Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 30 VÍF er nýtt oddalið Neistanmenninir høvdu við flúgvandi byrjan vunnið sær oddasessin í Atlantic Airways-deildini, men í gjár spenti StÍF bein fyri teimum og VÍF er nýtt oddalið. Hinvegin halda kvinnurnar hjá Neistanum fast um oddasessin. Pætur Albinus Neistanmenn hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, har teir eitt nú hava vunnið á KÍF og H71 og fingið javnt ímóti Kyndli, men sunnudagin runnu teir seg í trupulleikar á heimagólvi ímóti StÍF. StÍF hevði av álvara nakað at prógva eftir at teir óvæntað taptu 31-32 ímóti Team Klaks­ vík, meðan Neistin hinvegin skuldu halda fast í góðu gongd­ini, har teir ikki høvdu tapt í tríggjar dystir á rað og sam­stundis vunnið seg upp á ov­astu rók. Men í gjár gekk ikki long­ ur hjá Neistanum. Teir máttu leggja rygg til tap ímóti StÍF, sum vann dystin í høllini á Hálsi í Havn 23-22 og fekk nøk­ur tiltrongd stig á kont­ una. Hetta var nevniliga teirra annar sigur í ár. Grannauppgerð Tað var endurtøka av FM- fin­al­un­um frá í fjør, tá ið VÍF fekk vitjan av grannunum úr KÍF í gjár. Eftir at VÍF tapti ársins fyrsta dyst ímóti StÍF, so hava teir ikki hugt seg aftur um bak og vunn­ið allar dystirnar síðani. Eis­ ini grannauppgerðina ímóti KÍF í gjár, sum gulu heima­ menn­inir vunnu 30-27 eftir at hava varðveitt leiðsluna all­an dystin á tamb. Meðan VÍF við sigrinum rændi odda­sess­in frá Neistanum, so var hetta enn ein oysa av grúsi í maskinuna hjá koll­ firð­ing­um. Teir hava nú tapt tríggj­ar dystir á rað. Leygardagin greiddi H71 sína skyldu og vann 33-12-stórsigur á heimavølli ímóti Team Klaksvík. H71 hong­ur í og er á triðja plássi, meðan Team Klaks­ vík við bert einum sigri í kappingarárinum er á aft­ asta plássi. Favorittar vunnu Í Hvonndeildini, sum er nýggja heitið á bestu deild­ ini hjá kvinnum, vórðu eis­ini tríggir dystir spældir hetta vikuskiftið – allir sunnu­dag­ in. Talan gjørdist ikki um nak­að óvæntað úrslit, tí allir fav­or­itt­arnir vunnu. Neistin vann á heimavølli 22-17 ímóti StÍF, og løgdu tær nú sjógv nið­ur til Kyndil á øðrum plássi, sum tó sat yvir hetta um­farið og hevur leikt ein dyst færri. VB-kvinnurnar fóru á longstu ferðina hetta kapp­ ingarárið, nevniliga til Klaksvíkar at møta Stjørn­ uni. Og tær fóru ikki allan veg­in til fánýtis, tí við 23-15-sigri fingu tær bæði stig­ini við sær aftur til Vágs. VB hevur nú fimm stig mið­ skeið­is á stigatalvuni, men tær hava tveir dystir til góð­ ar í mun til Neistan. Tað var talan um av­ greiðslu­spurning í Vest­ manna, har VÍF vann heili 32-9 ímóti Søljuni. VÍF hong­ ur í og er á 3. plássi, með­an Søljan, sum einki stig hev­ ur fingið enn, framvegis má sigast at vera undir upp­bygg­ ing. albinus@sosialurin.fo H71 – Team Klaksvík 33-12 VÍF – KÍF 30-27 Neistin – StÍF 22-23 VÍF – Søljan 32-9 Neistin – StÍF 22-17 Stjørnan – VB 15-23 Atlantic Airways-deildin: menn nr. lið dystir + mál - mál +/- stig 1 VÍF 5 134 107 27 8 2 Neistin 6 139 146 -7 7 3 H71 5 121 101 20 6 4 Kyndil 5 119 103 16 5 5 KÍF 5 132 136 -4 4 6 StÍF 5 121 131 -10 4 7 Team Klaksvík 5 114 156 -42 2 Hvonn-deildin: kvinnur nr. lið dystir + mál - mál +/- stig 1 Neistin 6 190 121 69 10 2 Kyndil 5 138 112 26 7 3 VÍF 5 137 112 25 6 4 VB 4 104 78 26 5 5 StÍF 4 93 79 14 4 6 Stjørnan 5 91 145 -54 2 7 Søljan 5 53 159 -106 0