Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR teir vita, hvussu bóltarnir skulu leggjast til mín í brotsteiginum, sigur Klæ­ mint A. Olsen, sum harvið ger lítlan háva burtur úr sær sjálvum. Hann er ein av fýra spælarum, sum í øllum 27 umførunum hava verið á NSÍ liðnum. Hinir eru Andras Gango og Jónhard Frederiks­berg, sum hava verið á vøllinum í allar 2430 minutt­ir­nar, og Andy Olsen, sum nú flytur til Fuglafirðar at spæla við ÍF. Trygvi Mortensen vísir á Árna Frederiksberg sum ein av teimum, ið tað liggur sera væl fyri hjá at leggja upp: -Árni legði upp til tvey av mál­unum hesa ferð, og hann man vera tann spælarin, sum hev­ur lagt upp til flest mál í ár. Páll og stólparnir ikki vinir EB/Streymur endaði kappingarárið við 2-0 heima­ sigri á KÍ. Jóhannes Han­ sen, sum síðani summar­ steðgin hevur verið mest sum fastur vongverji í vinstru, setti stutt undan steðginum hol á við skoti av brotsteigarmarkinum eftir horn og út frá. Stutt eftir steðgin økti Arnbjørn Hansen um leiðsluna eftir langt útspark frá René Tór­ garð. KÍ málverjin Meinhardt Joen­sen heilkiksaði, tá ið hann royndi at sparka burt­ ur, og so takkaði Arnbjørn Han­sen fyri. Felags fyri René Tórgarð og Arnbjørn Hansen er, at hetta var síðsti dystur hjá teimum fyri EB/Streym. KÍ legði bragdliga fyri, og um hepnið hevði verið við Páll A. Klettskarð, so kundi hann havt skorað fleiri mál í 1. hálvleiki, tá ið hann tríggjar ferðir rakti í træ­verk­ið aftanfyri René Tórgarð. Felags fyri báðar venjar­ ar­nar – Rúna Nolsøe hjá EB/ Streymi og Eyðun Klakstein hjá KÍ – var, at hetta var síðsti dysturin hjá teimum við ábyrgd fyri liðunum. Effo deildin NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 B36 27 19 4 4 53 25 +28 61 2 HB 27 18 6 3 59 20 +39 60 3 Víkingur 27 13 10 4 60 30 +30 49 4 NSÍ 27 12 4 11 53 42 +11 40 5 EB/Streymur 27 11 7 9 41 33 +8 40 6 KÍ 27 10 6 11 41 38 +3 36 7 ÍF 27 7 7 13 36 52 -16 28 8 AB 27 6 7 14 30 61 -31 25 9 Skála 27 3 8 16 19 54 -35 17 10 B68 27 4 5 18 23 60 -37 17