Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 ítróttur 16 ár og 22 dagar! So gamal var Ari Olsen hjá Skála, tá hann byrjaði á vøllinum móti KÍ í Klaksvík í hansara fyrsta dysti í Effodeildini. Hann var sostatt yngsti leikari, sum byrjaði ein dyst hetta kappingarárið, og næstyngsti leikari, sum var á vøllinum í einum Effodysti í ár. Tá landskappingin var hálvrunnin, var B68 næstaftast við níggju stigum, men av tí at tað ikki eydnaðist at bøta nevnivert um úrtøkuna síðstu 12 umførini, sluppu toftamenn heldur ikki undan at flyta niður í næstbestu deildina fyri fjórðu ferð síðani 2004. Teitur Joensen »Skála flytur niður.« Soleiðis søgdu teir flestu av okkum sokallaðu »ser­frøð­ ingum«, áðrenn kappingar­ árið 2014 varð skotið í gongd. Og ja, vit fingu rætt. Skála flutti niður og skal næsta ár aftur leika í næst­bestu deildini. Men hetta kom als ikki óvart á nakran, og helst heldur ikki á teir mest bjartskygdu heima­áskoð­ ararnar á Skála. Men fyri leikararnar er hetta heldur ikki nøkur skandala. Størsti parturin av lið­num hevði millum lítlar og ongar royndir frá fremstu deildini, og tað tekur tíð at venja seg við leikferðina í fremstu deildini. Men tað er lítil ivi um, at ungu leikararnir hjá Skála eru nógv mentir gjøgnum hetta kappingarárið. Longu frá byrjan av vísti liðið stórt dirvi og royndi alla tíðina at spæla fótbólt, hóast úrs­ litini ikki fullu út til teirra fyrimun, og júst hetta hevur uttan iva verið viðvirkandi til, at avrikini gjørdust alt meira støðug ígjøgnum kappingarárið. Liðið hevur eisini fingið størri royndir gjøgnum kappingarárið, og serliga tilgongdin av Paula G. Hansen var neyðug. Hann gav liðnum neyðuga stabilitetin á miðvøllin, og eftir hetta gjørdust avrikini væl betur. Sjálvt um tað endaði við eini niðurflyting, so kann kappingarárið saktans lýsast sum ein succes fyri Skála. Tí ungu leikararnir hava vunnið sær nakrar royndir, sum uttan iva koma teimum til góðar, tá liðið aftur vinnur seg upp í bestu deildina, og sum spælið hjá Skála hevur verið í hesum kappingarárinum, so verður tað nokk ikki so long tíð, til allir hesir ungu og sera evnaríku leikararnir aftur sleppa at royna seg í millum teir bestu. Hilmar Jan Hansen Fyri fjórðu ferð síðani 2004 noyðist B68 niður í næst­ bestu mansdeildina at byggja seg upp av nýggjum, nú tað heldur ikki hesaferð rakk til meira enn tað eina árið í bestu deildini. Kapp­ ingar­árið var nummar 30 í røðini av árum, B68 hevur spælt í bestu deildini, men mál­setningurin varð ikki rokkin, tí ikki eydnaðist at halda sær uppi. Tað eru nakrar vikur síðani, at niðurflytingin var ein veruleiki, men sein­asta kappingardagin bleiv tað uppaftur verri, tí tá eydn­ aðist Skála við sigri á Argjum at vinna seg upp um B68, so liðini enda bæði við sama stigatali, men skálamenn tó tvey mál betri. Søguliga sæð hevur B68 megnað at sett Toftir á Føroyakortið í fótbólti, og tey trý meistaraheitini frá 1984, 1985 og 1992 kann eingin taka frá toftamonnum. Men seinnu árini hevur ikki sami veiggjur verið í tofta­ monnum, sum tað plagdi at vera, tí fyri tað nógva hevur tað snúð sum at yvirliva. B68 megnaði at skjóta 23 mál í teimum 27 lands­ kapp­ingarumførunum, men kláraði ikki at binda nóg væl fyri, so heili 60 mál fóru inn. Tá er trupult at standa seg, og tað mesta av kapp­ingarárinum hevur niðurflytingarvandin anda spælararnar í nakkan. Tann vandan skulu teir ikki berjast við næsta ár, tá B68 skal byggja liðið upp­ aftur, so verður betur fyri at flyta upp og gera sítt til, at steðgurin í 1. deild ikki verð­ ur ov drúgvur. hilmarjan@sosialurin.fo Skála kann vera við B68 má aftur byrja umaftur Mark Ryutin Pætur D. Jacobsen Petur Pauli Mikkelsen Jákup Jacobsen Teitur R. Joensen Pauli G. Hansen Jákup Johansen Edvin Jacobsen Ólavur Mikkelsen Holgar Durhuus Brian Jacobsen Kristian Joensen Jóhan D. Højgaard Mads Rosenberg Niklas Poulsen Kristian Anton Andreasen Ovi Brim Evrard Blé Hákun Edmundsson Jann Ingi Petersen Jonleif Højgaard Óli H. Olsen Vónirnar vóru ikki serliga stórar, og liðið endaði eisini við at fara ta tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina. Men hóast hetta hava fleiri av ungu leikarunum víst stóra menning gjøgnum árið, og tað er lítið at ivast í, at liðið verður nógv meira klárt, næstu ferð teir koma upp í Effodeildina Eftir eitt soltið kappingarár í Effo-deildini, sum ikki hilnaðist so væl, sum tey á Toftum høvdu vónað, stendur greitt, at talan næsta ár aftur verður um leygardagsfótbólt, umframt at B68 líkasum má byrja umaftur, tí munurin á bestu og næstbestu deildini er stórur Formkurvin Formkurvin tídningarmiklasti leikarin tídningarmiklasti leikarin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir Formaðurin tekur samanum... Formaðurin tekur samanum... - Óli H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Ibrahima Camara . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 Andrias Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . 3 - 1. Hákun Edmundsson . . . . . 2299 minuttir 2. Mads Rosenberg . . . . . . . 2272 minuttir 3. Jóhan Dávur Højgaard . . . . . . . . . . 2186 Edvin Jacobsen At Skála endaði sum niðurflytari, kom ikki so óvæntað á nakran, tí liðið er rættiliga ungt og óroynt, men fleiri av ungu leikarunum hava víst, at teir saktans kunnu gera seg galdandi í Effodeildini. Ein av hesum er 23 ára gamli Edvin Jacobsen, sum hevur havt eitt sera gott kappingarár. Edvin hevur serliga spælt á sentrala miðvøllinum, og hann hevur víst, at hann er ein framtíðar leikari í Effodeildini. Hann er sera arbeiðssamur, rennisterkur, tryggur á bóltinum, og so hevur hann eisini víst seg sum ein sera styerkur leikari í umstillingini – bæði offensivt og defensivt. Mads Rosenberg Hóast yvir tvey mál í miðal eru farin ígjøgnum hjá B68 í ár, er 28 ára gamli danski verjuspælarin, Mads Rosenberg, tann av øllum, ið hevur skarað framúr. Hann er øgiliga róligur og niðri á jørðini, so hann passar væl til tann føroyska mentalitetin. Tað mesta av kappingarárinum hevur Mads stýrt miðverjuni saman við annaðhvørt Jóhan Dávuri Højgaard ella Ova Brim, men hann hevur eisini spælt á miðjuni og sum vinstri bakkur. Uttan iva ein av frægaru verjuspælaru- num í Effo-deildini hetta farna kappingarárið. Kaysten Rasmussen Formaðurin í Skála ásannar, at tað var ikki nakar lættur setnin- gur hjá effoliðnum hjá Skála, sum royndi seg við nógvum ungum spælarum, sum ikki høvdu nakrar effodeilds-royndir. Hann hel- dur tó, at hansara menn gjørdu sítt besta, og vóru væl í nógvum dystum. Hann fegnast um, at hópurin er intaktur til komandi ár, og vónar at síggja eitt royndari Skála-lið í effodeildini í 2016. Niclas Davidsen Formaðurin í B68 heldur ikki, at tey á Toftum kunnu verða nøgd, nú B68 eftir bert eitt ár í bestu deildini flytur niður aftur. men hann heldur, at tað er ein støða, sum tey mugu taka til eftirtek- tar. Hann heldur tó, at B68 stóð seg leikliga væl í nógvum dys- tum, og góðir sigrar vóru eisini vunnir. Hann hevur góðar vónir til 2015, har B68 fer at halda seg til at brúka lokalar spælarar. Skála: 4-2-3-1 B68: 4-4-2 9 10 23,81 M i ð a l a l d u r 24,3 M i ð a l a l d u r fótbóltur kappingarárið 2014 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 1 5 5 10 10 15 15 20 20 25 25 26 26 27 27 umfar: umfar: nr.: nr.: