mánadagur 27. oktober 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge – Gundadalur
– Eg eri so ótrúliga stoltur av
spælarunum. Eg fái næstan
tár í eyguni av at síggja teir
fara eftir steypinum. Fan
tastiskt!
Orðini eigur Sámal Erik
Hentze, venjari hjá B36, í
løtuni, tá B36 spælararnir
fóru upp gjøgnum trappur
nar í vestara skýlinum eftir
gullheiðursmerkjunum
og
FM steypinum.
Eitt langt kappingarár
er komið at enda og B36
hevur við 61 stigum vunnið
FM. Tað er eins nógv stig og
NSÍ vann FM við í 2007 við
61 stigum. Metið fyri flest
stig eigur B36 frá 2011, tá teir
fingu 67 stig. Sostatt hevur
B36 nú metið fyri flest stig
og næst flest stig í einum
kappingarári. Tað var bara
nakrar fáa minuttir frá at
eiga tað metið sjálvir, men
Fróði Benjaminsen vildi tað
øðrvísi, tá hann sendi HB á
sigurskós í tíðini, sum dóm
arin hevði lagt afturat.
Tendring
Hóast alt var avgjørt undan
grannauppgerðini
leygar
dagin, so sást tað ikki aftur
á monnum. Bæði liðini løgdu
nógv fyri. Nógvu áskoðar
arnir og umstøðurnar við
neyðblusi og øðrum setti sín
dám á dagin. Helst hevur tað
eisini verið við til at tendrað
spælararnir.
Fleiri ferðir blivu menn
óðir og taklaðu í gjøgnum.
Tað gjørdi, at dysturin tóktist
intensur
og
spennandi.
Undirhaldsvirðið í dystinum
var eisini gott.
Bæði liðini høvdu gjørt
broytingar til dystin. B36
hevði set Alex Mellemgaard
og Høgna Eysturoy fram á
vengirnar, meðan Árni G.
Nielsen spældi við frá byrjan
á
miðvøllinum.
Lukasz
Cieslewicz avloysti Adeshina
Lawal, ið hevði leikbann.
Fyri HB var tað serliga
miðverjan, sum var broytt.
Har spældu René S. Joensen
og Fróði Benjaminsen. Hetta
tóktist faktist rigga væl.
Andrew kann enn
HB kom á odda aftaná fimm
minuttir fyri hálvleik. Mál
skjútti var 35 ára gamli
Andrew av Fløtum. Hann
verður mangan roknaður
fyri at hava størri týdningn
(0-1) 1-2
0-1: Andrew av Fløtum 40.
1-1: Lukasz Cieslewicz 74.
1-2: Fróði Benjaminsen 90.+2.
Dómari: Dagfinn Forná
HB tók seinasti stikkið, tá teir í evstu løtu skoraðu sigurmálið í grannaupp
gerðini í Gundadali. Hóast HB arnir fegnaðist um sigurin, so tók tað einki av
gleðini hjá B36, sum løtu seinni fekk handa FM steypið fyri tíggjundu ferð
HB vann
slagið
B36 vann
kríggið
HB vann
slagið
B36 vann