Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 27. oktober 2014 á Símun Hammer og familjan fluttu heim­ aftur til Føroya í 1997, hevði hann longu gjørt neyðugu fyrireikingarnar, so virki hans­ara, Virkisráðgeving, kundi fara í gongd. Smápartafelag var sett á stovn og alt gjørt klárt, so hann kundi byrja beinanvegin. Tá var virki kent sum Virkisráðgeving, men seinnu árini hava tey meira lagt dent á at marknaðar­føra tað sum VRG, tí tað er eitt sindur lættari at brúka í altjóða samanhangi. – Eg byrjaði einsamallur, men síðani 2003 ella 2004 hava vit verið trý ella fýra fólk, alt eftir tørvinum. At tað var neyðugt at vaksa um virki, komst sjálvandi av, at tað alla tíðina bleiv meira at gera, samstundis sum kunda­skarin vaks, og tað munaði væl, at vit fingu fleiri afturvendandi uppgávur, sum liggja fast, greiðir Símun frá. – Sum við øllum øðrum, so var tað tungt at byrja, tí tað tekur sína tíð at byggja felagið upp. Men eg sá alla tíðina ein ávísan vøkstur og fekk nakrar fastar kundar. Og tá tú sært, at vøkstur er í tí, sum tú gert, og at tú hevur nakrar fastar uppgávur at loysa, so tað ber til at leggja eitt sindur til rættis frameftir, so veksur eisini hugurin at halda fram. Sum hjá so mongum øðrum, byrjaði alt tað heila við, at Símun skuldi royna at finna sær eina yrkisleið, men tak tók sína tíð, áðrenn hann var heilt greiður yvir, hvønn veg hann hevði hug at fara. – Tá eg var liðugur við HF, hevði eg ikki ordiliga hug til beinanvegin at fara undir aka­demiskan lestur, og tá valdi eg heldur at fara at lesa tónleik, tí hitt kundi eg altíð hugsa um og gera, tá eg var búgvin til tað. Men eftir at eg hevði brúkt hálvttriðja ár upp á tónleik, ið bæði fevndi um privattímar hjá góðum lærarum og tónlistarligt grund­ skeið, var eg so spakuliga komin til, at eg kundi taka stigið víðari, sigur hann. – Tað bleiv so til, at eg fór til Tromsø at lesa til fiskivinnufrøðing, sum var eitt rímiliga náttúrligt val, tí hjá mær taldi tað nokk so nógv, at um eg skuldi hava eina útbúgving, so skuldi tað vera ein, sum onkurs­vegna var viðkomandi fyri føroyska sam­felagið. Tað ráddi jú um at leggja sær sjálvum tingini soleiðis til rættis, at tað skuldi vera lætt at koma aftur til Føroyar, tá talan var um starvsmøguleikar og alt tað. Góð ár í Tromsø Símun Hammer letur væl at lestrarárunum í Norra, og honum dámdi mær øgiliga væl lesturin, men eisini býin, tí hann sigur, at Tromsø er ein deiligur býur at vera í, so talan var um nøkur góð ár har. Og so taldi tað eisini uppeftir, at um tað mundið, tá Símun las til fiskivinnufrøðing í Tromsø, so vóru tilsamans einir 16 føroyingar har yviri og lósu tað sama ella tóku líknandi útbúgvingar. Í farnu viku hoyrdist nógv um FaroExpo og mentanarviku í Runavík, og í tí sambandi hava vit hesaferð valt stjóran í Virkisráðgeving, Símun Hammer, sum vinnuprofil. Hann hevur síðani 1997 livað av at ráðgivið virkjum og fyritøkum, og er tað eydnast honum at byggja upp eina fyritøku, ið hevur fastar kundar og afturvendandi uppgávur, samstundis sum Virkisráðgeving altíð er til reiðar at taka á seg nýggjar avbjóðingar Símun er góður í ráðum framhald... Profilurin: Símun Hammer Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen