Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 40 ár og 206 dagar. So gamal var Egil á Bø, tá hann leikti fyri EB/Streym í seinasta umfari. Sostatt var hann elsti útileikari, sum var á vøllinum í Effodeildini hetta kappingarári. Tveir leikarar eru annars eldri, men teir eru báðir málmenn. Jákup Mikkelsen og Geza Turi. Tað eydnaðist KÍ at betra um úrslitið. Hesa ferð endaðu teir bláu á 6. plássi, ella tvey pláss hægri enn í fjør. Tað var betri í verjuni og verri í álopinum. Í fjør skoraði KÍ 54 mál og í ár 41. Í fjør fóru 55 mál ígjøgnum og í ár 38. Stigatalið í fjør var 28, og í ár var tað 36. Teitur Joensen Í fjør komu fyrstu ábend­ ing­arnar um, at tíðin hjá EB/ Streymi sum eitt av avgjørdu toppliðunum í føroyskum fótbólti var av. Tá endaði liðið uttan fyri topp tvey fyri fyrstu síð­ani 2005, men hóast hetta sats­aði felagið stórt áðrenn kapp­ ingar­byrjan við at keypa tríggjar stórar profilar til liðið. Men lítið hjálpti. Saman við breiða kjarnanumm av stuðulsleikarum, sum hava borið liðið fram seinastu 10 árini, slóu nýggju leik­ar­arnir ikki veruliga til. Avrikini vóru alt ov óstøðug, og kapp­ ingarárið var ikki nógvar dystir gamalt, tá tað gjørdist greitt, at EB/Streymur helst ikki fór at seta seg á tey fremstu plássini. Ígjøgnum mest sum alt kappingarárið hevur liðið stríðst við óstøðug avrik, og hetta hevur uttan iva verið størsta avbjóðingin hjá venj­ arunum. Hóast hetta, so strídd­ist EB/Streymur heilt til tað síðsta um eitt pláss í Evropa, men at enda stóðu teir eftir við Svarta Peri og einum keðiligum 5. plássi. Fyri EB/Streym hevur tað verið eitt eyðkenni gjøgnum kappingarárið, at tað hevur verið ógvuliga trupult at spátt um, hvussu liðið fór at spæla hvørt umfar. Teir hava havt trupulleikar móti botn­ liðum og vunnið móti topp­ liðum, og hetta er bert enn ein staðfesting av, hvussu óstøðug avrikini hava verið – ikki bara avrikini hjá sjálvum liðnum, men eisini avrikini hjá hvørjum einstøkum leik­ ara. Men hóast óstøðug av­ rik, so eru tað tó eisini pláss á liðnum, sum hava av­rikað væl. René Tórgarð hevur havt eitt sera gott kapp­ingar­ ár í málinum, og harafturat hevur verjan eisini staðið væl gjøgnum tað mesta av kapp­ingar­árinum, har hon bert hevur latið beint yvir eitt mál í gjøgnum fyri hvønn dystin. Hetta hevur bara akkurát ikki verið nóg mikið til at tryggja plássið í evro­peiskum fótbólti. Jóannes Hansen Eyðun Klakstein hevur saman við spælarunum støð­ugt ment liðeindina, og tá ið tað hevur verið upp á tað besta, hevur tak­tiska av­rikið við góðum og stríðs­ fús­um spælarum verið millum tey bestu. Eitt nú hava vongverjarnir báðir – Johan Jacobsen og Heðin á Lakjuni – alt árið verið sera eyðsýndir. Stóri veikleikin hevur verið, at tað hevur gingið ov nógv upp og niður. Meðan tað eydn­aðist at vinna á meistar­unum í B36 í Gunda­ dali, so endaði tað tvær ferðir við tapi á Svanga­ skarði og eina ferð við tapi á Skála. Umframt ímóti B36 so megnaði KÍ bara at vinna á útivølli á NSÍ, og KÍ megn­aði ongantíð at venda dystar­gongdini – hvørki á heima­vølli ella á útivølli. Tað vil siga, at um mótstøðuliðið legði seg framum, so megnaði KÍ ikki at snara gongdini til sigur. Jonas Flindt Rasmussen og Ndende styrktu nógv um verjukenda partin. Tað fóru nógv færri mál ígjøgnum, enn tað gjørdu í fjør. Í álopsspælinum myndaðu Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Ivan Joensen og Heðin Klakstein møguleikar, men marginalirnir vóru ikki við í royndunum ímóti mál­inum. Páll A. Klettskarð og Álvur F. Christiansen skor­aðu í fjør tilsaman 29 mál. Í ár var Páll aftur besti KÍ málskjúttin við tólv málum, meðan Álvur ongan­ tíð hevði eydnuna við sær frammanfyri mótstøðu­ málið. joannes@sosialurin.fo Óstøðugu avrikini kostað Tað var ov nógv upp og niður René Tórgarð Egil á Bø Marni Djurhuus Jónas Tór Næs Rógvi E. Nielsen Arnar Dam Gert Hansen Niels P. Danielsen Hans Pauli Samuelsen Gunnar Zahariasen Arnbjørn Hansen Meinhardt Joensen Jonas F. Rasmussen Sørmundur Kalsø Johan Jacobsen Heðin á Lakjuni Ndende Adama Guéye Ivan Joensen Henry Heinesen Hjalgrím Elttør Heðin Klakstein Páll A. Klettskarð Málið var at vinna sær sætið í evropeisku kappingunum næsta summar, men hesum rakk EB/Streymur ikki. Sjálvt um teir vóru so sera tætt við, so hava avrikini hjá liðnum verið alt ov óstøðug, og í síðsta enda er tað júst óstøðugu avrikini, sum kosta plássið í Evropa Eingin ivi er um, at KÍ liðið flutti seg rætta vegin, men avrikini vóru ov óstøðug, og tað kostaði altjóða atgongumerkini, sum klaksvíkingar settu nøsina upp ímóti. Tølini undirstrika veruleikan á tann hátt, at KÍ vann á trimum teimum ovastu og tapti ímóti báðum niðurflytarunum 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 1 5 5 10 10 15 15 20 20 25 25 26 26 27 27 umfar: umfar: nr.: nr.: Formkurvin Formkurvin tídningarmiklasti leikarin tídningarmiklasti leikarin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir Formaðurin tekur samanum... Formaðurin tekur samanum... - Páll A. Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 - - René Tórgarð Fleiri eru sjálvsagt um boðið til týningarmesta leikaran hjá sundalagsmonnum, men í einum kappingarári, har avrikini hava verið ógvuliga svingandi, hevur René Tórgarð verið ein stabilur aftasti skansi. Hann hevur í fleiri dystum bjargað stig heim til EB/Streym við góðum og tryggum málmansspæli, og harafturat er tað eisini vert at nevna, at tann vanliga so friðarligi og róligi málmaðurin hevur verið nógv meira rópandi og stýrandi, enn vit hava verið von við frá hansara síðu. Ndende Adama Guéye Tað var plettskot, tá ið KÍ eftir eftir kappingarlok í fjør skrivaði sáttmála Ndende. Hann var við í øllum dystunum í ár, og hann vísti seg at vera sera eyðsýndur á miðvøllinum. Senegalesiski spælarin, sum kom úr TB og áður hevur spælt fimm ár við B68, arbeiddi nógv, hann var góður í eftiransingunum, avspælið var gott, og hann var skjótur at føra bóltin fram á vøllin. Tá ið tað ikki hepnaðist so væl hjá teimum fremstu at skora mál, so kom tað væl við, at Ndende skoraði seks ferðir. Signar í Homrum Formaðurin í EB/Streymi er ikki heilt nøgdur við kappingarárið 2014. Endamálið var at sleppa út í Evropa, og tað glapp í sein- asta leikumfarinum. Signar í Homrum fegnast tó um, at ungir spælarar, sum eru uppaldir í EB/Streymi hava fingið møguleikan at royna seg á besta liðnum í ár. Tað verður eitt yngri lið við fleiri lokalum spælarum, sum Signar setir vónina til í 2015. Tummas Lervig Formaðurin í KÍ staðfestir, at KÍ endaði lægri, enn tey har norðuri høvdu sett nøsina upp eftir. Hann er nøgdur við, at KÍ var við í stríðnum um at sleppa út í Evropa, men harmast, at tað bara bar til eitt 6. pláss. Hann greiðir frá, at tað hava verið nógvir um boðið at gerast venjarar hjá KÍ, og valið er so fallið á Mikkjal Thomassen, sum skal royna at fáa KÍ hægri upp á stigatalvuni. eb/str.: 4-2-3-1 kí: 4-4-2 5 6 25,13 M i ð a l a l d u r 25,4 M i ð a l a l d u r leikarir: 21 kappingarárið 2014 fótbóltur