Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 ítróttur Víkingur var tað liðið, ið gjørdi flest mál. Víkingur gjørdi heili 60 mál í 27 umførum, sum var eitt fleiri enn HB, ið gjørdi næstflest. Víkinga áleyparin, Finnur Justinussen, gjørdi nærum ein triðing av øllum hesum málunum, tí hann fekk heili 19 mál á Víkinga liðnum. Alt kappingarárið hevur NSÍ vundið burtur úr trimum teimum niðastu liðunum, men ikki fyrr enn í 24. umfar eydnaðist at vinna á einum av teimum sjey ovastu liðunum. Tí eydnaðist heldur ongantíð runavíkingum at blanda seg upp í oddastríðið í Effo-deildini. fótbóltur kappingarárið 2014 André Olsen Undan kappingarbyrjan hevði Víkingur stórar mál­ setn­ingar. Felagið boðaði frá, at teir fóru eftir at vinna meistara­heitið. Umframt tað, so ætlaðu teir sær góð úrslit í Evropa og í kappingini um Løg­mans­steypið. Um man sær burtur frá Effo-deildini, hevur mál­setn­ ingurin hjá Víkingi hildið. Felagið vann fyri fjórðu ferð í søgu felagsins kappingina um Løgmanssteypið. Har­ afturat spældi Víkingur seg í summar annað árið á rað víðari í Europa League kapp­ingini, og í aðru rundu eydnaðist tað eisini Víkingi at knógva norska felagnum, Tromsø IL, og vóru teir tí tað fyrsta føroyska felagið, ið nakrantíð hevur leikt seg í triðju innleiðandi rundu av Europa League. Í Víkingi iðra tey seg yvir, at felagið spældi ov nógvar javnleikir í Effo-deildini. Víkingur er tað liðið, ið leikti flest javnleikir í Effo-deildini í 2014. Heili 10 javnleikir av 27 um­førum, gjørdist talan um. Undan kappingini komu profilar sum Hallur Hansson og Súni Olsen inn. Báðir profil­arnir høvdu gott kapp­ingarár. Í fyrru hálvu var Súni Olsen í fleiri dyst­ um burturúr tann besti mað­urin á Víkinga liðnum, meðan Hallur Hansson sum frá leið gjørdist betri og betri á Víkinga liðnum. Serliga í seinnu hálvu, hevur Hallur Hansson verið millum allar bestu leikarar í Effo-deildini í 2014. Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, boð­aði sunnukvøldið frá, í send­ing­ ini Sjá í Kringvarp­inum, at málsetningurin hjá Víkingi í 2014 er at vinna føroya­ meistara­heitið. Hilmar Jan Hansen Einki var at siga til, at fagnað­urin við Løkin var stórur, tá tað eftir seinasta bríksl leygardagin stóð greitt, at NSÍ næsta summar fyri tíggjundu ferð skal út í Europa at spæla, hesaferð í Europa League. Samstundis gjørdu bæði spælarar og venjarar greitt, at málið fyri hetta kapp­ ingarárið var rokkið, hóast tað ikki fyrr enn í evstu løtu eydnaðist at fáa vissu fyri tí. Fyrst og fremst vildi NSÍ í ár koma so mikið langt fram, at tað rakk til europeiskan fótbólt, og tað var akkurát fyri. Árið hevur annars verið merkt av, at NSÍ ikki ordiliga hevur megnað at fingið neyðugu málini í dyst­unum ímóti sínum bein­leiðis kappingarneytum í ovara parti av stigatalvuni, sam­ stundis sum liðið hevur verið meira sannførandi enn nakar annar, tá tað hevur snúð seg um at revsa botnliðini. Hesi seinnu árini hava tey í NSÍ arbeitt við at bygt upp, tí fíggjarlig trongstøða noyddi í 2012 felagið at repa seglini og ansa betur eftir útreiðsl­unum. Burtur úr tí kom ein lokal og ódýr loysn, ið hevur staðfest sítt virði – ikki minst, nú eitt pláss í Europa aftur er fyri framman. Alt bendir á, at hildið verður fram eftir sama leisti, tí hópurin næsta ár líkist tí, sum hevur verið í ár. Sam­ stundis sum NSÍ byggir víðari á tað, sum er rokkið higar­til, er tíðin kanska skjótt, at málið eisini aftur verður sett eitt lítið sindur hægri. hilmarjan@sosialurin.fo Byrjanin kostaði hjá Víkingi NSÍ á mál í evstu løtu Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen Bárður Hansen Hanus Jacobsen Súni Olsen Hans Jørgen Djurhuus Sølvi Vatnhamar Heðin Hansen Hallur Hansson Finnur Justinussen Andras Gango Jens Joensen Monrad Holm Jacobsen Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv Magnus H. Olsen Jann Martin Mortensen Árni Frederiksberg Sjúrður Jacobsen Andy Ó. Olsen Klæmint Olsen Ringa byrjanin í Effo-deildini var kostaði hjá Víkingi. Kappingarárið má tó metast sum góðtikið, tí felagið fekk góð úrslit í Europa og í kappingini um Løgmanssteypið. Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík hevur tó longu boðað frá, at teir til komandi kappingarár ætla sær meir Við einum góðum endaspurti eydnaðist NSÍ at koma afturíaftur í landskappingini og strúka avstað við fjórðaplássinum fyri nøsini á EB/Streymi og KÍ. Tí verður aftur europeiskur fótbóltur á skránni hjá runavíkingur næsta kappingarár, eftir fráveru í tvey ár 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 1 2 2 3 3 4 4 5 5 6 6 7 7 8 8 9 9 10 10 11 11 12 12 13 13 14 14 15 15 16 16 17 17 18 18 19 19 20 20 21 21 22 22 23 23 24 24 25 25 26 26 27 27 umfar: umfar: nr.: nr.: Formkurvin Formkurvin tídningarmiklasti leikarin tídningarmiklasti leikarin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir Formaðurin tekur samanum... Formaðurin tekur samanum... Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . 19 mál Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 mál Hallur Hansson . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 mál Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 Erling Jacobsen . . . . . . . . . . . 2430 minuttir Finnur Justinussen . . . . . . . . 2376 minuttir Hanus Jacobsen . . . . . . . . . . 2368 minuttir - Hallur Hansson Hóast tað tók eitt sindur av tíð, áðrenn Hallur fann stevið á Víkinga liðnum, so gjørdust avrikini allatíð betur og betur. Í seinnu hálvu hevur Hallur Hansson verið millum bestu leikarar í Effo-deildini í 2014, og hevur hann verið mest týdning- armikli leikarin á Víkinga liðnum í ár. Hæddarpunktini hjá Halli eru steypafinalan móti HB, ið hann avgjørdi móti endanum, og Europa League málið móti Tromsø IL, ið eisini var avgerandi. Fyri Víkinga áskoðararnar, er tað gleðiligt, at Hallur Hansson hevur longt sáttmálan við felagsliðið fyri 2015 eisini. Klæmint A. Olsen Annað árið á rað er Klæmint A. Olsen toppskjútti í føroysku kappingini, og hóast tað ikki hevur givið honum tað plássið á landsliðnum, ið mong vildu unt honum, hevur hann arbeitt og stríðst í álopinum hjá NSÍ hvønn einasta dyst. Okkurt glopp hevur verið í málskjótingini, men umframt at skjóta 22 mál, hevur Klæmint eisini javnan lagt upp til mál hjá viðspælarunum. Hetta kappingarárið hevur hann avgjørt roynst sum frægasti framherjin í føroysku kappingini, og nú kann hann koyra ein gullskógv upp á hin fótin eisini. Brandur Jacobsen Formaðurin í Víkingi er ivaleysur í, at talan er um besta kapp­ ingarárið hjá besta mansliðnum, tá hugsað verður um, at Víkingur gjørdist steypavinnari triðja árið á rað, og skrivaði søgu í Europa League við at vinna seg í 3. undanumfar. Ein topp trý endastøða er aftur málið í 2015. Víkingur leggur stóran dent á ungdómsarbeiði, og ætlar at varðveita fokusið á tann partin. Kinna F. Olsen Forkvinnan í NSÍ fegnast um, at kósin sum varð stungin út í kortið fyri trimum árum síðani hevur borið á mál her í 2014. Tá vóru tey í NSÍ samd um at byggja upp liðið við ungum spælarum, og bara brúka tann pening tey høvdu tøkan. Kinna F. Olsen heiðrar spælarunum fyri 4. plássið. Hon fegnast eisini um mongu heiðurs­merkini í yngru deildunum. Tað sær gott út hjá NSÍ, heldur hon. víkingur: 4-4-1-1 nsí: 4-4-2 3 4 24,29 M i ð a l a l d u r 24,8 M i ð a l a l d u r leikarir: 24