Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 27. oktober 2014 a ir Mynd: karis við brúgv – Bakkafrost-laksur er tann einasti í heim­ in­um, sum smakkar av Føroyum, sigur Reg­in Jacobsen og sipar aftur til fullfíggjaðu virð­is­ ket­una. Hann er sjónliga glaður fyri søguna: – Tað hevur stóran týdning, at kundarnir kenna seg tryggjar við ta rávøru, sum tey eta. Við fullfíggjaðu virðisketuni kunnu vit skjal­prógva alla prosessina, líka frá fóð­ur­ fram­leiðslu til lidna døgurðan, sigur Regin Jac­ob­sen, sum tó samstundis ávarar móti at brúka góðu gongdina sum ein kodda: – Tað, sum vit gera í dag, er ikki nóg mik­ið í morgin. Fyri at tryggja kappingarføri mugu vit alla tíðina flyta okkum. Vit mugu áhald­ andi menna framleiðsluna og alla tíðina gera tað betri, sigur Regin Jacobsen og vísir á lív­frøði­ligu avbjóðingarnar við at arbeiða við liv­andi fiski sum verandi tær størstu. Tá Bakkafrost í 2010 fór á keypsskálan í Oslo broyttist gamla familjufyritøkan á Glyvr­um til eina altjóða fyritøku við breiðum eig­ara­skara, har útlendingar í dag eiga mill­ um tveir triðingar og tríggjar fjórðingar av partabrøvunum. Kortini hevur føroyski upp­ run­in og føroyska rótfesti alstóran týdning fyri stjóran, ið hevur hug at ilskast inn á tey, sum seta spurnartekin við, hvussu føroyskt Bakka­frost nú eisini er: – Bakkafrost er ein føroysk fyritøka við før­oysk­ari leiðslu, føroyskum heimstaði og før­oysk­ari framleiðslu, sigur Regin Jacobsen og trív­ur aftur í aftur tey lyklatøl, sum vísa, hvønn týdning fyritøkan hevur fyri føroyska bú­skap­in. Í fjør bleiv tað til 138 milliónir í skatti og loyv­is­gjøldum, 232 milliónir í útgoldnum løn­um, 1,5 milliard í keypi av vørum og tæn­ ast­um, umframt at fyritøkan ger risa íløgur næstu árini. – Og tá vit gjalda út vinningsbýti, so fer eisini skatturin av hesum í føroyska lands­ kassan. So jú, vit hava einasta laksin í heim­ in­um, sum smakkar av Føroyum, sigur Regin Jac­ob­sen. Stress – Nú eri eg forelskað. Forelskað í einum laksi. Og frá nú verður tað bara føroyskur laksur á borð­in­um heima hjá okkum. Carolina Søeborg Ahlefeldt tekur tráðin upp eftir Bakkafrost-stjóran. Tosar um sín ung­dóm, tá hon sum 15 ára gomul mátti arb­ eiða á laksa­virki í Esbjerg fyri at fáa pengar til dreyma­árið í Kosta Rika. Um tilknýtið til risa fyri­tøk­una Lego, sum byrjaði við at stuðla unga íverk­setanum fyri seinni at bjóða henni nevnd­ar­sess. Um sína karrieru, har hon ein­ ans 23 ára gomul fekk vind í seglini í kt-vinn­ uni í nítiárunum. – Eg arbeiddi altíð. Frá tí eg setti meg inn í hýruvognin, sum koyrdi meg til arbeiðis klokk­an 06:45, til eg kom heim seint á kvøldi. Fyri ikki at tosa um vikuskiftini, tá eg veruliga føldi at nakað kundi koma burturúr, greiðir Caro­lina Søeborg Ahlefeldt frá. Avleiðingin var stress, ið helt karri­eru­ kvinn­una burtur frá øllum arbeiði í tríggjar mán­aðir. – Sálarfrøðingurin lærdi meg at siga nei. Og sjálv lærdi eg meg 24-tíma regluna, sum heilt einfalt merkir, at eg taki mær rættin til at brúka ein dag at hugsa um, hvørt eg nú eis­ ini havi tíð til eina uppgávu. Í 2007 var Carolina Søeborg Ahlefeldt vert­ ur á temasendingum á DR2, har hon tos­aði við topp-stjórar um stress og balansuna mill­ um arbeiði og familju. Ein spurningur, sum fram­vegis fyllir nógv í hennara hugaheimi: – Hevur tú ikki balansu í privatlívinum, so gong­ur tað út yvir arbeiðið. Vit eru øll noydd til at toga stikkið úr viðhvørt, sigur Carolina Søe­borg Ahlefeldt og heldur fram: – Bestu leiðararnir eru førir fyri at skapa balansu í teirra lívi, bæði arbeiðs- og privat­ lívi.