Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 31 Í tróttarSosialurin í dag er nógv ávirkaður av, at B36 leygardagin fekk FM steypið, og at kappingarárið 2014 er av. B36 er meistari fyri tíggjundu ferð og tað gevur teimum rættin til at seta eina stjørnu á búðmerkið. Tí hava eisini eina samanumtøku av teimum tíggju meistaraheitinum. Umframt tað, so hava vit eina gjøgnumgongd av hesum kappingarárinum, har Fótbóltspanelið eisini sigur sína meining um hvar og hví B36 vann FM. B36 viðhaldsfólkini skulu eiga, at tey duga væl at skipa fyri, tá tað eru stórhendingar í nánd. Umframt teir fimm bussarnar til Toftir, so vístu viðhaldsfólkini hjá B36 aftur leygardagin, at tey duga at fegnast um eitt FM heiti. At B36 so tapti dystin í evstu løtu bilar minni fyri teirra viðkomandi. B36 hevur síðani tíðliga í kappingini ligið á odda. Sámal Erik Hentze fann skjótt ein spælistíl og eina samanseting, ið riggaði avbera væl. Tað var ikki fyrr enn í 17. umfari, at felagið tapti á fyrsta sinni. Talan hevur í minni mun verið um stórsigar, men heldur hava teir havt ein eginleika at avgera teir tøttu dystirnar. Verjuparturin hevur riggað væl, men tað eru serliga skjóta og góða spælið framm eftir vøllinum, ið vit koma at minnast hetta B36 liðið fyri. Góða spælið hevur eisini tryggja spælararum sum Hørði Askham, Alex Mellemgaard og Róaldi Jakobsen pláss í landsliðshópinum. B36 er FM vinnari 2014 – til lukku við tí! trondur@sosialurin.fo Til lukku til B36 Ítróttar klumman Tróndur Arge ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Nógv fótbóltstíðindi um vikuskiftið Tróndur Arge Kappingarárið er liðugt og fleiri feløg hava havt árs­ veitsl­ur. Tí kom ymiskt fram um vikuksiftið. B36 hev­ur ikki kunngjørt narkra flyt­ ing, men tað tykist fyri vist, at Hans Pauli Samuelsen verð­ur maður í B36. Hann er ein av fleiri, sum takka fyri seg í EB/Streymi, og søgurnar siga, at skiftið til B36 verður kun­n­gjørt á ársveitsluni um eina viku. Søgan sigur eisini, at talan somuleiðis verður um onkran spælara afturat. Helst skal felagið finna ein av­loys­ara fyri Adeshina Lawal, ið hevur skifti til ÍF. Ivamál í HB Heðin Askham, venjari hjá HB, avdúkar at hann helst miss­ir onkrar spælarar til kom­andi kappingarár. Talan er um Kristin R. Mouritsen og Trónd Jensen, sum báð­ir flyta av landinum í út­búgv­ ing­ar­ørindum. Arnbjørn Hansen er kom­ in til, umframt at tað ljóðar, at HB ynskir at fáa Ara Ó. Ell­ings­gaard fra ÍF. Her skal, sambært keldum hjá Sosi­ al­in­um, verða talan um ein leigu­sáttmála upp á eitt ár, tí Ari skal arbeiða í Havn kom­ andi ár. Ivamálini hjá HB eru Teit­ur M. Gestsson og Heini Vatns­dal, sum báðir umhugsa at fara av landinum. HB hev­ ur sáttmála við báðar fyri kom­andi ár, so um teir ikki fara, so spæla teir í HB. Víkingur fær helst Gert Í Víkingi hevur verið at hoyrt, at teir ynskja at fáa ein pro­fil afturat og ein spælara til breiddina. Tað tykist fyri vist, at Gert Hansen skiftir til Vík­ing úr EB/Streymi. Hann býr í Gøtu og hevur verið sett­ur í samband við felagið í longri tíð. Tó ljóðar eisini, at ÍF ynskir at fáa verjukenda lið­skip­aran hjá EB/Steymi til lið­ið. Víkingur hevur gjørt sátt­mála við Hall Hansson fyri kom­andi ár. Tað kem­ur helst at hava stóra ávirk­an fyri felagið, tí lands­liðs­mið­ vall­ar­in hevur verið teimum drúgv­ur í ár. NSÍ fiskar á Skála NSÍ er við fjórða plássinum kom­ið út í Evropa. Jóhan Jac­ob­sen er komin til úr KÍ, með­an Justinus R. Hansen helst gevst at spæla og Andy Ol­sen hevur skift til ÍF. Hetta tókt­ist longu standa greitt, tá vong­ur­in í summar bleiv út­ skift­ur í fyrra hálvleiki móti Vík­ingi í Sarpugerði. Tað ljóðar, at NSÍ hevur eyg­uni á Skála, har onkir evna­ríkir spælarar eru, men sum nú mugu niður í næst bestu deildina. Tó ljóðar, at fleiri teirra ætla at halda fram í felagnum. NSÍ fekk longu í summar til­gongd av Pól Jóhannusi Just­in­us­sen, umframt at teir hava fleiri góðar ungar spæl­ ar­ar. EB/Streymur satsar lokalt Arnbjørn Hansen til HB, Hans Pauli Samuelsen til B36, Gert Hansen til Víking, René Tór­garð gevst og kanska fara fleiri úr felagnum. Fíggj­ar­ liga er felagsliðið í torførari støðu, men nú verður arbeitt við at fáa skil á tann partin. Satsa verður upp á ungar lok­al­ar kreftir, men tíðin við EB/Streymi sum toppliði í før­oysk­um fótbólti tykist fyri­bils vera komin til ein enda. Felagið skal somuleiðis hava nýggjan venjara, tí Rúni Nols­øe heldur ikki fram. Søg­ ur­nar siga, at Eliesar Olsen er upp á tal. Mikkjal skal venja KÍ Mikkjal K. Thomassen verð­ ur nýggjur venjari hjá KÍ. Tað boðaði felagið frá um vikuskfitið. Tað hevur leingi verið greitt, at Eyðun Klak­ stein helst ikki fór at halda fram sum venjari í felagnum. KÍ stríðist við at koma sær mill­um tey liðini, ið skulu út í Evropa. Tað hevur ikki eydn­ ast í fleiri ár, men við Mikkj­ ali á odda er tað málið. Atli Danielsen gavt í summ­ar, meðan Jóhan Jac­ ob­sen (NSÍ) og Álvur F. Christi­an­sen (AB) eru farnir úr fe­lag­num. Heldur ikki Rod­rigo Silva er í felagnum long­ur. Óvist er um Heðin á Lakjuni heldur fram at spæla. Eitt boð upp á ein kom­ andi KÍ spælara kundi verið Niels Pauli Danielsen, sum spæl­ir við EB/Streymi. Í fjør gjørdi KÍ eina roynd etir spæl­ar­um sum Hans Paula Samu­el­sen(EB/Streymur) og Jóhan T. Davidsen(HB). Tað endaði við, at teir fingu Jon­ as Flindt Rasmussen. Helst kemur okkurt rímiliga stórt navn til KÍ til komandi kapp­ ingarár. Mikkjal hevur í sam­ røðu við Norðlýsið víst á, at tað er langt upp til B36, HB og Víking í løtuni. Lawal til ÍF ÍF kundi á ársveitsluni kunn­ gera, at Adeshina Lawal(B36), Andy Olsen(ÍF) og André Ol­ sen (B68) allir verða nýggir í hóp­inum til komandi ár. Ser­liga skiftið av Adeshina Lawal frá B36 hevur givið ljóð frá sær. Hann hevur verið ein lykla­spælari hjá B36, sum í ár hevu vunnið FM. Sum skilst, so kom skiftið upp á pláss fyri eini tíð síðan. Liðið skal helst hava ein málverja ella eykamálverja nú Jákup Mikk­el­sen hevur takkað fyri seg, umframt at ein vinstri bakk­ur skal finnast. Clayton Soares spælir aftur komandi ár Liðið hevur í ár mist spæl­ arar sum Karl Løkin og Boga Reinert-Petersen, sum ikki spæla við felagnum kom­andi ár. Tað ljóðar, at felagið ynsk­ ir at fáa Jógvan Martin Olsen til venjara, nú Albert Ellefsen hev­ur boðað frá, at hann ikki held­ur fram, tí tíðin røkkur ikki til. Álvur til AB Á Argjum heldur venj­ara­ toym­ið við Oddbjørni Joen­ sen og Morten Over­gaard fram. Álvur F. Christi­an­sen (KÍ) er nýggjur í hópinum. Helst koma fleiri spælarar til, men felagið hevur longt við flestu av hinum spælarum, sum eru í hópinum. Ivamálið er Sorin Anghel, sum hevur var­andi skaðatrupulleikar at stríð­ast við. AB hevur í løtuni ongan bein­leiðis áleypara, meðan mið­verj­an er trupulleiki, ið má loys­ast. Skála líkist sær sjálvum Pauli Poulsen heldur fram í fe­lag­num. Tað ljóðar at bestu spælararnir frá í ár halda fram til komandi kapp­ing­ ar­ár. Her er talan um menn sum Pætur Dam Jacobsen, Ják­up Johansen og Edvin Jac­ob­sen. B68 nýggjan venjara Jógvan Martin Olsen heldur ikki fram í B68. Í hansara stað kem­ur Súni Fríði Barbá, sum er fyrrverandi málskjútti í fe­lag­num. Súni Fríði hevur í ár verið venjari hjá MB, sum hevur vunnið seg upp í 1. deild. Nú verður hann á ein­um av mótstøðuliðnum hjá MB. Ibrahima Camara, Hans Jørgensen og Mads Ros­en­ berg halda sum skilst ikki fram í B68. Áhugi er fyri Mads Rosenberg og Ibrahima Cam­ara kring landið. Hans Jør­gen­sen heldur ikki fram í fe­lag­num. Ein spælari sum helst hev­ur stóran áhuga hjá øðr­um feløgum er Hákun Ed­mundsson. 18 ára gamli mið­vall­arin hevur fingið sítt gjøgn­um­brot í bestu deildini og spældi allar 27 dystirnar. Evrard Blé hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, men spurningurin er so um hann heldur fram í 1.deild. trondur@sosialurin.fo ítróttur