mánadagur 27. oktober 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
ítróttur
fótbóltur
til FM
18. umfar:
B36 – NSÍ 1-0 (1-0)
1-0 Hanus Thorleifsson, 8
Tað stóð nógv á, tá B36
vann 1-0 á NSÍ. Enn eina ferð
hevði NSÍ gyltan møguleika
at fáa stig, men hesa ferð
bredu teir brotsspark. Hanus
Thorleifsson gjørdit mantch
vinnari.
19. umfar:
B36 – Skála 2-0 (1-0)
1-0 Edvin Jacobsen, 35 sjálvmál
2-0 Lukasz Cieslewicz, 89
Eins og í fyrsta umfari,
so vinnur B36 2-0 á Skála í
Gundadali. Einki meistara
spæl, men bara plikt sigur
B36.
20. umfar:
AB – B36 0-3 (0-2)
1-1 Høgni Eysturoy, 15
1-2 Lukasz Cieslewicz, 35
1-3 Adeshina Lawal, 79
B36 hevur fyrr havt tað
trupult á Argjum, men nú
rógva B36 arnir í takt. Avrikið
er sannførandi og B36 vinnur
3-0.
21. umfar:
B36 – KÍ 0-1 (0-0)
1-1 Bárður J. Heinesen, 87
Júst sum B36 setti trunf
á á Argjum, so gongur gali
í Gundadali. B36 er omaná
leikliga, men møguleikarnir
verða ikki umsettir til mál.
Hinvegin, so fær KÍ mál eftir
hornaspark, tá fyrrverandi
HB framherjin, Bárður J.
Heinesen skorar. HB vinnur
sín dyst og nú eru bara fýra
stig á muni.
22. umfar:
B36 – Víkingur 0-2 (0-1)
1-1 Finnur Justinussen, 40
1-2 Finnur Justinussen, 53
B36 hevur gummibein.
Tað er yvirskriftin, tá B36
tapur annan dystin á rað.
Teir
blíva
útspældir
av
Víkingi. Einasta gleðin við
haldsfólkini í B36 húsinum
fáa, er tá tað gerst teimum
greitt, at HB hevur tapt í
Klaksvík móti KÍ. B36 slepp
ur við skrekkinum.
23. umfar:
NSÍ – B36 2-3 (1-0)
1-0 Klæmint A. Olsen, 40
2-0 Pól Jóhannus Justinussen, 51
2-1 Róaldur Jakobsen, 55
2-2 Adeshina Lawal, 64
2-3 Adeshina Lawal, 88
Í 55 minuttir sær út til, at
B36 av álvara hevur gummi
bein. Teir eru aftanfyri 2-0,
meðan er á odda í Gundadali
móti Skála. Tíggju minuttir
inn í seinna hálvleiki byrjar
tó eitt »comeback«, sum helst
fer í søguna sum av avger
andi løtunum í FM stríðnum.
B36 megnar at venda dyst
inum og vinnur 3-2, tá
samanum kemur, Adeshina
Lawal er stóra hetjan, tá
hann tveir minuttir fyri tíð
skorar avgerandi málið.
24. umfar:
ÍF – B36 1-2 (0-0)
1-0 Clayton Soares, 49
1-1 Árni G. Nielsen, 73
1-2 Árni G. Nielsen, 82
Hetjan hesa ferð er bara
21 ára gamli Árni G. Nielsen,
sum
verður
skiftur
inn
tjúgu minuttir fyri tíð. Hann
javnar bara tríggjar minuttir
seinni. Átta minuttir fyri tíð
skorar hann avgerandi málið.
Annan dystin upp í slag
vinnur B36 í eysturoynni,
eftir at hava verið aftanfyri.
So tosar ongin um gummi
bein longur.
25. umfar:
B36 – EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0 Lukasz Cieslewicz, 35
Í vánaligum fótbóltslík
ingum vinnur B36 tepurt á
EB/Streymi. Heimaliðið hev
ur fleiri møguleikar at avgera
dystin, men málið til 2-0
kemur ongantíð. Hinvegin,
so megnar EB/Streymur ikki
at hótta B36 nakað serligt.
Tað er intenst og spennandi
seinastu løtuna, men enn
eina ferð vinnur B36.
26. umfar:
B68-B36 1-3 (1-2)
1-0 Ibrahima Camara, 1
1-1 Adeshina Lawal, 12
1-2 Alex Mellemgaard, 45
1-3 Klæmint Matras, 69
Við sigri kann B36 vinna
sær FM, men høvðusstaðar
felagið fær ein hvøkk, tá B68
longu í fyrsta minutti leggur
seg á odda. B36 svarar skjótt
aftur, men tað er ikki fyrr
enn í seinasta minuttinum í
fyrra hálvleiki, at B36 kemur
á odda. Tá kennist FM róm
urin nærkast. Forloysandi
málið kemur miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tá Klæmint
Matras stútar bóltin í mál,
eftir hornaspark. B36 vinnur
FM 2014.
27. umfar:
B36 – HB 1-2 (0-1)
1-1 Andrew av Fløtum, 40
1-1 Lukasz Cieslewicz, 74
1-2 Fróði Benjaminsen, 92
HB
vinnur
seinasta
dystin við máli, sum Fróði
Benjaminsen skorar í evstu
løtu. Dysturin hevur ongan
týdning fyri FM stríðið og
bæði liðini spæla við broytt
ari liðuppstilling. HB vinnur
slagið, men B36 vann kríggið.
trondur@sosialurin.fo
1. Tríggir teir týdningarmiklastu
spælararnir hjá B36 í 2014?
Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal
og Róaldur Jakobsen
Allir leikararnir hava prestera á sera høgum
stigi, men vit koma ikki uttan um hesar
triggjar. Lukasz og Lawal er besta álopið i
landinum. Teir eru ein støðug hóttan móti eini
hvørjari verju offensivt og hava fingið nógv
mál av týdningi í ár, og so arbeiða teir eisini
grothart defensivt. Defensiva arbeiðið hjá
liðnum byrjar vid teimum báðum. Róaldur, tí
hann er skiparin í uppbyggjandi spælinum.
Sera tryggur á bóltinum, skapandi og velur
mest sum altið røttu loysnina. Dugir eisini
sjálvur at avgera dystir.
2. Trý tey týdningar-
miklastu úrslitini?
• 3. umfar B36 - Vikingur 2-2
• 4. umfar B36 - HB 1-1
• 23. umfar NSÍ - B36 2-3
Ímoti Vikingi og HB í 3. og 4. umfari fær B36
av álvara trúnna uppá, at teir kunnu spæla við
um FM, tí júst hesi bæði liðini vórðu roknað
sum storfavorittar undan kappingini. Tí komu
hesir báðir javleikirnir í evstu løtu sera væl
við. Í 23. umfari var B36 í eini ringari gongd
við tveimum tapum á rað, og henda gongdin
bleiv vend, tá teir vendu 0-2 til 3-2 í Runavik.
Tydningarmesti dysturin á árinum.
3. Trý tey týdningar-
miklastu málini?
• 4. umfar, Jákup á Borg til 1-1 móti HB
• 23. umfar, Róaldur Jakobsen til 1-2
móti NSÍ
• 24. umfar, Árni G. Nielsen til 2-1 móti ÍF.
Málið hjá Jákupi móti HB gav av álvara
B36 trúnna á, at hetta kundi gerast teirra
kappingarár. Málið hjá Róaldi vid Løkin,
tí at hetta var byrjanin til eitt fantastiskt
comeback, sum uttan iva gjørdist avgerandi
fyri kappingararið hjá B36. Málid hjá Árna
í Fuglafirði, tí at hetta var aftur avgerandi
í enn einum comebackið í einum avgerandi
tíðarskeiði í kappingarárinum.
4. Á einum skala frá 1-6,
hvussu væl hevur Sámal Erik
Hentze staðið seg í ár?
Bagge kann bara faa toppkarakter! Flott
kappingarár hjá honum og B36. Hann hevur
fingið nógv burtur úr hópinum og serliga
arbeiðið við defensiva partinum av liðnum
tíðliga í ár er imponerandi, tí tað var jú
hetta, sum vit »sokallaðu« serfrøðingar
settu eitt stórt spurnartekin við áðrenn
kappingarbyrjan. Eisini hevur Bagge stórt
rós uppiborið fyri hansara máta at úttala seg
í almenna rúminum. Altið siðiligur og sera
realistiskur. Eitt 6-tal her fra!
1. Tríggir teir týdningarmiklastu
spælararnir hjá B36 í 2014?
Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz
og Adeshina Lawal
2. Trý tey týdningar-
miklastu úrslitini?
• 4. Umfar B36 - HB 1-1
• 9. Umfar NSÍ - B36 0-1
• 23. Umfar NSÍ - B36 2-3
3. Trý tey týdningar-
miklastu málini?
• 4. Umfar Jákup á Borg 1-1, dundurskot í 91.
min ímóti HB
• 23. Umfar Lawal 2-3 í 88. min ímóti NSÍ
• 24. Umfar Árni G. Nielsen 1-2 í 82. min
ímóti ÍF
4. Á einum skala frá 1-6,
hvussu væl hevur Sámal Erik
Hentze staðið seg í ár?
Bagge fær eitt 6-tal! Út úr steypakappingini
í 1. umfari ímóti HB. Um teir vunnu HB,
hevði landskappingin nokk sæð øðrvísi út, tí
hópurin er ov smalur og tískil hevði tað nokk
kostað í Effodeildini.
Ólavur Larsen um vegin til FM:
Teitur Joensen um vegin til FM:
Myndir: Álvur Haraldsen