mánadagur 27. oktober 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tíggju ár eru liðin, síðan
Alzheimerfelagið undir eina
verkætlan fyri heimabúgv
andi fólk við minnisvikni.
Verkætlanin fekk heit-ið
“Miðstøðin fyri minnisveik”,
og Eydna Háberg varð sett
sum verkætlanarleiðari.
Tað var hin 1. november
í 2004, at fyrstu húsfólkini
komu í hugnaligu húsini hjá
”gamla djóralæknanum” á
Dalaveg 4 í Tórshavn.
Í 2006 varð navnið á til
haldinum broytt til Dalalon.
Í januar í 2007 yvirtók
Nærverkið/Heimatænastan
(øki 1) Dalalon, og Ester Hus
gaard gjørdist nú deildar
leiðari.
Í juli í 2007 flutti Stjørnu
lon, sum var nýggja navnið
á dagtilhaldinum, í Góðu
stovu á Lágargarði, og í
januar í 2008 varð flutt í
snotiligu hølini hjá Kiwanis
í Jøkulstræti 4 í Tórshavn.
Húsini
í
Jøkulstræti
vórðu innrættað til enda
málið, og tilhaldið ber fram
vegis navnið Stjørnulon við
somu adressu.
Víðkað virksemi
Í september í 2009 var bíði
listin at sleppa á tilhaldið
so langur, at virksemið
varð víðkað til eisini at
vera opið um kvøldið. Hetta
var samstundis hin fyrsta
royndin í danska ríkinum
at hava eitt slíkt tilhald opið
um kvøldið eisini. Hetta hev
ur eydnast sera væl.
Í løtuni eru 21 húsfólk
knýtt at Stjørnulon, men øll
eru ikki hvønn dag. 8 eru í
senn á dagholdinum og 8 á
kvøldholdinum.
Í september í 2011 kom
Stjørnulon undir Almanna
verkið, Eldradepilin (øki 1).
Í oktober í 2013 fór Ester
Husgaard frá sum deildar-
leiðari, og er Stjørnulon nú
beinleiðis undir Øki 1 við
Metu á Fløtum sum økis
leiðara.
Hesi 10 árini, síðan dagtil
haldið á fyrsta sinni læt upp,
hava tilsamans 117 fólk verið
knýtt at tilhaldinum, um
framt tey 21, sum eru knýtt
at tilhaldinum í dag.
Miðalaldurin á húsfólku
num, sum í løtuni koma
á dag-og kvøldtilhaldið á
Stjørnulon, er 84,2 ár.
Tey 10 árini, síðan tilhaldið fyri minnisveik
á Stjørnulon læt upp, hava tilsamans 117
fólk verið knýtt at stovninum, umframt tey
21, sum eru knýtt at tilhaldinum í dag
Hava verið um
138 minnisveik
Læknamiðstøðin tekur skap
Vilmund Jacobsen
Tað var á bygdarráðsfundi
hin 30. oktober í 2013, at
Vestmanna
bygdarráð
samtykti at staðseta eina
nýggja
læknamiðstøð
í
Gørðum oman fyri skúlan
á Kongsteigum.
Nú sæst so mikið eftir
arbeiðnum, at læknamið
støðin er farin at taka skap,
og Vestmanna kommuna
hevur
stongt
Garðatún
fyri ørindaleysari ferðslu í
arbeiðstíðini - frá klokkan
8 á morgni til nakað út á
kvøldið.
Tá arbeiðið byrjar á
morgni, verða skelti sett
upp, og tey verða tikin
burtur aftur, tá arbeiðsdag
ur er lokin.
- Vit mæla til, at foreldur,
sum koyra børn síni í skúla,
seta børnini av á Tofta
vegi,
sigur
Vestmanna
kommuna.
Umframt at hýsa kom
munulæknanum, fer nýgg
ja læknamiðstøðin eisini
at hýsa tannlæknanum,
sum nú brúkar hølir í Vest
manna Skúla.
Tannlæknaviðtalan
verður tó ikki bygd fyrr enn
í 2. byggistigi.
- Við tað, at tannlæknin
flytir úr Vestmanna sķúla,
fer skúlin samstundis at fáa
enn betri hølisumstøður, sig
ur Vestmanna kommuna.
Vestmenningar
lótu sjeyti skógva
eskir við familju
gudstænastuna, sum
var í Vestmanna
kirkju í gjár
Ikki full
semja um
makrel
Vilmund Jacobsen
Enn er heildarkvotan fyri
makrel í 2015 ikki endaliga
ásett.
Strandarlandasam
ráðingar hava júst verið
í London, og stórmálini
hesaferð vóru at víðka
makrelsemjuna til onn
ur strandarlond og at
áseta heildarkvotu. Men,
tíðin var ikki búgvin
til, at Ísland ella Grøn
land kundu koma uppí á
hesum sinni. Tað eydn
aðist heldur ikki at áseta
heildarkvotuna fyri 2015,
hóast stutt var millum
partarnar.
Samráðingarnar verða
tiknar upp aftur í næst
um, har støða verður tikin
til heildarkvotu.
- Vit mæla til, at foreldur, sum koyra børn síni í skúla, seta
børnini av á Toftavegi, sigur Vestmanna kommuna
Flestu fjøll eru gingin, skurðurin
er komin til høldar, og nú verða tey
seinastu seyðarhøvdini sviðin. Myndin
er tikin í Nólsoy leygardagin, tá
Mikkjal Holm, seyðamaður, fekk tey
seinastu seyðarhøvdini frá hondini.
Í januar í 2008 flutti tilhaldið í snotiligu hølini
hjá Kiwanis í Jøkulstræti 4 í Tórshavn
Mynd: Álvur Haraldsen
Læknamiðstøð verður
nú bygd í Vestmanna
Mynd: Birgir W. Høgnesen