mánadagur 27. oktober 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
B36 hevur í ár havt tríggjar profilar í álopsketuni, ið
hava verið serstakliga avgerandi. Teir tríggir eru Jákup
á Borg, Adeshina Lawal og Lukasz Cieslewicz. Tað er
ikki tilvildarligt, at hesir tríggir menninir eru teir, ið eru
teir fremstu á toppskjúttaralistanum hjá B36 í ár.
Heðin Askham hevur fyrr roynt at verið nummar
tvey í Effo-deildini við 60 stigum uttan at vinna
FM. – Ja, eg havi roynt hetta fyrr við EB/Streymi í
2011. Tá vann B36 FM við 67 stigum og vit fingu
60 stig á øðrum plássi, sigur Heðin Askham.
kappingarárið 2014 fótbóltur
André Olsen
Undan kappingini vóru tað
ikki nógv, ið høvdu serliga
stórar vónir til B36 hópin í
2014. Í mun til kappingarárið
frammanundan
vóru
profilar sum Súni Olsen,
Gilli Sørensen og Evrard Blé
vekk úr hópinum. Inn ístaðin
komu Alex Mellemgaard,
Hanus Thorleifsson og so
Mr. B36, Klæmint Matras, ið
valdi at taka skógvarnar av
aftur hillini.
Onkursvegna
dugdi
nýggi B36 venjarin, Sámal
Erik Hentze, frá byrjan av,
tó at fáa sum mest burturúr
hvørjum einstakum leikara.
Samstarvið millum mál
mann og verju hevur rigga
framúr væl. Undan kapping
ini var serliga spurnartekin
sett við ungu og óroyndu
B36 verjuna, men tað hava
teir so dyggiliga mótprógvað.
Einans 25 mál eru komin
ígjøgnum í 27 umførum.
Málverjin Tórður Thomsen,
ið altíð hevur havt góð evni,
hevur í ár havt sítt besta
kappingarár nakrantíð í før
oyskum fótbólti.
Á
miðvøllinum
hevur
tekniskt
sterki,
Róaldur
Jakobsen, verið dirigentur
fyri góða fótbóltsspælinum á
B36 liðnum. Við góðari hjálp
frá síðumakkarunum á mið
vøllinum, Klæminti Matras
og Hanus Thorleifsson, hava
teir verið grundarlagið í
maskinrúminum fyri góða
fótbóltsspælið hjá B36.
Og á síðsta triðinginum
hava teir tríggir profilarnir,
Jákup á Borg, Adeshina
Lawal og Lukasz Cieslewicz
ofta verið avgerandi.
Samanlagt er eingin ivi
um, at meistaraheitið hjá B36
í ár er fult uppborið. Hóast
B36 ikki er tað liðið, ið hevur
skora flest mál, eru teir
allíkavæl tað liðið, ið hevur
duga best at koppa teir tøttu
dystirnar til egnan fyrimun.
Fyri
tað,
eigur
venjarin
Sámal Erik Hentze sjálvsagt
stórt rós, og er hann í øllum
førum eitt gott boð uppá
ársins venjara í føroyskum
fótbólti í 2014.
Tróndur Arge
HB fekk undan hesum kapp
ingarárinum fatur á venj
aranum, sum teir helst vildu
hava. Heðin Askham kom til
og tað gjørdu aðrir spælarar
eisini. Levi Hanssen, Poul
Ingason,
og
René
Shaki
Joensen vóru nakrir av
teimum. Við FM í sjáttuni frá
árinum fyri bleiv HB útrópt
til stórfavorittur til at vinna
FM 2014.
Áðrenn
HB
nándi
at
venda sær, so fóru tey í árs
talsfelagnum í grannalag
inum til stroks. B36 var ikki
til at fanga aftur. Tá HB so
fekk møguleikan at fáa fatur
á B36, so tóku teir ikki av.
Tað tók eina løtu hjá
Heðini Askham at finna
røttu
samansetingina
á
liðnum. Miðvøllurin, sum
skuldi verða primus motor á
liðnum, riggaði ikki.
Mest stabili parturin á
liðnum hevur verið verjan
og málverjin, sum staðið
seg væl. Á miðvøllinum
hava avrikini hjá millum
annað Heina Vatnsdal ikki
verið støðug, men menn
sum Símun Samuelsen og
Christian R. Mouritsen hava
sitið uttanfyri við skaða
megin partin av árinum.
Tá alt tað er sagt um HB
í ár, so er vert at leggja sær
í geyma, at HB hevur hóast
fingið 60 stig. Verjan er tann
besta, meðan bara Víkingur
hevur skotið fleiri mál. Tað
smakkar bara so illa, tá
grannarnir fáa eitt stig fleiri.
trondur@sosialurin.fo
B36 tók øll á bóli
Burdu havt vunnið FM
Tórður Thomsen
Andrias Eriksen Hørður Askham
Høgni Eysturoy Alex Mellemgaard
Klæmint Matras Róaldur Jakobsen
Jákup á Borg Hanus Thorleifsson
Lukasz Cieslewicz Adeshina Lawal
Teitur M. Gestsson
Rógvi S. Holm Jóhan T. Davidsen
Jógvan Rói Davidsen Alex Santos
Heini Vatnsdal Fróði Benjaminsen
Levi Hanssen
Kristin R. Mouritsen Pál M. Joensen
Andrew av Fløtum
Árstalsfelagið úr Havn hevur tikið øll á bóli. Við einum væl
eydnaðum konseptið, hevur Sámal Erik Hentze fingið frálíka nógv
burturúr hvørjum einstakum leikara á B36 liðnum. B36 stendur tí
eftir sum Føroyameistari 2014, og er tað eisini fult uppiborið
HB hevur í ár samlað saman 60 stig. Tað hevði verið nokk til at vunnið
FM øll árini uttan í 2007, 2011 og so í 2014, eftir at kappingin í 2005
bleiv skipað í 27 umførum. Tó stendur árið í ár eftir sum eitt ár, har HB
ikki tók av møguleikunum. Teir runnu eftir B36 alt kappingarárið
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
1
2
2
3
3
4
4
5
5
6
6
7
7
8
8
9
9
10
10
11
11
12
12
13
13
14
14
15
15
16
16
17
17
18
18
19
19
20
20
21
21
22
22
23
23
24
24
25
25
26
26
27
27
umfar:
umfar:
nr.:
nr.:
Formkurvin
Formkurvin
tídningarmiklasti leikarin
tídningarmiklasti leikarin
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
Formaðurin tekur samanum...
Formaðurin tekur samanum...
Høgni Eysturoy . . . . . . . . . . . 2430 minuttir
Lukasz Cieslewicz . . . . . . . . . 2427 minuttir
Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . 2364 minuttir
Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
Andrew av Fløtum . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
Kristin R. Mouritsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
Adeshina Lawal . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 mál
Lukasz Cieslewicz . . . . . . . . . . . . . . . . 8 mál
Jákup á Borg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 mál
Teitur M. Gestsson . . . . . . . . 2313 minuttir
Fróði Benjaminsen . . . . . . . . 2312 minuttir
Rógvi S. Holm . . . . . . . . . . . . 2250 minuttir
Róaldur Jakobsen
Tað er ringt at taka ein einkultan burturúr á einum meistaraliðið, tí á B36
liðnum, eru fleiri, ið hava avrikað framúr væl í ár. Men tað er ringt at sleppa
uttanum spælfordeilaran á B36 miðvøllinum, Róald Jakobsen. Róaldur hevur
í ár verið á vøllinum allar 27 dystirnar í Effo-deildini, og hevur skotið 6 mál.
Harafturat hevur hann verið tann avgerandi leikarin á B36 miðvøllinum fyri
spælistílin á B36 liðnum. Tískil halda vit, at Róaldur Jakobsen hevur verið tann
mest týdningarmikli B36 leikarin í ár.
Teitur M. Gestsson
Landsliðsmálverjin hevur upp til fleiri ferðir bjargað HB, tá nógv hevur staðið á.
Hann er tryggur og róligur í málinum. Tað skapar eisini tryggleika fyri verjuna.
Hann hevur helst bjargað HB fleiri stig hetta kappingarárið enn nakar annar
málverji í landinum. Lars Olsen kann vera púra róligur um Gunnar Nielsen ikki
fær spælt ein landsdyst, tí Teitur er klárur til uppgávuna. Av øðrum spælarum
kunnu nevnast Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen og Andrew av Fløtum.
Heiðrikkur Christiansen
Formaðurin í B36 staðfesti fyri Tróndi Arge á Rás2 leygardagin,
at tað er fantastiskt at vinna FM-heitið, og givið er, at hann
er meir enn nøgdur við kappingarárið. B36 fær Robert Heðin
Brockie aftur í verjuna komandi ár, og okkurt stórt navn verður
kunngjørt á ársveitsluni 1. november. B36 ætlar sær avgjørt
aftur at verða í oddinum aftur komandi ár.
Finnbogi Arge
Formaðurin í HB harmast um tilvildina og manglandi hepnið,
sum gjørdi, at HB var bert eitt stig frá tí 23. FM-heitinum. Hann
er tó nøgdur við, at effoliðið fekk seks stig fleiri, enn í fjør. HB
fer at arbeiða fyri at hava ein sterkan hóp aftur komandi kap-
pingarár. Finnbogi Arge sær bjart uppá framtíð felagsins, tí HB
hevur vunnið heili 14 heiðursmerki í teimum ymisku deildunum.
B36: 4-4-2
hb: 4-3-3
1
2
24,23
M
i
ð
a
l
a
l
d
u
r
24,04
M
i
ð
a
l
a
l
d
u
r
leikarir: 26
leikarir: 25