mánadagur 27. oktober 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 8
I
27. oktober 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vón, virðisket
og ræðumynd
itt starvsfólk hjá Kodak kemur
inn til stjóran við einum digi
talkamera. Stjórin svarar, at
hetta sær áhugavert út, men
at fyritøkan framleiðir film.
Gloym hatta, vóru boðini frá
stjóranum í máttmiklastu
fyritøkuni í bransjuni, ið
trúði so nógv upp á egnar,
etableraðar sannleikar, at teir
at enda tóku lívið av fyritøkuni. Kodak fór á
heysin í 2012, tí allur heimurin hevði skift til
digitalkamera.
Søgan er óivað søgd eina millión ferðir áð
ur, men fríggjadagin fangaði hon í Løkshøll.
FaroExpo savnar fyri 10. ferð føroyskt vinnulív
og útlendskar gestir til networking og tað, ið
hartil hoyrir. Eftir tveir dagar við framsýning
um og forrætningsfundum fingu áhoyrarnir
høvi at seta seg væl til rættis í bleytu stólarnar
í Løkshøll og bara taka ímóti, meðan fýra
kapasitetar fingu høvi at geva sítt íkast til,
hvussu tey bestu stýra sínum feløgum.
– Hvat kunnu vit so læra av Kodak? Eina
rúgvu! Spyr og svarar norska Efwa Hagstrøm
út í salin, sum ikki kann annað enn nikka.
Hon biður vinnulívsfólkini fara heim og
hyggja eftir sínum konseptum, síni organisa
tión og sínum máta at dríva fyritøkuna.
– Hvat brenna vit fyri? Hvat drívur okkara
fíggjarliga motor? Hvat kunnu vit duga best í
heiminum?
Efwa Hagstrøm dámar spurningarnar.
Heldur teir snøgt sagt vera fantastiskar at seta
sær. Uppáhaldið verður undirbygt av einum
øðrum uppáhaldi um, at í einoghvørjari fyri
tøku má fokus vera á starvsfólkini. Tað eru
tey, sum skulu broytast og mennast.
– Engageraði starvsfólk, sum brenna fyri
sínum arbeiði, skapa 2,6 ferðir størri vøkstur.
Tey gera 60 prosent færri feilir, og tey hava 37
prosent minni fráveru.
Tølini verða ikki sett beinleiðis upp ímóti
nøkrum, men tað liggur líkasum í kortunum,
at tey skulu setast upp ímóti teimum meira
siðbundnu fyritøkunum, sum bara hugsa um
yvirskot á botnlinjuni.
Tað er ferð á norsku Efwa Hagstrøm, sum
hevur gjørt tað til sín vinnuveg at sparka und
ir rumputungar leiðslur. Hon tosar um IKEA,
sum fleyg streym-aggregatir inn til nýggja
handilin í Russlandi, tá kravið um pengar
undir borðið aftur fyri streym varð sett fram,
bara dagar áðrenn hurðarnar skuldu latast
upp. Harvið megnaði fyritøkan at sameina
vøkstur við trúfesti móti egnum virðum. Og
so tosar hon um læknalesandi Roger Ban
nister, sum vildi prógva tað ógjørliga og í
1954 rann sonevndu dreymamílina undir fýra
minuttir.
– Hvat hendi, tá Bannister hevði prógvað,
at tað bar til, spyr Hagstrøm og svarar sjálv:
– Tá kláraðu kappingarneytarnir tað brád
liga eisini. Men tað ræður um at vera fyrst.
Klassiska søgan við Bannister er dømi um
innovatión, um at hugsa øðrvísi og at prógva
tað, ið verður mett ógjørligt.
Løtan í Løkshøll skiftir tempo og tema fýra
ferðir, tó so at reyði tráðurin verður varðveitt
ur millum lopini frá føroyskum stjórum til
útlendskar fyrilestrahaldarar.
Har er lív
Myndin av bláa skipinum við kennibókstav
inum TN 81 sleppur at standa eina løtu.
– Her vóru fimm mans, sum so mangir
aðrir tá á døgum gjørdu eina íløgu í sítt egna
arbeiðspláss og keyptu skip. Mær er fortalt, at
allir vóru blivnir pápar og tí vildu vera meira
saman við familjuni, heldur enn at vera til
skips í einar tríggjar mánaðir ísenn.
Hjalmar Petersen vísir stoltur fram mynd
irnar frá søguni, sum byrjaði við skipinum
Vónin, fór víðari upp á land og inn á trolverk
smiðju í kjallara í Fuglafirði, vaks seg stóra
við deildum í sjey londum og útlitum fyri
umsetningi á 380 milliónir krónur í ár.
Síðstu árini er Vónin vaksin í Kanada og
Grønlandi, fyritøkan hevur keypt seg inn í
Norra og Danmark og hevur fingið sølufólk í
Íslandi. Nýggja satsið er í Litava, og vísir stjór
in stoltur fram ein spildurnýggjan bygning á
4000 fermetrar, har Vónin ætlar at framleiða
síni net og nótir næstu árini.
– Hetta er framleiðsla, sum vit taka heim
aftur úr India og Kina, serliga orsakað av
drúgvu leveringstíðini, ið hevur kostað okkum
nakrar kundar, greiðir Hjalmar Petersen frá.
Stjórin remsar upp starvsfólkatølini á ymsu
deildunum, sum fara at nærkast teimum 300
tilsamans, tá deildin í Litava av álvara kemur
ígongd.
– Nøgd starvsfólk hava allar størsta týdn
ing fyri okkara fyritøku, sigur Hjalmar Pet
ersen og vísir eina glaða starvsfólkamynd frá
útferð norðanfyri.
Stjórin er til reiðar til avdúking:
– Eg eri vísur í, at ein av okkara loynd
armálum er, at vit hava givið ungum fólki
møguleikan at arbeiða seg uppeftir, og hava
givið teimum leiðandi størv í fyritøkuni. Úr
slitið er, at vit í dag hava ein ungan og sera
dugnaligan starvsólkahóp, sigur Hjalmar Pet
ersen og leggur seinasta trumfin á:
– Ert tú fyrst komin inn í Vónina, so mást
tú nærum sparkast útaftur. Tað er okkara
vørumerki, sigur stjórin og undirstrikar uppá
haldið um nøgdu starvsfólkini, ið eru góð við
og trívast í fyritøkuni.
Stjórin setir fokus á ta innovatión, sum so
ofta er felagsnevnari við vøkstur. Tosar um
gamla royndarbrunnin í elsta bygninginum
hjá Vónini í Fuglafirði, sum nú fyri tað mesta
er avloystur av simulatorum á telduni, ið
leggja lunnar undir størri royndir á stórum
royndarbrunnum í Danmark og Kanada. Tos
ar um føroyskt framleidda trolkamera’ið hjá
JT Electric, ið gevur heilt nýggja vitan um tað,
ið fyriferst í trolinum undir fiskiskapi. Um
skiljiristirnar, ið loyva smáa fiskinum útaftur
og tí stuðla undir burðardyggu veiðuna og
geva nýggjar og øktar veiðu- og inntøku
møguleikar. Um nýtt tilfar, ið ger trolini
lættari og sterkari. Um tað sonevnda water
flow’ið, ið er allur loynidómurin í trolfiski
skapi, har tað jú ræður um at fáa fiskin skjótt
gjøgnum trolið og aftur í posan.
Alt fortreytir fyri tí menning, sum skal
tryggja Vónini eina framtíð. Eina framtíð,
sum skal byggjast á øll sløg av fiskiskipi, á
alivinnuna og nú eisini frálandavinnuna. Og
eina framtíð, sum ikki minst má byggjast víð
ari á aðrar marknaðir enn tann føroyska, sum
í heimshøpi er pinkalítil.
– Tí skulu vit hava kundar uttan fyri Før
oyar. Vit skulu vaksa úti í heimi, sigur Hjalm
ar Petersen.
Virðisketan
Stjórin tendrar nýggja reklamufilmin hjá
Bakkafrost. Her eru myndir av øllum liðum í
virðisketuni, kryddað við fakta um stødd og
virði á fyritøkuni og hennara íkast til føroyska
samfelagið, umframt risa íløguætlanin á 1,5
milliard krónur frá 2013-2017. Boðskapurin
verður ítøkiligur við orðunum um, at Bakka
frost útflytir 500.000 døgurðar. Um dagin.
Deyðatøgn er salinum. Regin Jacobsen
hyggur út yvir fjøldina. Nikkar, meðan smílið
hómast á varrunum. So runga lógvabrestirnir
í Løkshøll.
– Vit taka ábyrgd, vísa respekt og eru
ágrýtin, effektiv og progressiv. Høvuðsupp
gávan er at bjóða okkara kundum á al
tjóða marknaðinum eina vælsmakkandi og
heilsugóða góðskuvøru. Málið er, at Bakka
frost skal vera ein fyritøka í heimsflokki í
laksavinnuni.
Regin Jacobsen er sjónliga errin av síni
fyritøku, sum hevur greið virði og mál. Hann
remsar upp eina røð av lyklatølum, greiðir frá
søguni og stóra vøkstrinum síðstu árini. Fleiri
ferðir vendur hann aftur til keypið av Havs
brún fyri 1,1 milliard, sum sprongdi øll met í
føroyskari vinnulívssøgu.
– Við keypinum fingu vit eina søgu, sum
eingin annar í heiminum kann fortelja, sigur
Regin Jacobsen og vísir á, at við keypinum
fekk Bakkafrost síðsta liðið í virðisketuni, sum
nú røkkur frá fóðurframleiðslu til lidna vøru.
Fullfíggjaða virðisketan gevur eina røð av
fyrimunum, eins og váðarnir í framleiðsluni
kunnu avmarkast.
E
Finn tíni virði, títt endamál og endurnýggja teg. Tað var reyði tráðurin í boðskapinum, tá tveir føroyskir stjórar við
vindi í seglunum, stuðlaðir av væl smurdum útlendskum fyrilestrahaldarum, løgdu føroysku vinnuni lag á í Løkshøll
Tekstur: Jón Brian Hvidtfeldt
Norska Efwa Hagstrøm og føroyski Regin
Jacobsen vóru millum fyrilestrahaldararnar
á FaroExpo fríggjadagin