mánadagur 27. oktober 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
ítróttur
fótbóltur
eru uppaldir í B36: Jens
Kristian Hansen, Jákup á
Borg, Tróndur Vatnhamar,
Kenneth
Jacobsen,
Jan
Guttesen og Klæmint Matras
eru millum teir mest eyð
sýndu.
B36 tapir bert tveir dystir
hetta árið. Á útivølli móti
GÍ, sum alt árið kappast við
B36 um gullið, og á útivøli í
Vági í seinasta umfarinum,
tá gullið longu var tryggjað.
Bert eina ferð spælir liðið
javnleik, og hetta er málleysi
javnleikurin í Runavík í
fyrsta umfarinum. Á vegnum
setir liðið eisini met við at
vinna 13 dystir á rað.
Eisini setur felagið met,
tá teir vinna 15-0 móti FS
Vágum. Hetta er størsti
sigur nakran tíð í fremstu
føroysku mansdeildini.
Í
steypakappingini
møtast B36 og HB heili
fýra
ferðir.
Fyrst
tvær
ferðir
í
innleiðandi
bólkaspælinum,
har
tað
endar 1-1 báðu ferðirnar. So
aftur í hálvfinalunum, har
B36 vinnur fyrra dystin 3-1
og tapir tann seinna 1-0.
Finalan stendur móti KÍ í
kolandi stormi ólavsøkudag
á grasinum á Tórsvølli. B36
vinnur 1-0 við málinum, sum
Jens Kristian Hansen ger
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
2005
B36 hevur undan kappingar
árinum
sett
Sigfríð
S.
Clementsen og Magna Mohr
sum venjarar. Báðir eru teir
yngri enn onkrir av spæl
arunum í væl mannað hóp
inum, men hetta tykist ikki
gera mun.
Í einum tí mest spennandi
endaspurtinum í føroyskari
fótbóltssøgu hava trý lið
møguleikan at vinna FM.
B36 og HB spæla í Havn, og
har kann vinnarin rópa seg
føroyameistara. Samstundis
lúrir Skála, sum kann tryggja
sær gullið, um teir vinna sín
dyst, samstundis sum tað
verður javnleikur í Gunda
dali.
HB – har Jákup á Borg nú
er lyklaspælari – er á odda
1-0 í steðginum við máli frá
Bárði Mortansson, men við
málum frá Allan Mørkøre
og Fróða Benjaminsen – nú
verandi liðskipari hjá HB
– vendir B36 dystinum og
vinnur gullið.
Sermerkt fyri árið er, at
B36 skjýtur óvanliga fá mál
hetta árið. Bert 38 í 27 dyst
um, og hetta er tað lægsta
máltalið hjá einum FM-
vinnara í nýggjari tíð. Hin
vegin eru verjan og málverjin
krútsterk. Bara 17 ferðir
noyðist Jákup Mikkelsen í
meskarnar eftir bóltinum, og
sum einasti málverji higar
til, verður hann eftir kapp
ingarlok kosin ársins spælari
í føroyskum fótbólti.
Aðrir
lyklaspælarar
á liðnum hetta árið eru
Allan Mørkøre, sum við 11
málum gerst toppskjútti,
Fróði Benjaminsen, Mikkjal
Thomassen og nigerianski
áleyparin Obi Onyebuchi.
Og so Ingi Højsted, sum er
komin heim aftur eftir fýra
skaðamerkt ár í Arsenal.
Í steypakappingini tapir
B36 á skrivaraborðinum, tá
teir verða dømdir at tapa, tí
spæliloyvið hjá einum spæl
ara ikki var í lagi.
2011
John Petersen er nú aftur í
B36. Hann er venjari saman
við Mikkjali Thomassen, sum
eisini var venjari ein part av
2009, og hetta riggar framúr
væl. Eftir at B36 als ikki
hevur livað upp til vónirnar
seinastu tvey árini, verður
liðið føroyameistari í einum
ári, tá eingin væntar tað
stóra av teimum.
Liðið vinnur heili 67 stig,
sum er met í fremstu mans
deidlini, og teir tapa bara
tvær ferðir – báðu ferðirnar
móti EB/Streymi, sum verð
ur nummar tvey. B36 tekur
oddasessin í fimta umfari,
og hóast bæði EB/Streymur
og Víkingar royna at trýsta,
so letur B36 ongan tíð odda
sessin frá sær. Gullið verður
vunnið við 2-1 sigri í Runavík
á næst seinasta leikdegi, og
so er lagt upp til veitslu, tá
árstalsfelagið vinnur 3-2 í
seinasta dystinum, har teir
annars vóru aftan fyri 2-0
móti HB.
Lukasz Cieslewicz kemur
til felagið úr Hvidovre í Dan
mark, og pólski áleyparin
vísir seg sum sannur fongur.
Hann er avgerandi brikkurin
í nógvum dystum. Er topp
skorari hjá B36 við 14 málum,
og hann verður kosin ársins
spælari eftir kappingarlok.
Súni Olsen, sum hevur
drigist við skaðar í fleiri ár,
er eisini ein av avgerandi
nýggju kreftunum, og tað
sama má sigast um Jonas
Flindt Rasmussen í mið
verjuni og Símun Joensen
á vinstra bakki. Av lokalu
spælarunum
hava
Jákup
á Borg, Høgni Eysturoy,
Klæmint Matras, Róaldur
Jacobsen, Heini í Skorini,
Odmar Færø og Ingi Højsted
eisini stóran týdning.
2014
B36 hevur sett Sámal Erik
Hentze sum nýggjan venjara.
Hansara uppgáva verður at
føra ein hóp, sum hevur mist
fleiri profilar, so nøkunlunda
heilskapaðan gjøgnum kapp
ingarárið.
Og tað eydnast framúr.
B36 leggur seg á odda eftir
sætta umfar, og so síggja
hini bert í halaferðina á
árstalsfelagnum.
Venjarin
vil hava liðið langt fram á
vøllin, og ofta ber hetta frá
líkt fótbóltsundirhald við
sær. Men menninir duga
eisini at stríðast, og tá teir
stríða seg til sigrar í Runavík
og Fuglafirði, har teir vóru
aftan fyri ávikavist 2-0 og 1-0,
stendur teimum flestu greitt,
at her er talan um komandi
føroyameistara.
Framvegis
er
Lukasz
Cieslewicz avgjørdur lykla
spælari, og tað sama kann
sigast um Adeshina Lawal,
sum helst er kvikasti áleyp
arin í føroysku kappingini. Í
verjuni standa ungir mans í
bíðirøð eftir at vísa stórspæl,
og í Tórði Thomsen hevur
liðið ein tryggan aftasta
skansa.
Størsta gjøgnumbrotið av
øllum fær helst Alex Mellem
gaard, sum á vinstra bakki
spælir seg í landsliðshitan,
meðan Hanus Thorleifsson
fær eina sanna endurføðing
longur frammi á vøllinum.
Tað
sama
ger
Klæmint
Matras, sum nú hevur tikið
gaggurnar framaftur, meðan
Róaldur Jakobsen, Jákup
á Borg og Høgni Eysturoy
eisini eiga sín stóra lut í gull
inum.
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta FM í søgu felagsins 1946