Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur FM-heitið hjá B36 í ár er tað tíggjunda í bestu mansdeildini. Hetta gevur teimum eina stjørnu á troyggjuna til komandi kappingarár. Niðanfyri verður tikið saman um tey 10 FM-heitini hjá felagnum hjá B36 Stjørnu­ løturnar Jákup Mørk 1946 Tíggju ár eftir stovnanina kemur fyrsta FM-gullið til høldar. Kappingin er skipað við bólkaspæli, og har er B36 framman fyri KÍ og HB. Í finaluni, sum verður spæld í Gunda­dali, er VB mótstøðu­ liðið, og B36 vinnur dystin 3-1. Hetta er samstundis sein­ astu ferð, at FM-kapp­ing­in verður skipað við bólka­ spælið. Síðani 1949 hevur leist­urin verður ein kapping, har øll liðini spæla móti hvørj­um øðrum. 1948 Hetta árið er sermerkt í Gundadali. B36 og HB hava í felag fingið danskan venjara til landið, og Arne Rasmussen – Spritten – sum hann eisini varð róptur, er venjari hjá báðum havnarfeløgunum. Tað eru eisini júst B36 og HB, sum í seinasta um­far­ inum av lands­kapp­ingini spæla avgerandi dystin um FM-heitið. B36 vann teir fyrstu fimm dystirnar, men HB er bara tað eina stigið aftan­fyri, og tí skal B36 í misnta lagi hava javnleik. Og tað eydnast, tí dysturin endar 1-1. Í »rennið dreingir«, sum lýsir fyrstu 50 árini av felags­søguni hjá B36, verður sagt um dystin, at spælararnir løgdu nógv fyri, nú grannauppgerðin gjørdist avgerandi dysturin á árinum. »Allir fóru teir í song klokk­an 9 um kvøldið, og roykt høvdu teir ikki í 8 dagar, tí stig vildu teir hava!”« 1950 B36 er mest sum einaráðandi í Meistaradeildini hetta árið. Liðið fer ósigrað gjøgnum kapp­ingina, og triða FM- heitið í fimm ár eru veruleiki. Samstundis vinnur felagið eisini Meðaldeildina, sum næst besta deildin tá æt, og hetta er fyrsta ferðin, at eitt og sama felag vinnur báðar deildir­nar sama kappingarár. Gullið kemur tó ikki til høldar uttan rok. Tá spælt verður í Vági, siglur Smiril undan tveimum av spæl­ar­ unum, hóast formaðurin, Arnold – Alli – Hansen hevði lagt skiparanum eina við at bíða. Endin á hesum verður, at Alli letur formanssessin frá sær til Mortan Mørk. Seinni verður Alli tó aftur for­maður í drúgt áramál. 1959 KÍ hevur vunnið seks av sein­astu sjey meistara­heit­ unum, men nú bragdar aftur hjá B36. Gullið verður tryggjað á næst seinasta leikdegi, hóast B36 ikki spælir tann dagin. KÍ vinnur nevnliga 2-0 móti HB í Klaksvík, og har við er munurin millum B36 og HB trý stig undan seinasta dystinum, sum júst er millum bæði havnarfeløgini. Av teimum, sum vóru við í 1950, tá B36 seinast vann føroyameistaraheitið, eru bara Kriss Guttesen og Gunnleiv Hansen eftir á liðnum hetta árið. 1962 Árið byrjar ikki á bestan hátt, tá B36 taptir 3-0 móti KÍ í Klaksvík. Hetta skuldi tó vísa seg at verða einasta tapið hjá árs­ talsfelagnum hetta árið. Teir vinna hinar fimm dystirnar, og tá stigini verða tald upp, er B36 tvey stig framman fyri KÍ. Í felagnum hóma tey nú aftur gyltar tíðir. Liðið er mannað við nógvum evna­ rík­um spælarum, og breiddin tykist eisini vera í lagi, tí annað árið á rað vinnur B36 meðaldeildina. Veruleikin skuldi tó vísa seg at verða nakað nógv kaldari, tí talan verður um sein­asta FM- heitið hjá B36 í 35 ár. 1997 Tað hevur verið nær við fleiri ferðir. Bæði í 1965, -67, -88 og í 1991 var B36 heilt nær gullinum, men tað tykist, sum er hetta gandað. Nú verður nógv lagt fyri. Við Kristjani á Neystabø við stýris­vølin hevur fel­agið fingið fíggjarliga styrki og framúr karmar. Ung­dóms­ arbeiðið hevur riggað væl í fleiri ár, og bæði í 1996 og í 1997 er tilgongd av fleiri spælarum í landsliðsflokki. Tomislav Sivic, sum hevur verið eitt ár í Vági, verður nýggjur venjari, og hvørki hann ella spælararnir lata nakran iva vera um, hvat besta liðið er hetta árið. B36 taptir tveir dystir – báðar móti HB – men teir vinna hinar 16, og við metnógvum stigum verður liðið føroyameistari. Hóast profilar sum John Petersen, Julian Johnsson, Djóni N. Joensen, Óli Johannesen og Sigfríðir S. Clementsen eru komnir úr øðrum feløgum, so eru tey í felagnum fegin um, at eisini tey eiga sín lut í øðrum profilum. Eitt nú Tummas Eli og Jens Kristian Hansen, Egin Høgnesen, Jan Guttesen og nýggja stjørnuskotinum, Jákup á Borg. 2001 Fyri fyrstu og higartil ein­ astu ferð vinnur B36 greip­ una hetta árið. John Petersen hevur roynt seg í Íslandi, men hann er nú aftur í felagnum, sum eis­ini hevur fingið tilgongd í Heðini á Lakjuni. Aðrir spælarar, sum eru rættiliga eyð­sýndir hetta árið, eru Pól Thorsteinsson, sum eins og John Petersen er komin heim aftur úr Íslandi. Arnbjørn Danielsen og Egil Zachariasen (á Bø) fylla væl í verjuni, men nógvir av mest týðandi spælarunum Føroyameistarar 1962