Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Tað hevur stóran týdning fyri spælararnar og felagið, at vit aftur eru partur av europeisku kappingini, halda tey í NSÍ, ið vann kappingina um fjórða plássið við EB/Streym, sum við sigri á KÍ tryggjaði sær ein eyka heimadyst næsta ár Jóannes Hansen Meðan mest sum alt fokus ið var á Gundadali, har lokal- upp gerðin snúði seg um, um B36 skuldi vinna FM sjey, fýra ella eitt stig fram- man fyri grannarnar í HB, so kappaðust trý feløg á bygd um síðsta før oy s ka at- gongu merkið til euro peisku kappingina næsta summ ar. Steypavinnararnir í Vík- ingi vunnu 3-1 á B68, áðrenn teir tóku ímóti bronsu krónu- num, sum tað longu eru fleiri umfør síðani, at teir tryggj- aðu sær. Skála vann 2-1 á útivølli ímóti AB, og harvið var tað greitt, at B68 endaði á tíggjun da og aftasta plássi, og at Skála flytur niður við sama stigatali sum B68, men við eitt vet betri málmuni. Bæði feløgini hava 17 stig, og mál mun urin hjá Skála er -35, meðan hann hjá B68 er -37. Undanfarnu árini hevur úrtøk an hjá aftasta liðnum verið lakari, enn hon var hjá B68 í ár. Tað skal leitast aftur til 2010 fyri at finna lið, sum á tíggjunda plássi vann fjúrtan stig. Ta ferðina var tað AB, sum endaði aftast við fjúrtan stig um og málmuninum -38. Bæði í 2008 og 2009 endaðu aftastu liðini við 19 stigum – ávikavíst Skála og 07Vestur. Verdugt punktum í Gundadali Í HB fegnaðust tey um, at tað við 2-1 sigri á grannunum og meistarunum eydnaðist at seta punktum fyri kapp- ingar ár, sum ikki myndaðist heilt soleiðis, sum tað fram- ma n und an varð vónað og ætlað. HB liðformaðurin: -Vit ætlaðu okkum at vinna, og so eru vit nøgdir, tá ið tað eydnaðist. Bæði liðini løgdu nógv fyri at vinna, og alt annað hevði verið løgið. At spæla ímóti B36 er altíð nakað serligt, og vit eru nøgdir við, at vit vun- nu henda dystin, sigur HB liðformaðurin Fróði Benjam- in sen, sum sigur seg ikki hava gjørt av, um hann fer at taka eitt tørn aftrat: -Nú fari eg at hvíla meg eftir eitt langt kappingarár, áðr enn eg taki endaliga støðu til, hvussu tað verður næs ta ár. Hóast liðið hjá honum í evstu løtu misti javnleikin, so oyðilegði tað einki fyri B36 venj aran Sámal Erik Hentze: -Tað var sera týdn inga- mikið, at báðir partar vóru upp settir, og at áskoðararnir fingu ein góðan endabrest. Tú hevði fleiri á liðnum, sum ikki hava spælt so nógv fyrr í ár? -Eg eri stoltur av øllum spælar unum, og tá ið onkrir vóru smáskaddir og annars ikki so væl fyri, so var tað so upplagt at geva øðrum møgu leik an, sigur B36 venjarin Sámal Erik Hentze. Jákup á Borg, B36 liðf or- maðurin og hjálparvenjarin, held ur, at hetta FM heitið hevur sítt serliga pláss: -Eg havi áður vunnið FM fimm ferðir. Tá hava tað altíð verið onkrir spælarar, sum hava skarað framúr. 2014 FM heitið hevur B36 vunnið við framúr liðavriki, og tað eru vit serliga fegnir um, heldur B36 liðformaðurin. -Húsið var fult av fólki longu frá klokkan 10. Spæl- ar arnir vóru har og heilsaðu upp á fólk og ikki minst børnini, so hetta var sera huga ligt. Vit njóta tær góðu løtur nar, og hetta er ein av døgu num, sum vit í B36 fara at minnast aftur á. Vit hava jú vunnið FM fyri tíggjundu ferð, sigur B36 formaðurin Heið rikur Christiansen. -Vit taptu ímóti grann un- um í sera tættari uppgerð, men nú er fasittið, at vit hava vunnið alt, og teir hava einki vunnið, sigur Klæmint Matras, sum framvegis sigur seg rokna við, at hetta var síðsti dysturin hjá honum á hægs ta stigi. Sær gott út í Runavík Setningurin hjá NSÍ var undan síðsta leikumfari at varð v eita fjórða plássið. Tað eydnaðist við 4-2 sigri á ÍF, sum ikki hevði nakra plasering at spæla fyri, men sum spílaði seg út. Tá ið NSÍ tíð liga í 2. hálvleiki skoraði tvær ferðir og harvið legði seg framum 3-1, kendist spurn ingurin vera, hvussu stór ur heimasigurin fór at verða. ÍF svaraði aftur, og so reið tað eina løtu um snarið. Úr Sundalagnum frættist, at EB/Streymur var á sigurskós ímóti KÍ, og havið var tað greitt, at NSÍ fór at missa euro peiska plássið, um ÍF javn aði. Tað endaði væl fyri NSÍ, sum vann 4-2. -Hetta eru vit ógvuliga fegin um. Bæði fyri felagið og spælararnar hevur tað stóran týdning, at liðið næsta kappingarár skal roy- na seg í europeiskum fót- bólti. Spælararnir og venjar- ar nir hava arbeitt fram ímóti hesum, og vit fegnast saman við teimum og øllum við- halds fólkunum, sigur Kinna Olsen, formaður í NSÍ. Formanssessin hevur hon røkt trý tey seinastu árini, tá ið setningurin hevur verið at endurreisa felagið. -Vit eru væl fyri ítróttar- liga, og fíggjarliga gongur tað eisini rætta vegin. Málið er at klára okkum við okkara egnu. Vit ætla okkum ikki at brúka pengar upp á frem man dar spælar ar, og vit kenna okkum sann- førd um, at vit við okk ara egnu spælarum eiga góða framtíð. Í U-18, U16 og U-14 kapp ingunum hava øll lið ini hjá okkum vunnið heiðursmerkir. Tað átti at boða frá góðum, sigur NSÍ for maðurin. Trygvi Mortensen hevur verið venjari í ár, og hann fer eisini komandi kappingarár at halda um stýrisvølin í NSÍ: -Størsta partin av kapp- ingar árinum hava vit verið á og í nánd av fjórða plássinum. Eitt skifti í summar sá tað ikki so gott út. Tá ið tað restaðu fimm umfør, segði eg við spælararnar, at tað fór at eydnast at røkka á mál, um vit fóru at megna tólv stig í úrtøku, og nú vísti hetta seg at vera nóg mikið. Eg hevði kalkulerað við, at vit fóru at vinna á heimavølli ímóti B36. Tað eydnaðist ikki, men harafurímóti vunnu vit á útivølli ímóti EB/Streymi, og tað vísti seg at vera lykla sig- ur. Hvussu ber tað til, at tað ikki var fyrrenn 1. oktober – á útivølli ímóti EB/Streymi – at tað eydnaðist at vinna á øðrum enn trimum teimum niðastu? -Ivaleyst hevur tað nakað við royndirnar at gera. Hóast vit hava fleiri spælarar, sum hava verið við í nógv ár, so eru tað eisini nógvir spælarar, ið ikki áður hava verið við í tættari kapping, har tað skal so lítið til, áðrenn tað koppar annan vegin ella hin. Hetta hevur stóran týdn ing, tá ið marginalirnir eru so smáir. Tað er hugaligt hjá okkum at minnast aftur á, at vit fleiri ferðir spæl du upp til og kanska leik liga vóru omaná ímóti meistara- lið num. Eg ivist ikki í, at royndirnar frá í ár bera við sær, at tað næsta ár verður upp aftur hugaligari, sigur Trygvi Mortensen. Eftir dystarlok leygar- dagin frættist tað, at Johan Jacobsen, sum í ár var eyð- sýndur vongverji hjá KÍ, næsta kappingarár fer at umboða NSÍ. Trygvi Morten- sen heldur ikki, at tað er neyðugt hjá felagnum at leita sær annan serligan styrk í øðrum feløgum ella uttan lands: -Justinur R. Hansen og Christian Høgni Jacobsen hava hjálpt okkum væl í heyst, men teir vera neyvan við aftur næsta ár. Vit hava havt fleiri ungar spælarar á liðnum í ár, og aftur í dag var tað ein av ungu monnunum, Petur Knudsen, sum fyri fyrstu ferð royndi seg, so vit síggja bjart upp á tað. Klæmint á toppinum Eftir 27 umfør er NSÍ lið for- maðurin Klæmint A. Olsen einsamallur á máltindinum. Hann skoraði hetta kapp- ingarárið 22 mál. Ímóti ÍF skoraði hann eina ferð. Næstur NSÍ liðformanninum í málskjóting var Finnur Justinussen, sum í 3-1 Vík- inga sigrinum á B68 skoraði tvær ferðir. Harvið var saman talda talið hjá honum 19 mál. Klæmint hevur seinastu fimm árini støðugt verið mill um bestu málskjúttarnar í landskappingini. Í 2010 skor aði hann 11 mál, í 2011 18 mál, í 2012 14 mál, og í fjør var hann toppskjútti við 21 málum. Nú hevur hann endur tikið tindin, og hesa ferð var tað við 22 málum. -Uppskriftin er einføld. Vit eru fleiri, sum hava spælt saman í nógv ár, og NSÍ ER AFTUR PARTUR AV EUROPA