mánadagur 27. oktober 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 8
I
27. oktober 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Tá vit tosa um sjálvt faki, so sá eg
fleiri møguleikar fyri mær, og ein tanki var
sjálvandi tá, at nógvir starvsmøguleikar vóru
í norsku fiskivinnuni. Har kundi eg takast
við tað, sum eg hevði lært, ella kanska satsa
upp á gransking, og í eini trý ár eftir lokna
útbúgving, fekst eg eisini við at granska fiski
vinnubúskap í Tromsø, sigur hann.
Meðan Símun Hammer las í Tromsø,
møtti hann norsku sjúkrasystrini, Irene Sofie
Strandkleiv Hammer, sum hann giftist við, og
tað endaði við, at tey valdu at flyta til Føroya.
– Fyrst gjørdu vit av, at vit skuldu flyta til
Tromsø, og hóast fleiri møguleikar vóru, so
endaði tað við, at vit fluttu til Føroya. Tað
førdi so aftur við sær, at eg tók avgerð um, at
eg skuldi byrja fyri meg sjálvan, og tí var tað,
at eg longu yviri í Norra byrjaði at fyrireika
Virkisráðgeving, so alt var klárt, tá vit komu
heim, sigur hann.
– At eg valdi at fara at arbeiða við ráð
geving, komst millum annað av, at eg kendi
fleiri, sum arbeiddu innan fyri ráðgeving í
Norra, og eg hevði eisini sett meg eitt sindur
inn í ta vinnugreinina. Út frá tí metti eg, at
tað vóru møguleikar fyri slíkum virksemi í
Føroyum, hóast tíðirnar kanska ikki so góðar
akkurát tá, men tó so, at tað var við at venda
rætta vegin aftur.
Fyritøkan mentist
Tað gekk tó spakuliga framá alla tíðina, og tí
hevur Virkisráðgeving ment seg til ta fyritøku,
hon er í dag. Talan er um øgiliga blandaðar
uppgávur, og tí er samstundis eisini talan um
ein sera blandaðan kundaskara.
– Ja, tað er øgiliga ringt at seta orð á,
hvussu kundaskarin sær út, tí tað er innan
fyri alt møguligt, at vit eru virkin. Eg kann
nevna, at vit hava arbeitt nógv innan fyri
hjálpa fyritøkum í gongd við at realisera sínar
ætlanir, og eg vil siga, at kjarnukundarnir
hjá okkum eru leiðslur í longu etableraðum
fyritøkum, so tað er líkasum tað, vit hava havt
mest at gjørt við, sigur Símun.
– Eisini hava vit gjørt nógv við íverksetara
ráðgeving, men tá hugsi eg ikki so nógv um
bara tey, ið ætla at byrja nakað nýtt, tí íverk
setan er eisini annað og meira enn tað, hóast
tey flestu helst ofta hugsa um at seta okkurt
nýtt í gongd, tá talan er um íverksetan. Men
í mínum eygunum er íverksetan eisini tað,
at etableraðar fyritøkur seta nýggj ting og
nýggjar verkætlanir í gongd, og har eru vit
ofta inni við ráðgeving.
Ein annar partur av arbeiðinum hjá Símuni
og teimum í Virkisráðgeving er eisini at
hjálpa fyritøkum við at uppfylla øll møgulig
sløg av altjóða góðkenningum, so sum ymsar
ISO-góðkenningar og aðrar við. Ofta er talan
um fyritøkur, ið samvinna við útheimin og tí
skulu hava eitt nú góðkenningar til útflutning
á altjóða marknaðir.
– So eru vit eisini umsitarar av øllum virk
seminum í Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum var
ein lítil felagsskapur frá 2000, ið ikki hevði
havt nakað nevnivert virksemi í fleiri ár, tá
vit yvirtóku umsitingina av honum í 2008. Vit
valdu at seta gongd á tað, og tað er eydnast
væl, sigur Símun Hammer.
– Nú er tað eitt rímiliga virkin felagsskapur
við eini árligari skrá, sum koyrt verður eftir.
Vit arbeiða upp á tann mátan, at tá árið
byrjar, leggja vit eina virksemisætlan fyri
felagsskapin, sum fevnir um nøkur tiltøk
ígjøgnum árið. Og vilja limirnir ella onnur
felagsskapinum okkurt, er tað okkum, tey
venda sær til.
FaroExpo aftrat
Alla hesa farnu vikuna hevur nógv verið at
hoyrt og sæð til Virkisráðgeving, sum hevur
heimstað í Saltangará, tí alla vikuna var
mentanarvika á Runavíkarleiðini, umframt at
vinnulívsfólk hittust á FaroExpo, ið bæði var
í nýggju tvíhøllini í Runavík, Bylgjuni, og í
Løkshøll og Skótahúsinum við Løkin.
– Hugskotið til FaroExpo kom frá vinnu
lívinum í Eysturoynni, sum ynskti sær eitt
nokk so málrættað tiltak, har fyritøkurnar
kundu hitta aðrar fyritøkur. Talan skuldi ikki
vera um eitt tiltak, ið var so stórt og krevjandi
sum ein messa, men tað skuldi samstundis
hava eina ávísa dygd, umframt at tað skuldi
vera stuttligt at vera við, greiðir Símun
Hammer frá.
– Burtur úr tí er so sprottið hetta árliga
tiltakið, FaroExpo, sum síðstu tíggju árini
hevur skipað við nisju-fundum millum fyri
tøkur, har konseptið er tað kenda »business-
to-business«, at vinnulívsfólk kunnu hava
fundir við hvørtannað og annars bara net
verka og hittast.
FaroExpo gongur soleiðis fyri seg, at tá
ein fyritøka meldar til, so tekur hon støðu
til, hvørjar fyritøkur hon vil hava fund við,
og so er tað uppgávan hjá Virkisráðgeving at
samskipa ynskini hjá fyritøkunum, umframt
at Virkisráðgeving samskipar alt annað í
sambandi við FaroExpo.
– Í útgangsstøðinum er FaroExpo ein
afturlatin stevna fyri tey vinnulívsfólk og tær
fyritøkur, sum tekna seg, men í ár hava vit so
eisini roynt at havt eina opnari útgávu, sum
kemst av, at karmarnir loyva tí betur. Vit
hava tosað um tað fyrr eisini, men tað hevur
ikki borið so væl til, tí hølini hava ikki verið
til tað. Men nú hava vit so fingið Bylgjuna, ið
fevnir um bæði ítróttarhøll og fimleikahøll við
nógvum fermetrum av gólvi, so nú ber tað til.
Símun vísir eisini á, at tann opnari
parturin av FaroExpo somuleiðis er eitt ynski
frá bæði luttakarum og øðrum, sum vildu
sleppa at vísa vørur fram og líknandi, og tí var
FaroExpo í farnu viku skipað í tveimum, so
nýggjari parturin við fimleikarhøllin var opin
fyri almenninginum, meðan ítróttarhøllin
framvegis var partenariat fyri tey, ið høvdu
meldað seg til.
– Umframt tað, so hava vit longu frá fyrstu
løtu valt at havt mentanarvikuna samstundis,
og hon hevur verið ein partur av konseptinum
alla tíðina. Tá vit settu okkum niður at
leggja hetta til rættis og skipa karmarnar um
FaroExpo, tosaðu vit, Eysturoyar Vinnulívs
felag og Runavíkar kommuna um, at kundu
vit eisini hava eina mentanarviku, meðan
tann vinnuligi parturin var í gongd, fór tað at
skapa lív í býnum samstundis, so vit kundu
vísa, hvat kommunan og staðið høvdu at
bjóða fram, sigur hann.
– Tað hevur eydnast serstakliga væl, og øll
árini er tað eydnast okkum, at fáa mentanar
lívið og vinnulívið at taka væl ímóti kon
septinum, umframt at fólkið á staðnum og
eisini onnur hava tikið sera væl ímóti tí. Tí
kunnu vit eftir tíggju ára royndir staðfesta,
at FaroExpo er komið fyri at vera, men at vit
samstundis eru sinnað at flyta okkum, tá tað
er neyðugt, so vit dagføra og endurnýggja til
takið og ikki lata tað standa í stað. Tað hevur
roynst væl, so tað fara vit eisini at royna at
gera í framtíðini.
Javnt alt árið
Við øllum tí nógva og fjølbroytta virksemi,
sum Virkisráðgeving hevur, ber til hjá fyri
tøkuni at vera nokk so javnt í gongd alt árið,
og tey leggja sær arbeiðið til rættis, so alt skal
ganga so smidligt sum gjørligt.
– Sum áður nevnt, hava vit síðstu mongu
árini havt nokk so støðuga arbeiðsmegi í
Virkisráðgeving, og er onkuntíð meira at
gera, fáa vit onkran tímaløntan inn at hjálpa
okkum, sigur Símun Hammer, ið hevur Erlu
Weihe Johannesen og Etly Nord Højgaard
aftur at sær, umframt at eldri sonurin,
Marius, eisini starvast í fyritøkuni.
– Sjálvur trívist eg væl í hesum, so sum tað
gongur nú, ætli eg mær at halda fram. Eg havi
í øllum førum ikki aðrar ætlanir.
Símun er yvirhøvur nøgdur við, at hann
valdi at fara ta yrkisleið, hann fór, og somu
leiðis er hann fegin um, at hann valdi at satsa
upp á ráðgevingina, so hann hevur fingið
fótin fastan við síni egnu fyritøku.
– Tað er heldur ikki so torført at fáa
vinnulívið at keypa sær ráðgeving, tí tað er
ikki øðrvísi, enn at tú keypir tær ein førleika,
tú kanska ikki tímir at arbeiða við sjálvur.
Og hjá einum virki ella eini fyritøku er tað,
sum vit koma inn at hjálpa við, ofta so mikið
avmarkað, at tað ikki loysir seg at seta fólk
burturav til tað, og tá er fult so gott hjá
teimum at keypa sær arbeiðsmegi frá okkum
í eina ávísa tíð, til viðkomandi uppgáva er
loyst. Alternativið hjá okkara kundum er, at
teir sjálvir skuldu sett fólk til tað, og tá verður
tað ofta bæði lættari og bíligari at fáa okkum
at loysa uppgávurnar.
Profilurin: Símun Hammer
Sjálvur trívist eg væl í
hesum, so sum tað gongur nú,
ætli eg mær at halda fram
Mynd: hilmar jan hansen
Blá bók
Símun Hammer er føddur á Argjum 22. apríl í 1964. Hann er giftur við Irene Sofie
Strandkleiv Hammer, og tey eiga tveir synir og tvær døtur, sum eru Marius, 23 ár,
John Sigurd, 20 ár, Frida Simona, 14 ár, og Klara, níggju ár. Foreldrini hjá Símuni,
Dana og Martin Hammer, vóru trúboðarapar í Heimamissiónini, so tí hevur hann flutt
bústað fleiri ferðir í uppvøkstrinum, og av tí sama kann hann kanska ikki so lætt
siga, hvaðani hann er, tí tað er eitt sindur blandað. Fyrstu átta árini av lívinum búði
hann á Argjum, síðani tey næstu fimm í Klaksvík og so á Tvøroyri, til hann var 24 ára
gamal. Sum 17 ára gamal fór Símun á háskúla í Drammen í Norra í eitt ár, hann tók
HF í Suðuroynni frá 1982 til 84, tá skúlagongdin bæði var á Tvøroyri og í Vági, og frá
1986 til 88 las hann tónleik í Holstebro í Danmark í hálvttriðja ár, áðrenn hann í 1988
fór til Tromsø í Norra at lesa til fiskivinnufrøðing, sum var ein seks ára útbúgving.
Síðani arbeiddi hann við gransking í fiskivinnubúskapi í Tromsø í trý ár, áðrenn hann
flutti heimaftur til Føroya og fór undir virksemið við felag sínum, Virkisráðgeving.
ímun Hammer er ein av
hesum føroyingunum, ið
hevur evni til eitt sindur
av hvørjum, og í hansara
føri slepst illa undan at
nevna tónleikin. Hann er
føddur og vaksin upp í
einum umhvørvi við sangi
og tónleiki, og sjálvur spælir
hann fleiri ljóðføri, men er
best kendur sum organistur.
Í løtuni er hann í tí hepnu støðu, at
hann spælir upp á størsta pípuorgul í
Føroyum, sum er tað í Gøtu kirkju, tí har
er hann organistur. Orglið, sum er komið
úr Samuelskirkjuni í Kjøpinhavn, telur 34
stemmur, hevur trý manual og er dagført
við elektroniskari registrering, so tað ber
til at stilla inn undan eini gudstænastu ella
konsert, hvussu orglið skal broyta ljóð – alt
samalt við bara at trýsta á ein knøtt!
– Eg eri so heppin, at eg búgvi beint
oman fyri Fríðrikskirkjuna á Toftum, har
tey eisini hava eitt stórt og gott orgul,
sum eg eri sloppin at venja á, tá eg havi
havt hug. Men eg má viðganga, at síðani
nýggja orglið kom í Gøtu kirkju, verður tað
sum oftast til, at eg taki túrin inn hagar at
venja, sigur Símun Hammer, ið roynir at
fáa tveir tímar við tangentarnar hvønn dag.
Hetta við orgulspælinum er heldur
ikki nakað nýtt hjá honum, tí eftir loknan
lestur í Norra hevði hann fast organiststarv
við síðuna av arbeiðinum annars, og tá
hann flutti heimaftur til Føroya, vóru
beinanvegin fleiri fyrispurningar, so sum
organistur hevur hann havt so fullar
hendur, sum hann hevur havt hug til.
Í fleiri umførum hevur Símun eisini
staðið fyri kórsangi, og seinnu árini
hevur hann sum part av starvinum sum
organistur havt kór í Gøtu kirkju.
S
Símun og tónleikurin