanvegin. Tað kann gott gerast beinanvegin, sig- ur Høgni Hoydal, og vísir til, at hetta er roynt einaferð við søluni at rættindum til makrelkvotur fyri nøkrum ár um síðani. Hann staðfestir tó, at flokk urin ikki hevur eina heilt endaliga loysn fyri, hvussu hetta skal gerast. -Hetta fyrst og fremst tí vit eisini her halda, at ný- skipanin skal gerast í neyv- um samstarvi við fiski vinnu- na, sigur hann. Útlendskur kapitalur Í orðaskiftinum um fiski- vinnu na, sum hevur verið sein astu tíðina, eru tað fleiri flokk ar, sum hava sett sum krav, at ongin útlendskur kapital ur skal vera í føroysku fiski vinnuni. Hetta er eitt krav, sum Fólkaflokkurin hev ur lagt fram og tað tekur Tjóð veldi undir við. -Útlendskur kapitalur sum so skal ikki vera í før- oysku fiskivinnuni, men tað vil ikki siga, at útlendingar ikki skulu luttaka í vinnuni. Er talan um útlendsk feløg við heimstaði í Føroyum og fullari skattskyldu í Føroyum, so eru tey sjálv- andi vælkomin at taka lut í vinnu ni, sigur Høgni Hoydal. Um júst hendan spurn- ing in hava fleiri sagt, at tað er torført fyri ikki at siga ómøgu ligt at forða fyri, at útlendskur kapitalur er í vinnu ni. Poul Michelsen, Fram sókn, hevur til dømis sagt, at hetta er so torført, at tað mestsum er bláoygt at trúgva, at tað ber til at gera regl ur, sum forða fyri hesum. Atgongd fyri øll Ein annar spurningur, sum eisini hevur verið ein partur av orðaskiftinum er, hvussu onnur kunnu sleppa framat fiska tilfeinginum. Í dag er tað so kapitalkrevjandi – serliga tá ið talan er um upp- sjóvarvinnuna og fjar fiski- skapin – at tað næstan ikki ber til. -Um onkur roynir at slep pa sær uppí part, so er hetta so kapitalkrevjandi, at tað næstan ikki ber til. Viðkomandi skal ikki bert keypa fiskiskip, men skal eisini keypa sær fiski rætt- indir. Tað er størsta forðingin í dag, sigur Høgni Hoydal, for mað ur í Tjóðveldi. Tjóðveldi vil hava eina líðandi broyting í fiskivinnuskipanini, har rætturin til at fiska skal leigast út til vinnuna Serliga veiðan eftir uppsjóvarfiski og eftir fiski á fjarleiðunum krevur, at treytirnar eru neyvar og at gjøgnumskygni er, heldur Høgni Hoydal Sjálvandi skal alt gerast í neyvum samstarvi við vinnuna - bæði uppboðssølan og onnur praktisk viðurskifti