mánadagur 27. oktober 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
ítróttur
ÍF hevur elsta hópin í Effodeildini. Tað framgongur
á hagtølunum, sum Sosialurin herfyri roknaði seg
fram til. Miðalaldurin á ÍF-liðnum er 25,56 ár, og
tættast teimum er KÍ við 25,38 árum. Aldursforsetin
er enn sum áður 44 ára gamli Jákup Mikkelsen.
Tað sæst aftur á hvussu nógvar spælarar AB
hevur brúkt, at teir hava havt eitt umgangandi
kappingarár. Heili 30 ymiskir spælarar hava verið á
vøllinum fyri AB í ár. Tað er meiri enn nakað annað
felag. AB hevur eisini næst lægsta miðalaldur.
Pætur Albinus
Tað hevur verið upp og niður
hjá ÍF ár, men tíverri fyri teir,
so hevur tað verið mest nið
ur. Silvurvinnararnir frá í
fjør høvdu nógv at liva upp
til í ár, men tað gjørdist
skjótt greitt, at tað skuldi
gerast møtumikið.
Eftir at kappingarárið
byrjaði við tveimum tapum,
so reisti ÍF seg mannliga og
vann tríggjar dystir á rað.
Tann seinasti í hesi sigurs
røðini var 3-0-sigur ímóti
EB/Streymi, og júst sum ein
væntaði, at hetta var eitt
tekin um øgiliga styrki, so
tapti ÍF stórt næsta dystin
heili 2-5 ímóti B36.
Fýra av teimum fimm
næstu dystunum endaðu
við javnleiki, og hetta hevur
verið myndin av ÍF hetta
kappingarárið – ov nógv
sveiggj í úrslitunum.
Sum kappingarárið leið
mátti snútin vendast ímóti
einum evropeiskum plássi,
men júst sum hesin bar
dagin var í gongd, so var
stórt mannfall í Fuglafirði. ÍF
hevur helst drigist við flest
skaðar í ár, og tað hevur ført
til nógvar broytingar og ein
vantandi stabilitet á liðnum.
Ikki gjørdist tað frægari, tá
ið snúningspunktið á mið
vøllinum, Karl Løkin, mið
skeiðis í kappingarárinum
gjørdi av at fara til Dan
markar.
Verjuskansin
í
Bartali
Eliasen og málrevurin í
Clayton Soares hava mangan
verið ÍF góðir, men nú hesir
eru komnir væl til árs og
glansurin tykist vera farin
av teimum, so hevur ÍF ikki
notið gagn av teimum ein
mansavrikum, ið áður hava
verið at sæð.
Endin varð, at ÍF endaði á
fjórðaftasta plássi, og tað má
sigast at vera púra í tráð við
hagtølini. Teir hava nevniliga
skorað fjórðfægst mál, fingið
fjórðflest mál ígjøgnum og
hava eisini fjórðvánaligastu
málúrtøkuna.
albinus@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Undan
kappingarárinum
boðaði AB frá, at felagið
nú skuldi røkka Evropa.
Bill
M.
Jacobsen
bleiv
settur
sum
venjari
og
landsliðsframherjin,
Jóan
Símun Edmundsson, kom
til felagið. Tað skuldi verða
byrjanin til eina nýggja tíð
úti á Argjum.
Tað riggaði bara slett
ikki og Bill M. Jacobsen
gav skarvin yvir longu í
fyrsta triðinginum, og inn
fyri hann kom hjálparvenj
arin
Oddbjørn
Joensen.
Heldur ikki Jóan Símun
Edmundsson
fekk
tað
burturúr,
sum
partarnir
høvdu ynskt og tí endaði
samstarvið teirra millum í
summar.
Eins og árið fyri, so var tað
ein sterkur miðróður, sum
tryggjaði felagnum framhald
í bestu deildini. Av teimum 25
stignum, sum felagið fekk, so
komu 13 av teimum í øðrum
triðinginum av kappingini.
Havandi
í
huga
allar
útskiftingarnar, sum hava
verið í og rundan um hópin,
so er tað ikki so løgið, at liðið
ongantíð fekk eitt skap.
Serliga í miðverjuni hevur
verið trupult at funnið eina
varandi loysn til Dmitrije
Jankovic kom til.
Venjaratoymið hevur tí
gjørt
broytingar.
Onkrar
tí spælið ikki hevur riggað
og onkrar, tí útskiftingar
í hópinum og skaðar hava
gjørt seg galdandi.
Hóast nógv skiftingarnar,
so megnaði AB tíðliga at
vinna sær so mikið at stigum,
at blóðtrýstið á Argjum ikki
hevur verið so høgt móti
kappingarenda. Málið hjá
felagnum er nú at fáa skil
á, so liðið kann mennast til
komandi kappingarár.
trondur@sosialurin.fo
Flogið manglaði í Fuglafirði
Søguligt ár fyri argjamenn
Jákup Mikkelsen
Poul N. Mikkelsen Bartal Eliasen
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard
Kristoffur Jakobsen Bogi R. Petersen
Dánjal á Lakjuni Fritleif í Lambanum
Ari Ó. Ellingsgaard Clayton Soares
Heðin Stenberg
Dmitrije Jankovic Sorin Anghel
Jónas Stenberg Beinir Ellefsen
Hørður M. Mohr Bárður Olsen
Kári Nielsen Magnus Egilsson
Jobin Drangastein Jógvan Skeel Nolsøe
Glansurin er farin av teimum aldrandi lyklaleikarunum í
Fuglafirði, og nú skaðar eisini í stóran mun gjørdu um seg
í ár, so hevur ÍF als ikki havt eitt nøktandi kappingarár.
Eitt stórt vónbrot í mun til silvurkrónurnar frá í fjør
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá AB hevur tað eydnast at vinna
sær pláss í bestu deildini trý ár upp í slag. Tað vitnar um eitt
felag, sum er í holt við at røkka málsetninginum um at blíva
ein fastur partur av bestu deildini í føroyskum fótbólti
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
1
5
5
10
10
15
15
20
20
25
25
26
26
27
27
umfar:
umfar:
nr.:
nr.:
Formkurvin
Formkurvin
tídningarmiklasti leikarin
tídningarmiklasti leikarin
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
Formaðurin tekur samanum...
Formaðurin tekur samanum...
Clayton Soares . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Bartal Eliasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Dánjal á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Sorin Anghel . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
Hørður M. Mohr . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Jobin Drangastein . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
Bartal Eliasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2250
Fritleif í Lambanum . . . . . . . . . . . . . . 2209
Clayton Soares . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2138
Beinir Ellefsen . . . . . . . . . . . . 2229 minuttir
Jónas Stenberg . . . . . . . . . . . 2187 minuttir
Kári Nielsen . . . . . . . . . . . . . . 1880 minuttir
Bartal Eliasen
Ein av fáu støðunum, sum ÍF ikki hevur verið nógv verri til í ár í mun til í fjør, er
í verjupartinum. ÍF lat 48 mál ígjøgnum í fjør, og í ár var talið 52. Stóran lut í
stabilitetinum eigur 38 ára gamli verjuskansin, Bartal Eliasen, sum eisini hevur
fingið flestar minuttir á liðnum í ár. Harafturat, so hevur hann eisini skotið
næstflest mál á liðnum. Fýra mál bleiv tað til. Karl Løkin skaraði framúr í fyrru
hálvu, men hann flutti síðani til Danmarkar og samanumtikið var Bartal Eliasen
hin drúgvasti og frægasti..
Kári Nielsen
Royndi miðvallarin hevur havt stóran týdning fyri javnvágina á liðnum hjá AB í
ár. Serliga í miðróðrinum var týdningarmikið at AB fekk yvirtakið á miðjuni móti
flestu av hinum liðnum. Hann er gløggur spælari, sum arbeiður hart í verjustøðu
og dugur væl at taka rættar avgerðir við bóltinum. AB hevur ikki nógvar royndir
frá toppfótbólti og tí er týdningarmikið fyri AB, at teir hava fingið royndir
aðrastaðni frá. Her kunnu eisini nevnast spælarar sum Dmitrije Jankovic og
Sorin Anghel.
Njál Reinert Petersen
Formaðurin í ÍF staðfestir, at talan hevur verið um eitt marruár
hjá ÍF, tá talan er um skaðar. ÍF hevur havt 12-14 langtíðar-
skaðar, og ein kapasitetur, sum Høgni Zachariasen hevur bara
spælt 9 dystir í ár. Trupuleikar hava eisini verið við spæliloyvum.
Sæð í ljósinum av øllum mótburðinum er 7. plássið at liva við.
Málsetningurin er at verða í oddinum aftur í 2015.
Erling Ellendersen
Formaðurin í AB er ikki heilt nøgdur. Hann staðfestir, at 8.
plássið er rættiliga langt frá 5. plássinum, sum AB hevði sett
sær sum mál hetta kappingarárið. Hann heldur, at AB fekk eina
ringa byrjan við einum knappligum venjaraskiftið. Tó er hann
glaður um, at AB fyri fyrstu ferð í søguni fer í holt við triðja
kappingarárið á rað í bestu deildini, har málið aftur er 5. plássið
í 2015.
íf: 4-5-2
ab: 4-4-2
7
8
25,56
M
i
ð
a
l
a
l
d
u
r
23,76
M
i
ð
a
l
a
l
d
u
r
leikarir: 30
fótbóltur kappingarárið 2014