mánadagur 27. oktober 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Freistandi er at spyrja, hvat
fuglafrøðin man siga um, at
lírin er so seinur á flog, sum
líkt er til, at hann hevur verið
í heyst.
Líradagur er 26. august.
Tá plagdu menn at draga líra.
Nakrar dagar út í september
plagdu teir at taka líra við
lykt í myrkri.
Líri, sum verður tikin við
lykt, er fuglur, sum kemur út
úr holu síni, tá kvøldið kem
ur, tí nú nærkast tíðin at
flúgva úr reiðrinum.
Líkt er til, at skrápurin
antin hevur vorpið seint í ár
- ella, at ungin er seint vorðin
búgvin.
Og tó.
Fuglurin tykist ikki vera
rak. Tað er neyvan tí, at hann
er so seinur.
Tveir mánaðir
ov seinur
Í gjárkvøldið, tá undirritaði
koyrdi niðan móti matvøru
handlinum Lonini í Skop
un, sat hesin lírin, sum er á
myndini, undir einari gøtu
lykt á vegnum.
Fuglafrøðin hevði ivaleyst
hildið, at tað er undantak, at
onkur líri er so seinur avstað,
nú vit eru í endanum av
oktober.
Men, so er ikki.
Lírin, sum tikin varð í
gjárkvøldið,
er
nevniliga
einki undantak.
So seint sum 2. oktober
tók undirritaði sjey lírar und
ir gøtulyktum á Sandi - og 19.
oktober varð eisini ein líri
tikin.
Og so í gjárkvøldið - júst
tveir mánaðir eftir líradag -
varð hesin lírin tikin í Skop
un.
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin, tá Fiskamark
naður Føroya gjørdi sínar
metingar fyri næstu viku,
var bara eitt línuskip á ís
fiskaveiðu.
Skipið fiskar undir Ís
landi og kemur helst inn at
landa mikudagin. Veiðan
er ein blandingur av toski,
longu og brosmu og helst
eru eisini nakrar hýsur.
Væntandi er, at línu
skipini fara avstað aftur, tá
veður og streymur verða til
vildar.
Tvey frystilínuskip eru
til fiskiskap undir Før
oyum, og tey fáa mest av
longu og brosmu.
Um útróður, sigur mark
naðurin, at streymurin er
harður, men batnar út á
vikuna. Veðrið verður ikki
nakað serligt, og tí verður
heldur ikki roknað við tí
nógva útróðrinum.
- Heilt einki verður tó
neyvan, heldur Fiskamark
naður Føroya.
Tað er harður streymur,
og veðurútlitini eru einki
serlig. Tí er lítil línuveiða
undir Føroyum í løtuni
Hví er lírin so
seinur í ár?
Lítil
línuveiða
Sambært
Hagstovu Føroya
eru best umtóktu
gentunøvnini,
Sára, Eva og Lea -
og best umtóktu
dreingjanøvnini, Nóa,
Rókur og Villiam
Tað
viðrar
illa hjá
flota
num
Vilmund Jacobsen
Eitt partrolarapar landar
í dag, og nøkur pør landa
seinni í vikuni. Fiski
skapurin er smáligur.
- Fleiri pør liggja við
bryggju, men skipini fara
væntandi út aftur í næst
um.
Fríggjadagin
vóru
fimm djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Tveir fiska
svartkalva, annar frystur
veiðina umborð, meðan
hin er á ísfiskaveiðu og
landar helst síðst í hesi
vikuni.
-
Flestu
djúpvatns
trolarar royna í løtuni á
grynri vatni og fiska mest
upsa umframt nakað av
toski og øðrum. Teir koma
inn at landa, sum vikan
gongur.
Fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir við
bryggju.
Tvey garnaskip fiska
svartkalva og helst landa
bæði síðst í hesi vikuni.
Eitt garnaskip fiskar hav
tasku.
Um veðrið teir næstu
dagarnar,
sigur
DMI,
at týsdagin - í morgin
- verður hann vestan í
ættini, 5-10 m/ sek.
Veðrið
mikudagin
verður nakað tað sama
sum týsdagin, og ættin
verður hin sama.
Fyrrapartin hósdagin
verður sama lot, 5-10 m/
sek., men nú verður hann
eystan ella landsynningur
í ættini.
Sum hósdagurin gong
ur, veksur hann vindin
upp í 10-15 m/ sek. og
gongur vestur yvir í ein
útsynning ella útsynning
vestan.
Nú dag-og kvøldtilhaldið á
Stjørnulon hevur 10 ár á baki,
verður skipað fyri almennari
móttøku í Jøkulstræti 4
fríggjadagin frá klokkan 14-17.
- Tað verður ikki nógvum línufiskur hesa vikuna, men heilt
sørt verður tó neyvan, heldur Fiskamarknaður Føroya
Tað er ikki altíð so lætt at skilja náttúruna,
og soleiðis er eisini við líranum í ár, sum
tykist ógvuliga seinur úr reiðrinum
Heilar tveir mánaðir eftir líradag - 26. august - fleyg hesin lírin úr reiðrinum
og varð tikin undir einari gøtulykt í Skopun í gjárkvøldið.
Mynd: Vilmund